Anthony Bourdain
Anthony Michael Bourdain (25. juni 1956 - 8. juni 2018) var amerikanskur kokkur, rithøvundur, ferðalýsari og sjónvarpsvertur. Hann var við í fleiri sjónvarpsendingum, ið lýstu í millum annað altjóða matmentan. Hann var álitin ein av mest týðandi kokkum í heiminum, imillum nógvar viðmerkjarar.[1][2][3][4]
Anthony útskrivaðist frá The Culinary Institute of America í 1978, og hevur arbeitt í fleiri stórkøkum ígjøgnum starvsleið sína. Harímillum sum høvuðskokkur á matstovuni Brasserie Les Halles á Manhattan í New York City. Hann gjørdist fyrst kendur fyri bókina Kitchen Confidential: Adventures in the Culinary Underbelly sum var útgivin árið 2000. Fyrsta sjónvarpsstarvið var í sjónvarpsrøðini Cook's Tour, ið var send í 35 pørtum á sjónvarpsstøðini The Food Network í 2002-2003. Í 2005 gjørdist hann vertur í sendingini Anthony Bourdain: No Reservations (2005–2012) og seinni í The Layover (2011–2013). Báðar sjónvarpsrøðinar vóru vístar á The Travel Channel. Í 2013 gjørdist hann dómari í matkappingini The Taste, har hann var verandi í 3 ár. Um hesa tíð skifti hann eisini sjónvarps rás og gjørdi sjónvarpsrøðina Anthony Bourdain: Parts Unknown fyri CNN.
Sjálvt um Anthony er best kendur fyri sína starvsleið sum kokkur og í sjónvarpi, hevur hann eisini skriva hópin av fiktivum og non-fiktivum bókum.
Lívsleið
rættaAnthony Bourdain, kallaður Tony ímillum vinir, var føddur tann 25. juni 1956 í New York City. Hann vaks upp í Leonia í New Jersey, tann elsti av tveimur sonum. Pápi hansara var Pierre Bourdain, klassiskur musikk framleiðari fyri Columbia Records. Pierre andaðist í 1987.[5][6][7] Mamma Tony var Gladys Bourdain, fødd Sacksman, og starvaðist sum starvsfólkaleiðari hjá tíðindablaðnum The New York Times.[8][9][10] Yngri beiggi Tony var Christopher, ið starvast sum gjaldmiðlagreinari, og hevur eisini verið at sæð í sjónvarpi.[11]
Anthony hevur sjálvur greitt frá at hann er uppvaksin uttan átrúnað, men at familja hansara var katólsk á faðirsíðuni, og jødisk á móðursíðuni.[12] Foreldur pápa hansara vóru fronsk. Franski abbin flutti frá Arcachon í Fraklandi til New York eftir fyrra heimsbardaga, og pápi Anthony vaks upp tosandi franskt, ímeðan hann ferðaðist fleiri summur til Fraklands.[13] Anthony gekk til skótar tá hann vaks upp.[14]
Deyði
rættaAnthony Bourdain var funnin deyður í hotelkamari sínum í Kaysersberg í Fraklandi tann 8. juni 2018.[15][16] Hann hevði framið sjálvsmorð við at hongt seg. Anthony ferðaðist saman við vinmanni sínum Éric Ripert, ið gjørdist stúrin, tá hann ikki hevði sæð til morgunmat og døgurða. Anthony var í Fraklandi í sambandi við filming av sjónvarpsrøðini Parts Unknown í Strasbourg.[17][18]
Virðislønir og tilnevningar
rætta- Bourdain var nevndur Food Writer of the Year í 2001 av Bon Appétit vikuritinum hjá Kitchen Confidential.
- A Cook's Tour: In Search of the Perfect Meal var nevnd Food Book of the Year in 2002 av the British Guild of Food Writers.
- The Beirut parturin í sendirøðini Anthony Bourdain: No Reservations, ið vísir upplivingar Bourdain's og arbeiðsliði hansara undir Ísrael-Libanon stríðnum í 2006, var tilnevndur til eina Emmy-virðisløn í bólkinum Outstanding Informational Programming í 2007.
- Bloggur Bourdain fyri realitetssjónvarpsrøðina Top Chef var tilnevnd til eina Webby Award for best Blog – Culture/Personal í 2008.
- Í 2008, var Bourdain vígdur inn í James Beard Foundation's Who's Who of Food and Beverage in America.
- Í 2009 og 2011 vann Anthony Bourdain: No Reservations ein Creative Arts Emmy Award fyri Outstanding Cinematography for Nonfiction Programming.
- í 2010, var Bourdain tilnevndur til eina Creative Arts Emmy for Outstanding Writing for Nonfiction Programming.
- í 2012, vann Bourdain ein Honorary Clio Award, ið er givin fólki, ið broyta heimin, við at eggja fólki at hugsa øðruvísi.
