Yvirgangsálopini í París í november 2015

Yvirgangsálopini í París í november 2015 var ein røð av skothendingum og bumbuatsóknum á seks ymiskum støðum í París, har ið minst 130 sivilfólk og 7 yvirgangsfólk hava latið lív og 368 fólk vóru særd,[4][7] av teimum 130 dripnu vóru 89 dripin í Bataclan konserthúsinum.[12][13][14][15] Álopini byrjaðu klokkan 21:16[16] við trimum einstøkum spreingingum og seks hópskotriðum inni í París — teirra millum vóru bumbubrestir nærindis tjóðarfótbóltsstadion Fraklands Stade de France í norður-forstaðnum Saint-Denis, har franski forsetin var millum áskoðararnar til vinarlandsdyst millum Frakland og Týskland.[16]

Álopini í París í november 2015
Staðsetingar av álopunum inni í París og Saint-Denis
Staður París, Frakland.
1: Rue Bichat og Rue Alibert (Le Petit Cambodge, Le Carillon, La Casa Nostra)
2: nærindis Stade de France
3: Rue de Charonne (La Belle Équipe)
4: Le Bataclan theatre
5: Rue de Charonne (La Belle Équipe)
Dato 13 november 2015 (2015-11-13) –
14 november 2015 (2015-11-14)
21:16 – 00:58 (CET)
Slag av álopi
Hópskjóting, bumbing, gíslatøka, sjálvmorðsbumbuálop
Vápn
Deyð

137, av hesum

  • 130 offur[2]
  • 7 gerningsmenn[3]
Ikki-deyðiliga særd
368,[4] (80–99 kritiskt)[5][6][7] harav 80 álvarsamt;[5] 3 doyðu seinni á sjúkrahúsi.[8]
Brotsfólk

Islamiskur Statur (ISIL, ISIS, IS)

  • Abdelhamid Abaaoud
  • Salah Abdeslam
  • Bilal Hadfi
  • Ahmed Almuhamed
  • Samy Amimour
  • Omar Ismaël Mostefai
  • Ibrahim Abdeslam
  • Abbdulakbak B.
  • Foued Mohamed-Aggad
  • Í minsta lagi 12 onnur eru undir illgruna fyri at vera samsek.[9]
Orsøk Víðgongd islamisma. Hugsjónarligur illvilji móti París sum høvuðsstaður fyri 'andstygd og siðloysi'[10] og hevndaratgerð fyri fronsk loftálop í Sýria og Irak.[11]

Tað deyðiligasta álopið fór fram inni í Bataclan teatrinum undir eini konsert við amerikanska metalbólkinum Eagles of Death Metal, har umleið 1500 fólk vóru. Fýra álopsmenn komu inn og fóru upp á balkongina, har teir byrjaðu at skjóta oman yvir mongdina av fólkum við AK-47 Kalasnikov riflum. Fólk fóru í panikk og tóku til rýmingar gjøgnum neyðdyr. Álopsmenninir tóku gíslar og fóru í holt við at avrætta tilvildarlig fólk í teatrinum, ið ikki náddu at flýggja. Løgreglulið stomaðu bygningin klokkan 00:58 lokala tíð, og skutu ein av teimum fýra álopsfólkum, meðan hini trý álopsfólkini tóku lívið av sær sjálvum við at útloysa bumbubeltið, ið tey høvdu bundið um miðjuna. Tilsamans átta álopsfólk eru dripin, og myndugleikarnir leita eftir samsekum, ið enn ganga leys.[13]

Forseti Fraklands François Hollande lýsti landið í undantaksstøðu stutt fyri miðnátt tann 13. november 2015 og gav boð um at landamørk Fraklands skuldu steingjast.

Álopini

rætta
Tíðarlinja fyri álopini

13. november:

  • 21:17 - Ein sjálvmorðsbumbumaður spreingir seg sjálvan í luftina nærindis Stade de France.[17]
  • 21:20 - Skjóting á Le Carillon.[18]
  • 21:30 - Onnur sjálvmorðsbumbuspreingingin fer fram á Stade de France.[17]
  • 21:50 - Skjóting á Rue de Charonne.[17]
  • 21:53 - Triðja sjálvmorðsbumbuspreingingin fer fram á Stade de France.[17]
  • 22:00 - Gíslatøka á Bataclan leikhúsinum.

