Barsskor var navnið á einum deksbáti, bygdur á Akranesi í Íslandi í 1929. Frá umleið 1960 og fram til 19. apríl 2005 røkti hann regluligu rutusiglingina úr Klaksvík til Kalsoynna. Fyrru árini var siglt av Klaksvík til Oyndarfjarðar, Elduvíkar og Funnings umframt allar bygdirnar í Kalsoynni og Kunoynni. Tá var siglt bygd av bygd: Av Klaksvík til Syðradals, síðani til Húsar, so eystur um Kalsoyarfjørð aftur til Kunoyar og so vestur um fjørðin aftur til Mikladals og at enda norður á Trøllanes - um tað viðraði. Innaftur til Klaksvíkar gekk rutan somu leið, men tá var ikki farið á allar bygdir, uttan so fólk skuldi umborð. So hvørt sum vegasambandið batnaði minkaði siglingin, og seinastu árini var bara siglt millum Klaksvík og Syðradal. Tá nýggj ferjulega varð tikin í brúk í Knúksdali á Kalsoynni, fór strandfaraskipið Sam at røkja siglingina, og Barsskor var lagdur. Eftir at Barsskor var lagdur, var avgjørt at selja bátin til Akranesar, sum er vinarbýur við Klaksvík, fyru 1 krónu. Báturin var tó liggjandi, og 12. desember 2008 var hann upphøgdur í loyndum norðuri á Strond á Borðoynni og burturbeindur - hóast aðrir áhugaðir keyparar høvdu latið boð inn fyri at varðveita bátin. Tað var Føroya Landsstýri, sum umvegis Strandfaraskip Landsins átti Barsskor.

Kelda:

rætta