51. stakríki í USA

Tingið (Kongressin) skal taka støðu til øll uppskotini um eitt nýggjur stakríki skal innlimast í Sameindu Statunum. Seinast talið á statum í USA varð víðkað var í 1959, tá Hawaii og Alaska komu afturat. Ein roynd varð tó gjørd at gera Washington DC til ein stat í 2020, men málið fekk ein enda í Senatinum.

Kandidatar

rætta

Puerto Riko

rætta

Puerto Riko í Karibia fekk heimastýrið 17. januar í 1917. Puerto Riko segði nei til loysing frá USA 6. november í 2012; 61,16 prosent av teimum, ið greiddu atkvøðu, valdu sjálvstøðugur lutstati í USA fram um fult sjálvstýri.[1][2]

Amerikonsku Jómfrúoyggjar

rætta

Marianoyggjar

rætta

USA hevur ræðið á bæði Guam og Norðaru Marianaoyggjum í Mikronesia. Tað verður arbeitt við og tosa um, um Guam skal vera ein sjálvstøðug statur í USA saman við Norðaru Marianaoyggjum.[3]

Amerikanska Sámoa

rætta

Hendan oyggin í Polynesia er í roynd og veru stakríki í USA.

District of Columbia

rætta

Høvuðsstaðurin District of Columbia er eitt samveldisøki, og tey ið búgva har hava - mótsett íbúgvunum í teimum 50 lutstatunum – onki umboð við atkvøðurætti í Kongressuni. So tey stríðast fyri at fáa rættindi sum stakríki, uttan at hetta hevur eydnast higartil.

Hósdagin 22. apríl 2021 atkvøddi ein meiriluti í amerikanska Umboðsmannatinginum fyri at gera District of Columbia til stat nummar 51 í USA. 216 atkvøður vóru fyri, og 208 vóru ímóti. Verður Washington DC ein statur, skal hann hava tvey sæti í Senatinum, sum í dag hevur 100 sessir.

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
  1. http://www.cnn.com/2012/11/07/politics/election-puerto-rico/
  2. http://www.nytimes.com/2012/11/25/opinion/sunday/will-puerto-rico-be-americas-51st-state.html?pagewanted=all&_r=0
  3. http://www.abc.net.au/news/2008-05-27/guam-ponders-northern-marianas-reunification/2450494