Edvard Nyholm Debess
Edvard Nyholm Debess (føddur 6. november 1960 í Tórshavn) er føroyskur tónleikari, sangari, tónasmiður og myndamaður. Hann spælir kontrabass.
Lívsleið
rættaBæði foreldur og systkin hansara spældu á ljóðføri og vóru virknir tónleikarar í hornorkestrum og sungu í kóri. Edvard byrjaði at ganga til undirvísing í klaver sum 12-ára gamal. Seinni lærdi hann at spæla bass og frá síðst í 1970'unum spældi hann við í orkestrum og spældi eisini free lance. Tá ið hann var fyrst í 20'unum flutti hann til Danmarkar fyri at lesa tónleik. Tey árini var hann eisini virkin í fleiri orkestrum, tað var eisini hetta tíðarskeiðið, at hann byrjaði at skriva sangir.[1]
Edvard hevur klassiska tónleikaútbúgving frá Det Jyske Musikkonservatorium í Århus. Edvard hevur serligan áhuga í jazz tónleiki, men eisini í klassiskum tónleiki. Edvard kemur úr einari tónleika familju, bæði foreldrini vóru tónleikarar fyrr. Abbi hansara Christopher Nyholm Debess (f. 1882, d. 1952) var skald, umsetari, politikari og rørleggjari. Beiggi Edvard Per Debess var tónleikari, í Føroyum m.a. kendur frá bólkinum Debess og Petersen. Sonur Per, Uni Reinert Debess er kendur sum blues sangari, sangskrivari og guitarleikari. Edvard hevur spælt við fleiri bólkum, men hann spælir eisini nógv free-lance. Hann hevur fleiri ferðir spælt saman við Eivør Pálsdóttir, og hann og bróðursonurin Uni framføra av og á saman í bólkinum Debess Blues Station, afturat sær hava tei sum oftast ein trummusláara, í 2014 spældu teir í Perluni í Havn saman við Jósva Debes á trummum. Edvard er limur í Føroya Symfoniorkestrið og framførir eisini onkuntíð við Aldubáruni. Edvard hevur undirvíst á Tórhavnar Musikkskúla í nøkur ár. Hansara tónleikur hevur verði framførdur á tí árliga tónleikatiltakinum Summartónar, sum er hvørt summar runt um landið. Sum oftast eru Summartónar seinast í juni og fyrru helvt av juli. Hann er limur í Felagið Føroysk Tónaskøld. Í mars 2012 gav hann fløgu út í egnum navni, og fyri fyrstu ferð er tað hann sjálvur sum syngur. Hann hevur sjálvur skrivað allar yrkingarnar og hevur gjørt øll løgini uttan tað fyrsta, sum Holger Lauman hevur gjørt.
Í 2013 varð Edvard valdur í nevndina hjá Mentanargrunni Landsins.[2] Hann hevur síðan tikið seg úr nevndini aftur.
Í mai 2014 útgav Edvard eitt poetiskt fotoverk um Johan og Rakul Dalsgaard, sum búðu í Fámará eina tíð. Myndirnar í bókini fylgja teimum báðum frá tí at tey fluttu inn í Fámará og til tey noyddust at flyta hagani aftur.</ref>in.fo - Edvard vil fanga løtuna[deyð leinkja], Rannvá G. Fossaberg, 17. mai 2014</ref>
Útgávur
rættaTónleikaútgávur
rætta- Debazz, Tutl, 2001. Tónleikarar: Karsten Vogel: saxofon, Jacob Christoffersen: piano, E. N. Debess: kontrabass, Ole Theill: trummur, tablas.
- Løg / Nordic END Quintet, TUTL, 2003. Føroyskar kompositiónir, arr. av: E.N.Debess, E. Koivistionen & Seppo Kantonen. Framførsla: Malan Thomsen: sang, Eero Koivostoinen: saxofon, Seppo Kantonen: piano, E. N. Debess: kontrabass, Alex Riel: trummur, tablas.
- TRISFO / The North Atlantic Empire, TUTL, 2007. Compositions by E. N. Debess, S. Flosason & K. Valdemarsson. Framførsla: Sigurður Flosason: saxofon, Kjartan Valdemarson: piano, E. N. Debess: kontrabass.
- Debess Blues Station, 2010. Tónleikarar: Uni Reinert Debess, Edvard Nyholm Debess og aðrir.
- Á leið, Tutl, 2012. Sangur: Edvard Nyholm Debess, tónleikarar: Edvard Nyholm Debess, Finnur Hansen, Rógvi á Rógvu og bróðursonurin Uni Debess.[3]
Bókaútgávur
rætta- Kærleiki og Vónir, Mentunargrunnur Studentafelagsins, Tórshavn 2014, 80 síður, myndir av Johan og Rakul Dalsgarð, sum búðu í Fámará, tá myndirnar vóru tiknar. Myndatøka: Edvard Nyholm Debes, Ritstjórnað: Edvard Nyholm Debes, Steen Kristensen og Jóannes Lamhauge. ISBN 978-99918-75-15-6[4]
Tónleikaverk, sum Edvard Nyholm Debess hevur komponerað
rætta- Glottin, Brassquintet 1991, Fyrstu ferð framført í 1992 í FO og GB.