14. november:

  • 00:58 - Franska løgreglan endar skundatsóknina á Bataclan leikhúsinum, har 60–100 fólk vóru hildin sum gíslar.[17]
Allar tíðir eru CET.
 
Bataclan í 2008

Álopini fóru fram uttanfyri Stade de France, í økjunum kring Rue Alibert, Rue de la Fontaine-au-Roi, Rue de Charonne, Bataclan sjónleikarhúsið á Boulevard Voltaire, Avenue de la République, og Boulevard de Beaumarchais.[19]

Gøturnar Alibert og Bichat

rætta

Tey fyrstu álopini hendu á gøtunum Rue Bichat og Rue Alibert, nærindis Canal Saint-Martin í 10. arrondissement í París. Álopsfólk skutu móti fólkum uttanfyri Le Carillon, ein café-bar, klokkan umleið 21:20 CET.[20] Síðan hildu álopsfólkini leiðina fram til Rue Bichat og lupu á Le Petit Cambodge (Little Cambodia), ið er ein matstova, og drupu har ellivu fólk, sambært fronsku løgregluni. [12][21][22]

Ta sigst, at álopsfólkini flyddu í einum ella tveimum akførum eftir skotálopini.[23] Eitt av akførunum segðist at hava belgisk nummarskjøldur.[24] Læknar frá sjúkrahúsinum Hôpital Saint-Louis, ið var nærindis, vóru staddir á Le Carillon, meðan álopini vóru framd og góvu bráðfeingis hjálp til tey særdu eftir álopið.[24]

Rue de la Fontaine-au-Roi

rætta

Skot vóru loyst av á terassuni á italsku matstovuni La Casa Nostra á rue de la Fontaine-au-Roi, sunnanfyri rue Bichat, av einum manni við maskinbyrsu.[25] Ákærin í París kunngjørdi, at fimm fólk vóru dripin og átta vórðu særd.[12] Eitt eygnavitni greiddi frá, at fólk vórðu dripin av einum byrsumanni á skutara, ið skjeyt "skotrøð við trimum ella fýra skotum."[26]

Rue de Charonne

rætta

Tveir álopsmenn skutu í fleiri minuttir móti terassuni á La Belle Équipe, ið er ein matstova á rue de Charonne í 11. arrondissement, áðrenn teir vendu aftur til bil teirra og koyrdu avstað[14] klokkan umleið 21:50.[25] Løgreglan váttað at 18 fólk vórðu dripin av álopsmonnunum, ið skutu á uttandura terassuni hjá matstovuni.[12][27]

Boulevard Voltaire

rætta

Ein annar álopsmaður útloysti sín sjálvmorðsbumbuvest á Boulevard Voltaire nærindis Place de la Nation.[28] Klokkan umleið 21:40, sat hann á kaffistovuni Comptoir Voltaire og bílegði, áðrenn hann útloysti sjálvmorðsbumbuvestin og harvið tók lívið av sær sjálvum og særdi 15, harav er ein persónur álvarsliga særdur.[25][29]

Hópmorð í Bataclan leikhúsinum

rætta

Ein hópskjóting og gíslatøka fór fram á Bataclan leikhúsinum, hvørs eigari til stutt fyri álopið, var ein jødisk familja,[30] á boulevard Voltaire í 11. arrondissement har ið amerikanska rock orkestrið Eagles of Death Metal spældu fyri umleið 1500 fólkum.[31][32] Initial police reports estimated that 100 people were killed at the theatre,[13][12] Orkestrið hevði spælt umleið fimm sangir, tá ið spreingingar fóru fram, og førdu til ørkymlan millum tey mongu, ið fyrst hildu, at hetta var partur av showinum.[33] Klokkan umleið 21:45, eftir at konsertin hevði var í ein tíma,[34] komu trýggi til fýra svartklæddir menn við AK-47 byrsum inn í hølið.[28] Vitni hoyrdu onkran av teimum rópa "Allahu akbar" beint áðrenn byrsumenninir kaldir og skipað byrjaðu at skjóta inn í mannamúgvuna.[28][31] Eitt vitni segði, at hann sá vápnaðir menn fara inn á Bataclan, og tveir ella tríggir menn ið ikki høvdu masku á, skutu tilvildarliga yvir mannamúgvuna.[13] Álopið var umleið 20 minuttir, og vitni hava eisini sagt, at álopsmenninir kastaðu hondgranatir inn í mannamúgvuna.[31] Ein útvarpsmaður, Julien Pearce, ið var á konsertini, segði seinni, at hann sá álopsmenninar sum kaldir og avgjørdir. Hann segði við CNN at tey løgdu byrsurnar tríggjar til fýra ferðir.[31]

