Ólafur Ragnar Grímsson

Doktor Ólafur Ragnar Grímsson, føddur 14. mai 1943 í Ísafirði í Íslandi, er íslendskur politikari og fyrrverandi forseti Íslands. Hann varð valdur í 1996-2016, og hevur metið sum tann forsetin í Íslandi, ið hevur vunnið flest forsetaval, og verið longst virkandi forseti.

Ólafur Ragnar Grímsson (2010)

Lívsleið

rætta

Ólafur er føddur í Ísafirði í 1943, sonur ein hárskera og eina heimagangandi húsmóðir. Í 1974 giftist hann Guðrún Katrín Þorbergsdóttir, og eitt ár seinni fingu tey tvíburadøtur. Døtur teirra eita Guðrún Tinna og Svanhildur Dalla.[1]

Kona Ólafs doyði av leukemi í 1998. Hon var sera væl dámd, og tjóðarsorg var tá tíðindi um deyða hennara bórust.

 
Dorrit Moussaieff (2012)

Á 60 ára føðingardegi sínum í 2003, giftist Ólavur Dorrit Moussaieff[2], sum var ísraelsk, men hevði búð stóran part av lívi sínum í Englandi. Hon fekk íslenskan ríkisborgaraskap í 2006. Dorrit er kend fyri at hava sagt, í beinleiðis sending, í íslenska kringvarpinum: "Ísland er ekki lítið land. Ísland er stórasta land í heimi"[3], á føroyskum, "Ísland er ikki eitt lítið land, men heimsins stórasta land". Ein málvilla sum íslendingar javnan endurtaka í vinarligum skemti sín ímillum.

Lívsleið innan politikk

rætta

Ólafur sat í stjórn íslenska Framsóknarflokksins frá 1967 - 1974, men sleit seg burtur frá flokkinum í 1974, og fór upp í flokkin Samtök frjálslyndra og vinstri manna. Har var umboð til flokkurin gavst í 1976. Frá 1977 - 1996 umboðaði Ólafur flokkin Alþýðubandalagið, millum annað sum fíggjamálaráðharri frá 1988 - 1991, og í 1996 varð hann valdur til forseta fyri fyrstu ferð.

Forseti Íslands

rætta

Ólafur er fyrsti forseti í søgu Íslands, sum hevur noktað at skrivað undir og góðkent lógir sum altingið hevur lagt fram fyri hann. Hetta hendi í 2004. Um so kemur fyri, at ein forseti noktar, skal, eftir lógini, ein fólkaatkvøða setast í verk, men tað hendi ikki, tá altingið tók lógaruppskotið aftur áðrenn fólkaatkvøðan skuldi setast í verk.

Íslenska tjóðin fanst hvassliga at forsetanum í 2008, aftaná stuðul hansara við íslenskar fyritøkur á alheimsmarkaðinum, og samband hansara og vinskap við teir ríku handilsmennirnar, ið vórðu orsøk til fíggjarkreppuna.

Noktan av miðla lógaruppskotinum í 2004

rætta

Ólafur noktaði at skriva undir lógaruppskot um tingstýrt eftirlit við teimum íslensku fjølmiðlunum. Lógaruppskotið var tikið aftur áðrenn tað kom til fólkaatkvøðu. Ein onnur líknandi lóg varð tó góðtikin í 2011.[4]

Hjartaskurðviðgerð í 2008

rætta

Í oktober 2008, varð forsetin lagdur undir hjartaskurðviðgerð.[5] Tjóðin frætti ikki um skurðviðgerðina fyrr enn nakrar dagar seinni. Í fráveru forsetans, hevur forsetismálaráðharrin vald hansara sambært lógum Íslands.

Fundur við sendiharrar í Norðurlondum 2008

rætta

Í november 2008, varð hildin fundur millum forsetan og sendiharrar í Norðurlondum. Sæmbart skrivi, sum lak til fjølmiðlarnar, var forsetin sera hart orðaður, og fanst at Norðurlondunum fyri ikki at hava hjálpt Íslandi í fíggjakreppuni.

Geir H. Haarde biður um lov til at siga upp starvi

rætta

Geir H. Haarde, táverandi forsetismálaráðharri, bað um loyvi, í januar 2009, til at siga seg úr starvi, vegna atfinningar tjóðarinnar, um leiðslu hansara í fíggjarkreppuni. Forsetin játtaði, og virkaði Jóhanna Sigurðardóttir sum forsetismálaráðharri, til næsta val sum var 26. apríl sama ár.

Miðlaatfinningar

rætta

Í nýggjárstalu síni í 2012, boðaði Ólafur frá at hann ikki stillaði upp aftur til forsetaval sama ár, men ætlaði at venda sær til onnur størv. Hann noktaði at geva meira innlit í avgerð sína tá miðlarnir spurdu.

Íslenska tjóðin byrjaði undirskriftasamling, til at heita á forsetan at stilla uppaftur, og savnaðurst 30.000 undirskriftir. Á fjølmiðlafundi í endanum á februar, segðist Ólafur umhugsa at stilla upp, og boðaði endanliga frá at hann stillaði upp í mars mánaði 2012. Ólafur vann forsetavalið við 52% av atkvøðunum[6], og varð fyrsti forseti Íslands at sita 5 skeið sum forseti. Eingin forseti í Íslandi hevur sitið meira enn 4 skeið.

Keldur

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-04-10. https://web.archive.org/web/20160410175251/http://english.forseti.is/ThePresidentofIceland/OlafurRagnarGrimsson/. Heintað 2014-12-18. 
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-04-13. https://web.archive.org/web/20160413011510/http://english.forseti.is/TheFirstLady/DorritMoussaieff. Heintað 2014-12-18. 
  3. http://www.visir.is/island-er-storasta-land-i-heimi/article/2008695803619
  4. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-01-05. https://web.archive.org/web/20160105030747/http://www.icenews.is/2011/04/16/22809/. Heintað 2014-12-18. 
  5. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-08-15. https://web.archive.org/web/20180815020341/http://icelandreview.com/news/2008/10/10/icelands-president-heart-surgery. Heintað 2014-12-18. 
  6. http://www.theguardian.com/world/2012/jul/01/iceland-president-olafur-grimsson-reelected