- Í 2012, vann Anthony Bourdain: No Reservations the Critics' Choice Best Reality Series award.
- Í 2013, 2014 og 2015, var Bourdain tilnevndur til eina Primetime Emmy Award fyri Outstanding Host for a Reality or Reality-Competition Program fyri The Taste.
- Hvørt ár frá 2013 til 2016, vann Bourdain eina Emmy Award fyri Outstanding Informational Series or Special fyri Anthony Bourdain: Parts Unknown.
- Í 2014, vann Bourdain einaPeabody Award fyri Anthony Bourdain: Parts Unknown frá 2013.
- Í desember 2017 broytti The Culinary Institute of America prógv Bourdain til eitt BA prógv í matgerð. Bourdain útskrivaðist við einum yrkisprógvi í matgerð í 1978.The Culinary Institute of America (CIA) conferred the honorary degree of Doctor of Humane Letters honoris causa in the Culinary Arts to Bourdain, who graduated from the CIA with an associate degree in 1978.
Bókaskrá
rættaNonfiktión
rætta- Kitchen Confidential: Adventures in the Culinary Underbelly. New York: Bloomsbury. 2000. ISBN 1-58234-082-X.
- A Cook's Tour: In Search of the Perfect Meal. New York: Bloomsbury. 2001. ISBN 1-58234-140-0.
- Typhoid Mary: An Urban Historical. New York: Bloomsbury. 2001. ISBN 1-58234-133-8.
- Anthony Bourdain's Les Halles Cookbook. Bloomsbury. 2004. ISBN 978-1-58234-180-4.
- The Nasty Bits. New York: Bloomsbury. 2006. ISBN 978-1-59691-360-8.
- No Reservations: Around the World on an Empty Stomach. New York: Bloomsbury. 2007. ISBN 978-1-59691-447-6.
- Medium Raw: A Bloody Valentine to the World of Food and the People Who Cook. Ecco/HarperCollins. 2010. ISBN 0-06-171894-7.
- Appetites: A Cookbook. Ecco Press. 2016. ISBN 978-0-06-240995-9.
Fiktión
rætta- Bone in the Throat. New York: Villard Books. 1995. ISBN 0-679-43552-2.
- Gone Bamboo. New York: Villard Books. 1997. ISBN 0-679-44880-2.
- Bobby Gold. Edinburgh: Canongate Crime. 2001. ISBN 1-84195-145-5.
- Get Jiro!. DC Comics. 2012. ISBN 9781401228279. with Joe Rose and Langdon Foss
- Get Jiro: Blood and Sushi. DC Comics. 2015. ISBN 978-1401252267. with Joe Rose and Ale Garza
Keldur
rætta- ↑ "Archive copy". https://www.therichest.com/rich-list/most-influential/5-of-the-most-influential-chefs-in-the-world/. Heintað 2018-06-11.
- ↑ http://tastycraze.com/n5-73946-The_Top_5_Most_Influential_Chefs_in_the_World
- ↑ "Archive copy". https://listovative.com/top-10-best-chefs-in-the-world-today/. Heintað 2018-06-11.
- ↑ https://www.thrillist.com/eat/nation/best-tv-chefs-cooking-shows
- ↑ https://web.archive.org/web/20121020031347/http://www.highbeam.com/doc/1P1-35963365.html
- ↑ http://www.nndb.com/people/783/000028699/
- ↑ https://www.theguardian.com/lifeandstyle/2013/sep/27/anthony-bourdain-parts-unknown-family-values
- ↑ https://www.cbsnews.com/news/cookings-bad-boy-has-grown-up/
- ↑ https://www.nytimes.com/1987/04/30/obituaries/pierre-bourdain.html
- ↑ https://carpetbagger.blogs.nytimes.com/2012/02/03/my-oscar-picks-anthony-bourdain
- ↑ https://www.foodandwine.com/lifestyle/meet-7-people-anthony-bourdain-has-traveled-most
- ↑ http://transcripts.cnn.com/TRANSCRIPTS/1309/22/abpu.02.html
- ↑ https://web.archive.org/web/20150218025219/http://www.bonappetit.com:80/people/chefs/article/ever-wonder-how-anthony-bourdain-came-to-be-anthony-bourdain-and-what-he-looked-like-in-1972
- ↑ https://www.youtube.com/watch?v=QnW9ATfARpE
- ↑ https://www.washingtonpost.com/entertainment/tv/the-latest-chefs-shocked-by-anthony-bourdains-death/2018/06/08/bc49b34c-6b22-11e8-a335-c4503d041eaf_story.html?noredirect=on&utm_term=.ce308092d7ad
- ↑ https://actu.fr/societe/le-chef-americain-anthony-bourdain-est-decede-selon-employeur-cnn_17201572.html
- ↑ https://edition.cnn.com/2018/06/08/us/anthony-bourdain-obit/index.html
- ↑ https://www.nytimes.com/2018/06/08/business/media/anthony-bourdain-dead.html