Offur eftir tjóðskapi
Tjóðskapur Dripin Skadd Kelda
  Frakland * 102 321
  Belgia * 3 [35]
  Kili 3 [36]
  Portugal 2 4 [37]
  Algeria 2 [38]
  Meksiko * 2 1 [36]
  Rumenia 2 2 [39][40]
  Egyptaland * 2 1 [41]
  Senegal 2 [42]
  Tunesia 2 1 [42]
  Týskland 2 [43][44]
  Italia 1 2 [45][46]
  Marokko 1 1
  Spania 1 [47]
  Svøríki 1 1 [13]
  USA * 1 [42]
  Stóra Bretland 1 [36]
  Venesuela 1[48][49] 2 [50]
  Serbia 14 [51]
  Niðurlond 3
  Brasil 2
  Avstralia 1 [52]
  Eysturríki 1 [53]
  Kanada 1 [54]
  Kina 1 [55]
  Kolumbia 1 [56]
  Írland 1 [57]
Tilsamans 130 432 [13]
* Some victims had multiple citizenships. Counts are based on preliminary data and may not be complete.

129 offur mistu lívið undir álopunum og 433 vóru særd,[7] harav vóru 80 álvarsliga særd.[5] Av ofrunum doyðu 89 á Bataclan leikhúsinum, 15 á Le Carillon og Le Petit Cambodge, 5 á Café Bonne Bière og La Casa Nostra, 1 á Stade de France, og 19 á La Belle Équipe.[2] Tað er váttað, at offurini komu frá í minsta lagi 26 londum (summi hava meira enn ein statsborgaraskap).

Gerningsmenn

rætta

Sambært løgregluni í Fraklandi doyðu sjey yvirgangsmenn undir álopunum í Paris 13. og 14. november 2015, men enn er óvissa um, hvussu nógv fólk luttóku og hjálptu til. Hildið verður, at í minsta lagi ein annar var við í álopunum. Gerningsmenn ið franskir myndugleikar highartil hava kunngjørt nøvnini á eru hesi:

Teir tríggir, ið sprongdu seg sjálvar við sjálvmorðsbumbum uttanfyri Stade de France:

  • Bilal Hadfi, Belgisk-føddur, hevur fyrr verið í bardaga í Sýria og luttikið í borgarakrígnum fyri IS.[58]
  • Abbdulakbak B.[59]
  • Ein triði maður, varð fyrst, orsakað av passinum hann hevði, eyðmerktur sum tann 25-ára gamli Ahmad Almuhammad[60][58] (ella Ahmad Al Mohammad) úr Sýria. Ein grikskur ráðharri, Nikos Toskas, segði, at ein persónur við sýriskum passi kom til griksku oynna Leros í oktober 2015, har hann varð skrásettur og fingramerki hansara vóru tikin, eftir at hann varð komin við báti úr Turkalandi.[61] Myndugleikarnir meta, at talan er um eitt falskt pass,[60] men maðurin ið sum tann triði útloysti eina sjálvmorðsbumbu uttanfyri Stade de France, er tann sami sum tann ið kom til Leros, tí fingramerkini benda á tað.[60][62][63][64][65] Franskir myndugleikar hava kunngjørt, at "Ahmad Al Mohammad" eftir øllum at døma var ein deyður sýriskur hermaður, hvørs pass varð stolið.[66][67]

Brahim Abdeslam var ein 31-ára gamal fraklendingur, ið búði í Molenbeek í Belgia. Hann framdi skjótingar í 10. og 11. arrondissementunum, og løtu seinni sprongdi seg sjálvan við sjálvmorðsvesti á matstovuni Comptoir Voltaire á Boulevard Voltaire nærindis Bataclan leikhúsið.[68][28][58]

Í minsta lagi tríggir persónar framdu hópdráp við skotum, granatum og sjálvmorðsbumbum inni á Bataclan:

