Bermuda
| |||
Tjóðarslagorð: Quo Fata Ferunt | |||
Tjóðsangur: God Save the Queen | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Hamilton | ||
Drotning | Elizabeth II | ||
Forsætisráðharri | E. David Burt | ||
Fullveldi | einki | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
53,57 km² | ||
Íbúgvar - tilsamans 2016 - tættleiki |
63 779 1191/km² | ||
Gjaldoyra | Bermuda dollari (BMD) | ||
Tíðarøki | UTC -4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .bm | ||
Telefonkota | +1-441
| ||
Bermuda er ein oyggjabólkur sum hoyrir til Bretland, sum liggja í Norðuratlantshavi eystanfyri USA. Nærmasta stað í USA er Cape Hatteras, North Carolina, sum liggur umleið 1030 km í ein útnyrðing frá Bermuda.
Oyggjarnar liggja 1.239 kilometrar sunnanfyri Cape Sable Island, Nova Scotia, og 1.770 kilometrar í ein landnyrðing av Miami.
Oyggjarnar eru 53,2 km2 til støddar. Í 2010 var fólkatalið 64.268 og fólkatættleikin var 1.275 pr. km2. Høvuðsstaðurin eitur Hamilton, tó var St. George tann fyrsti høvuðsstaðurin, og er St. George tann elsti enskt-talandi býurin uttanfyri Stórabretland í heiminum.
Bermuda er tað norðasta og eystasta staðið av Burmuda-trýkantinum, har tað sigst at nógv skip eru gingin burtur og flogfør eru dottin niður á mystiskan hátt.
Søga
rættaBermuda oyggjarnar vóru funnar í 1505 av spanska Juan de Bermúdez kapteini, sum oyggjarnar eru uppkallaðar eftir. Í 1609 stovnaði Virginia Company eina búseting á Bermuda, hetta var tvey ár eftir, at sama fyritøka hevði sett á stovn býirinir Virginia og Jamestown á amerikanska kontinentinum. Búsetingin fór fram tá ein ódn herjaði øki og tað søkkandi enska skipið Sea Venture noyddist at stýra á eitt sker har um leiðir, so at manning og ferðafólk kundu fara í land. Virginia Company stýrdi oynni til 1614, tá ein onnur fyritøka Somers Isles Company, tók yvir og hevði ræði á oynni til 1684, tá bretar tóku valdið á oynni.
Í 1707 vóru oyggjarnar alment innlimaðar í Stóra Bretland.
Tíðarlinja
rætta- 1505 – Oyggjarnar vóru funnar av spaniólanum Juan de Bermúdez
- 1609 – Tey fyrstu niðursetufólkini búsettust á Bermuda, tey vóru úr Stórabretlandi
- 1679 – Bermuda gjørdist bretsk koloni, tó ikki alment fyrr enn í 1707
- 1707 - Oyggjarnar vóru alment innlimaðar í Stóra Bretland.
- 1797 – Ein bretsk hernaðarbasa varð bygd á oynni
- 1834 – Trælahald gjørdist ólógligt á Bermuda
- 1968 – Oyggjarnar fingu sjálvstýri
Ítróttur
rættaOyggjaleikir
rættaBermuda er limur í Oyggjaleikunum, har Føroyar eisini eru limir. Oyggjaleikir 2013 verða á Bermuda. Bermuda luttekur eisini á Olympisku Leikunum.
Olymisku Leikirnir
rættaTey hava eitt nú luttikið í sigling, svimjing, kaving, frælsum ítrótti og triatlon.
Slóðir úteftir
rætta- Almenna heimasíða: gov.bm
- Ferðavinnusíða: gotobermuda.com
- Bermuda, wikivoyage (á enskum)
Coordinates: 32°18′18″N 64°47′0″W / 32.30500°N 64.78333°W
Keldur
rætta