Krokudillur
Krokudillur (frøðiheiti: Crocodilia) eru skriðdýr. Kaimanur, gavialur, krokodilla og alligatorur teljast upp í krokodillur. 13 krokodillusløg eru, 8 kaimansløg, 2 alligatorsløg og eitt gavialslag. Fyri 100 mió árum síðan ók hon eisini í mýrlendum saman við dinosaurunum. Krokodillur taka ymisk dýr. Tær fjala seg í vøtnum, mýrum, áum og leggja á bæði stór og smá dýr, ið koma teimum nær. Alligatorar og krokodillur slúka froskar og fisk heilar. Hjørtir og onnur stórdýr draga tær undir vatn, læsa kjaftin í fongin, snara kroppinum á og skræða soleiðis fongin sundur. Hendinga ferð leggja alligatorar og krokodillur á fólk. Krokodillan er næstan allastaðni í Afrika sunnanfyri Sahel og í Avstralia, Florida, Karibia, Mið- og Suðuramerika. Tvey alligatorsløg eru: tann amerikanski og tann kinverski. Nú er kinverski alligatorurin nógv hóttur, bara nøkur fá hundrað dýr eru eftir. Tann amerikanski alligatorurin heldur til í mýrum og áum í t.d. Louisiana, Carolina og Florida í Landsynnings-USA. Hann veiðir vaðfugl, fisk og annað mangt. Í tættbygdum økjum tekur hann viðhvørt óvarin heimadýr. Gavialurin livir í India, Burma, Pakistan, Bangladesj og Nepal í Ásia. Kaimanur livir í Mið- og Suðuramerika.
Krokudillur | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||||
|
Sum flestu skriðdýrini verpur kvennkrokodillan, og hon verjir eggini, til ungarnir koma út. Tríggir mánaðir, so koma ungarnir út. Mamman ansar væl eftir teimum, so stórar eðlur og onnur ránsdýr ikki taka teir. Varisliga tekur hon nakrar í kjaftin í senn og ber teir oman í vatnið, har teir eru tryggari. Krokodillur liggja ofta við opnum kjafti og sóla sær. Blóðæðrar í kjaftinum súgva sólarhita í seg, so kropshitin veksur. Tí orka tær at veiða sær føði um kvøldið.
Flokking
rættaKeimanur, gavialur, krokodilla og alligatorur teljast upp í crocodilia. Til eru 1 gavialslag, 2 alligatorsløg, 8 kaimansløg og 13 krokodillusløg - tilsamans 24 sløg.
- Ætt: Crocodilia (krokodillur)
- Slekt: Gavialidae (gavialur)
- Slag: Gavialis gangeticus
- Slekt: Caimaninae (kaimanur)
- Slag: C. yacare
- Slag: C. crocodilus apaporiensis
- Slag: C. crocodilus fuscus
- Slag: C. lutescens
- Slag: C. venezuelensis
- Slag: C. latirostris
- Slag: Melanosuchus fisheri
- Slag: Melanosuchus niger
- Slekt: Alligatoridae (alligatorur)
- Slag: Alligator mississippiensis (amerikanskur alligatorur)
- Slag: Alligator sinensis (kinverskur alligatorur)
- Slekt: Crocodylus (rættiliga krokodillur)
- Slag: Crocodylus acutus (amerikanskur krokodillur)
- Slag: Crocodylus niloticus (nilkrokodillur)
- v.f.
- Slekt: Gavialidae (gavialur)
-
Krokodilla. Fjórða tonnin báðumegin í undirkjaftinum sæst, tá ið kjafturin er saman.
-
Alligatorur. Eingin tonn sæst í undirkjaftinum á alligatorinum, tá ið kjafturin er saman.
-
Kaimanur. Kjafturin er breiður, so kaimanurin kann taka nógv ymisk dýr.
-
Gavialur. Gavialurin hevur langan, smidligan kjaft við hvøssum tonnum at taka fisk við.