Bodil virðislønin fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin
Bodil virðislønin fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin er ein av Bodil virðislønunum, ið er ein donsk filmsvirðisløn, ið verður latin sjónleikarum og øðrum innan danskir filmar. Filmmedarbejderforeningen í Danmark handar virðislønina, ið var sett á stovn í 1948. Nevndin, ið stendur fyri handanini, kann velja at lata vera við at handa prísin, um hon ikki finnur fram til nakra sjónleikarinnu tað árið, ið tey halda er verd at geva virðislønina til.