Bergen er næststørsti býur í Noregi. Býurin liggur á Vestlandinum í Norra. Á fornnorrønum varð býurin nevndur Bjørgvin. Í 2020 hevði Bergen 283.929 íbúgvar.[1] Bergen var høvuðsstaður í Noregi 1217-1314. Bergen verður kallaður "býurin millum tey sjey fjøllini". Kring Bergen eru firðir og fjøll. Sambært søgunum grundlegði Ólavur Kyrri kongur Bergen í 1070. Bergen er kendur fyri at vera býurin, har tað regnar einamest í øllum heiminum.

Bergen
Skjøldur Kort
Skjøldur Staðseting av kommununi í fylkinum Staðseting av fylkinum í Noregi.
Grunddáta
Fylki: Vestland‎
Vídd : 465,4 km²
Íbúgvar: 268 926 (2013)
Staðseting: {{{staðseting}}}
Heimasíða: [1]

Virksemið, bæði tað søguliga og tað handilsliga, er miðsavnað kring Vågen, har Bryggen er við norðurstrondina og vælkenda fiskatorgið innast í vágsbotninum. Beint uttan fyri Bryggen í innsiglingini til Vågen – har, sum Norröna plagdi at leggja at – liggur skansin, Bergenshus, sum gjøgnum tíðina hevur vart Bergen móti óynskum gestum sjóvegis. Í víkingatíð stók kirkja her – hon varð seinni rivin niður – har leivdirnar av verndara Bergens, hini heilagu Sunnivá, vóru grivnar undir altarinum. Her var eisini Sverri kongur Sjúrðarson, sum traðkaði sínar barnaskógvar í Kirkjubø, krýndur og grivin.

Týsku hansakeypmenninir bygdu Bryggen í miðøld. Haðani handlaðu teir við stóran part av heiminum. Síðani 1979 hevur Bryggen verið á heimsarvslistanum hjá UNESCO.

Skjaldarmerkið hjá Bergen er ein borg við trimum tornum. Borgin hvílir á sjey fjøllum. Litirnir á skjaldmerkinum eru reytt og gull.

Sambært søgunum grundlegði Ólavur Kyrri kongur Bergen á einum grønum slætta millum tey 7 fjøllini, sum liggja rundanum býin. Tað hendi sambært søgunum í 1070. Í miðøldini var hann ein høvuðshandilsbýurin í Norðurlondum, og har hildu týsku keypmenninir (hansarnir) til. Enn síggjast á bryggjuni hús, ið teir bygdu. Býurin var høvuðsstaður í Noregi 1217-1314. Í ár 1600 var Bergen størsti býur í Norðurlondum við umleið 15 000 íbúgvum. Hann hevur líka upp til okkara dagar verið ein nátturligur miðdepil fyri handil. Í 2020 hevði Bergen 950 ára hátíðarhald.

Býurin

rætta

Vøkur træhús og flisalagdar gøtur eyðkenna Bergen. Í gamla býarpartinum framvið bryggjuni eru fleiri gomul træhús varveitt, og finna vit í dag í hesum húsum góðar matstovur, klædnahandlar o.l. Hesin býarparturin er eitt av best umtóktu ferðamálunum í býnum. Bergen liggur eisini bert umleið 1,5 tíma í bili frá kenda skíøkinum Voss. Náttúran er vøkur við Bergen, og skjótt er at uppliva vakrar firðir, høg fjøll ella opið hav. Í økinum er eisini eitt ríkt byggilist, mentanarlív og spennandi forminnissøvn. Eisini má nevnast stórsligna konserthúsið Grieg-hallen.

Uttan fyri býin eru fleiri oyggjar, sum verja fyri havalduni, so har er avbera góð skipahavn. Ógvuliga nógvur fiskur verður upplagdur í Bergen og síðan avskipaður til suðurlond. Millum og Føroyar var nógv samband fyrr í tíðini.

Hægsta fjallið í Bergen eitur Ulriken. Tað er 643 metrar høgt. Eitt annað fjall, sum ferðafólki dámar væl, er Fløjen. Tú kanst sleppa heilt niðan á tindin við Fløibanen, haðani fæst eitt frálíkt útsýni yvir býin. Á tindinum er bæði spælipláss, útibio, kaffistova og ein trøllaskógur, alt samalt 400 m yvir havinum.

Akvariið í Bergen læt upp í 1960. Her eru bæði pingvinir, fiskar og krokodillur.

Mentan

rætta

Bergen eigur stór tonaskals. Ikki bara Kygo, sum helst er tann kendasti núlivandi. Men eisini Edvard Grieg, Ole Bull og Harald Sæverud, hvørs tónleikur, lív og virki kann upplivast á serligum søvnum til teirra heiðurs. Nógvir festivalar, bæði við nýmótans og klassiskum tónleiki verða hildnir árliga. Festspillene er ein altjóða viðurkendur festivalur við fleiri hundrað mentanar- og tónleikatiltøkum kring um í býnum. Aðrir festivalar, ið kunnu upplivast í Bergen er ein jazzfestivalur í mai-juni, ein serligur Grieg-festivalur í juli, ein filmsfestivalur í oktober, ein matfestivalur í september og ein ølfestivalur í oktober.

Ítróttur

rætta

Fótbóltsliðið eitur Brann. Felagið varð stovnað í 1908. Í 2007 vann Bergen gull fyri fyrstu ferð síðan 1963.

Myndasavn

rætta

Ávísingar úteftir

rætta

Coordinates: 60°22′48″N 5°20′24″E / 60.38000°N 5.34000°E / 60.38000; 5.34000

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

rætta
  1. Befolkning, ssb.no