- Summarregn, Stringquintet 1992, Fyrstu ferð framført: Marseliskvartetten + bass (DK), 1992.
- Heyst við Frostnátt, Woodwind Quintet 1992, Fyrstu ferð framført: Blásarakvintet Reykjavikur 1993. Tikið upp á CD 1993 av Boreas (TUTL)
- Lagnuár, Concerto for guitar & orchestra 1994, Fyrstu ferð framført: Føroya Symfoniorkestur 1994. Solo: Ólavur Jakobsen.
- Light on the Surface, Guitar, clarinet & violin 1995, Fyrstu ferð framført: Aldubáran, 1995.
- Báðumegin við, Clarinet solo 1995, (f. perf.: Anna Klett 1995), Upptikið á CD Cantus Borealis: Einar Jóhannesson, 2000.
- Skrúðgonga, Brassband 1997, Fyrstu ferð framført: Havnar Hornorkestur, 1997.
- Variations for violin solo, Violin solo 1998, Fyrstu ferð framført: Sámal Petersen, 1998.
- Hankadráttur, Mixed ensemble 1998, Fyrstu ferð framført: Aldubáran, 1998. Instr.: piano, guitar, horn, clarinet, flute, cello, violin I+II.
- Ups a la Music, Violincello solo 2001, Fyrstu ferð framført: Gunnhildur H. Guðmundsdóttir, Reykjavík, 2002.
- Never trust wet danish dynamite, Mixed ensbl. 1998, Fyrstu ferð framført: Mad Cows Sing 2002, Ensbl.: piano, violin, obo, altsax., contrabass, percussion.
- Ecliptic Notes, Guitar quartet, Fyrstu ferð framført: Corona Guitar Quartet, 2003.
- Citypictures, Mixed Ensbl. 2003, Fyrstu ferð framført: Aldubáran 2003, Ensbl.: violin I+II, viola, cello, flute, oboe, clarinet, horn, bassoon, trombone, guitar, piano, audio tracks.
- Hugo, Altosax og soprano voice / 2004, Fyrstu ferð framført: Duo Saxopran, 2004.
- Trees & Birds, Violin & piano / 2004 (rev. 2006), Fyrstu ferð framført: Atli Ellendersen & Sune V. Brogård, 2004.
- Clip I, Electronica / 2007, Fyrstu ferð framført: Gjógv, 2007.
- Heimið, Big Band / 2008, Fyrstu ferð framført: Tórshavnar Stórband, 2008.
- String, Quartet I, Fyrstu ferð framført: Marselis Quartet, 2008.
- Clip II, Electronica / 2008, Fyrstu ferð framført: Gjógv, 2008.
- Melodika, Trombone, basclarinet, cello & doublebass / 2009, Fyrstu ferð framført: Nólsoy 2009.
Familja
rættaEdvard er abbasonur Nyholm Debess. Hann er giftur við Birgit Elisabet Debess, og eigur við henni døtrarnar Iben og Lisa Nyholm Debess. Edvard hevur fleiri systkin, ein bróður hansara var kendur tónleikari í 1970'unum, Per Debess, ið eitt nú var kendur fra Debess og Dam og Debess og Petersen.[5] Blues-tónleikarin Uni Reinert Debess (sonur Per), er bróðursonur Edvard.
Keldur
rætta- ↑ "Composers.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-02. https://web.archive.org/web/20160302122957/http://www.composers.fo/edvard+nyholm+debess.html. Heintað 2016-02-22.
- ↑ Kringvarp.fo Inger og Edvard nýggj í Mentanargrunninum
- ↑ "Planet.fo, Edvard Nyholm Debes við nýggjari fløgu". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-03-30. https://web.archive.org/web/20120330114245/http://planet.fo/grein/edvard_nyholm_debes_vid_nyggjari_flogu. Heintað 2012-03-30.
- ↑ "in.fo, Edvard vil fanga løtuna". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2021-02-17. https://web.archive.org/web/20210217133822/https://www.in.fo/news-detail/news/edvard-vil-fanga-loetuna/. Heintað 2014-05-18.
- ↑ reinsariid.fo - DEBESS & PETERSEN KVØLD Í REINSARÍNUM
Slóðir úteftir
rætta- END.fo, heimasíðan hjá Edvard Nyholm Debess.
- Composers.fo Archived 2016-03-02 at the Wayback Machine, Edvard Nyholm Debess
- TUTL.com Archived 2017-04-24 at the Wayback Machine
- FSO.fo, Føroya Symfoniorkestur.