Bahamaoyggjar

(Ávíst frá Bahamas)
Commonwealth of the Bahamas
Samveldið Bahamaoyggjar
Flagg Bahamaoyggjar
(Flagg Bahamaoyggjar)
Skjaldarmerki Bahamaoyggjar
(Skjaldarmerki Bahamaoyggjar)
Tjóðarslagorð: "Forward Upward Onward Together"
Tjóðsangur: "March On, Bahamaland"
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Nassau
Kongur Charles III
Forsætisráðharri Philip Davis
Fullveldi 10. juli 1973
(frá Bretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
13 939 km²
28 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
353 658
25,4/km²
Gjaldoyra Bahama-Dollari (BSD)
Tíðarøki UTC -5
Økisnavn á alnetinum .bs
Telefonkota +1-242

Samveldið Bahamaoyggjar (alment enskt heiti: Commonwealth of the Bahamas) er ein oyggjabólkur í Karibia. Høvuðsstaður eitur Nassau. Fólkatalið er umleið 353 000. Mesta fólkið er av afrikanskum uppruna, men eisini er ein hvítur minniluti. Almenna málið er enskt.

Bahamas er oyggjaland, sum liggur í ein útsynning úr amerikanska statinum Florida. Í mong ár hava Bahamaoyggjarnar verið lýstar sum skattaskjól, ið gevur almenninginum sera avmarkað innlit í upplýsingar um fyritøkurnar, sum eru skrásettar har. Ferðamannavitjanin er nógv.

rætta

Spaniamenn nevndu oynna Bajamar, sum merkir grunt vatn.

Tað var á oynni San Salvador í Bahamaoyggjum, at Kristoffur Kolumbus steig fótin á land, tá ið hann fann nýggja heimin í 1492. Seinni settu bretar seg niður í oyggjunum, og vóru tær bretskt hjáland til 1973.

Landafrøði

rætta
 
Bahamas
 
Districts

Bahamaoyggjar eru um 700 koralloyggjar, ið eru stutt eystur úr strondini í Florida í USA. Tær flestu av hesum oyggjum eru tó óbygdar. Fólk búgva bert á 30 av teimum oyggjum.

Tær týdningarmestu oyggjarnar

rætta
Navn Vídd
km²
Íbúgvar
(2000)
Íbúgvar
(2010)
Abaco 1681 13170 16692
Acklins 497 428 560
Andros 5957 7686 7386
Berry Islands 31 709 798
Bimini 23 1717 2008
Cat Island 388 1647 1503
Crooked Island og Long Cay 241 350 323
Eleuthera 484 7999 7826
Exuma 290 3571 7314
Grand Bahama 1373 46994 51756
Harbour Island 8 1639 1702
Inagua 1544 969 911
Long Island 596 2992 3024
Mayaguana 285 259 271
New Providence 207 210832 248948
Ragged Island 36 72 70
Rum Cay 78 80 99
San Salvador 163 970 930

Fyrisitingarliga sundurbýtið

rætta

Síðan 1999 er alt oyggjalandið býtt sundur í 32 fyrisitingarlig økir (districts):

Fyrisitingarligu økir í Bahamaoyggjum
Oyggj Vídd (km²)[1] Íbúgvar[2] Øki (District) Høvudssæti
Abaco 1 681 16 700 Central Abaco
North Abaco
South Abaco
Hope Town
Grand Cay Grand Cay
Moore’s Island Moore's Island
Acklins 389 560 Acklins
Andros 5 957 7 400 Central Andros
North Andros
South Andros
Mangrove Cay
Berry Islands 31 800 Berry Islands
Bimini 23 2 000 Bimini
Cat Island 388 1 500 Cat Island
Crooked Island 148 300 Crooked Island
Eleuthera 518 11 200 Central Eleuthera
North Eleuthera
South Eleuthera
Saint Georges Island
Russel Island
Spanish Wells Spanish Wells
Exuma 250 7 400 Black Point
Exuma
Grand Bahama 1 373 51 750 City of Freeport
East Grand Bahama High Rock
West Grand Bahama
Harbour Island 8 1 700 Harbour Island Dunmore Town
Inagua 1 551 900 Inagua Matthew Town
Long Cay 21 33 Crooked Island Albert Town
Long Island 596 3 100 Long Island Clarence Town
Mayaguana 285 270 Mayaguana Abraham's Bay
Ragged Island 36 7 Ragged Island Duncan Town
San Salvador 163 1 000 San Salvador Cockburn Town
Rum Cay 78 100 Rum Cay Port Nelson

Politikkur

rætta

Bahamaoyggjarnar eru limir í ST, WTO og The Commonwealth.

Búskapur

rætta

Nú eru oyggjarnar satt frítíðarparadís, og fólk úr øllum heiminum koma hagar. Fólk úr øllum heiminum koma at ferðast á flógvu sandstrondunum í Bahamaoyggjum. Ferðavinnan hevur alstóran týdning fyri búskapin, og stívliga helvtin av fólkinum í landinum arbeiðir á gistingarhúsum, í handlum og á matstovum. Freeport, á oynni Grand Bahama, er størsti ferðavinnubýur, og har er djúp og góð havn til stór skip, ið eru á rundferð í Karibiahavi.

Bahamaoyggjar eru eisini týdningarmikil fíggjarmiðdepil, tí at skattalógirnar og avgjaldslógirnar eru so lagaligar. Í Danmark í 2010 hevur skattavaldið lagt sak ímóti 211 starvsfólkum hjá reiðarínum Clipper, tí tey hava fingið ein part av lønini umvegis Bahamas og uttan um skattaskipanina. Skattavaldið hevur avdúkað, at Clipper rindaði starvsfólkinum ta føstu lønina ígjøgnum ta donsku skattaskipanina, men at bonuspengar vórðu goldnir umvegis Bahamas. Talan var ofta um fleiri hundraðtúsund krónur, og teir pengarnar hevur danska skattavaldið ongantíð sæð.

Mentan

rætta

Um ársskiftið er lívligt á gøtunum í Bahamaoyggjum, tí at tá eru Junkanoo-skrúðgongurnar við dansi og tónleiki. Henda veitsla hevur røtur aftur í farnar dagar. Søgnin sigur, at tá ið afrikanskur høvdingi, nevdur John Canoe, var førdur higar sum trælur, lótu teir hann halda veitslu eftir afrikonskum siði.

Myndarøð

rætta

Keldur

rætta
  1. GeoHive; The Bahamas Archived 2011-08-07 at the Wayback Machine Heintað 7. juli 2011.
  2. Statoids; The Bahamas Heintað 7. juli 2011.

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 25°0′3.96″N 77°27′18″W / 25.0011000°N 77.45500°W / 25.0011000; -77.45500