  • Samy Amimour, ein 28-ára gamal úr París, ið bardist í Yemen.[60][69] He had reportedly been on the run from police for two years prior to the attack, due to terrorism related charges.[70]
  • Omar Ismaël Mostefai, 29 ára gamal, úr Courcouronnes í Île-de-France nærindis París, hevur fyrr verið í Sýria og varð skrásettur av fronsku fregnartænastuni sum ein møguligur vandi fyri trygdina hjá statinum.[71] Eyðmerktur við fingramerki frá einum fingri, ið var sprongdur av hond hansara í teatrinum.[58][72] Mostefaï hevði portugisiska móður og algeriskan pápa, og var konverteraður til islam.[73][74][75]
  • Foued Mohamed-Aggad, 23 ára gamal úr einari bygd nærindis Strasbourg í Fraklandi. Hevur luttikið í borgarakrígnum í Sýria í 2013. Hevði tætt samband við Mourad Fares, ið lokkar fólk til Sýria.[76]

Harumframt er Abdeslam Salah úr Bruxelles í Belgia, føddur 15. september 1989, eftirlýstur sum samsekur.[77]

IS tók ábyrgdina fyri álopunum um morgunin tann 14. november í einum tíðindaskrivi[78][79], men IS nevndi tó ikki nakrar smálutir um álopini, ið ikki vóru alment kendir frammanundan.[80] Tað er tó ymiskt ið peikar á, at yvirgangsmenninir vóru partur av IS, og mett verður, at teir hava samskift við IS gjøgnum krypteraða tøkni.[81]

Hin 16. november 2015 peikaðu keldur frá fronsku løgregluni á tann 27 ára gamla Abdelhamid Abaaoud frá Molenbeek í Belgia sum tann ið hevði lagt ætlanir um álopini í París. Myndugleikar hava fyrr sett hann í samband við yvirgangsatsóknir, ið vóru forðaðar.[82][83]

Keldur

rætta
  1. "Paris attacks: More than 100 killed in gunfire and blasts, French media say". CNN. 14 November 2015. http://edition.cnn.com/2015/11/13/world/paris-shooting/index.html. Heintað 14 November 2015. 
  2. 2.0 2.1 "Paris attacks latest". The Telegraph. http://www.telegraph.co.uk/news/worldnews/europe/france/11996678/Paris-terror-attacks-victims-isil-suspects-Syria-arrests-live.html. Heintað 15 November 2015. 
  3. Claire Phipps (15 November 2015). "Paris attacker named as Ismaïl Omar Mostefai as investigation continues – live updates". The Guardian. http://www.theguardian.com/world/live/2015/nov/15/paris-attacker-named-investigation-continues-live-updates. Heintað 15 November 2015. 
  4. 4.0 4.1 M. Marcus (19 November 2015). "Injuries from Paris attacks will take long to heal". CBS. http://www.cbsnews.com/news/injuries-from-paris-attacks-will-take-long-to-heal/. Heintað 20 November 2015. 
  5. 5.0 5.1 5.2 "Search goes on for missing". BBC News. 16 November 2015. http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-34836330. Heintað 17 November 2015. 
  6. "Paris attacks: Everything we know on Wednesday evening". The Telegraph. 18 November 2015. http://www.telegraph.co.uk/news/worldnews/europe/france/11995246/Paris-shooting-What-we-know-so-far-on-Wednesday-afternoon.html. Heintað 19 November 2015. 
  7. 7.0 7.1 7.2 "Point de situation de l’AP-HP au 16 novembre et mesures prises pour soutenir les personnels". Assistance Publique – Hôpitaux de Paris. 16 November 2015. http://www.aphp.fr/contenu/attaques-paris-point-de-situation-de-lap-hp-au-16-novembre-et-mesures-prises-pour-soutenir. Heintað 17 November 2015. 
  8. "Attaques à Paris : ce que l'on sait des attentats qui ont fait au moins 128 morts" (in French). Le Monde.fr. Le Monde.fr. http://www.lemonde.fr/societe/article/2015/11/13/fusillade-meurtriere-a-paris_4809485_3224.html. Heintað 14 November 2015. 
  9. "#Paris Terror Attacks: Police issue WANTED notice for terror suspect Salah Abdeslam (26) and warn people not to approach him". Irish Independent. 15 November 2015. http://www.independent.ie/world-news/paris-terror-attacks-police-issue-wanted-notice-for-terror-suspect-salah-abdeslam-26-and-warn-people-not-to-approach-him-34202592.html. 
  10. "Paris attacks: Bloody atrocity signals shift in Isis strategy". Financial Times. 14 November 2015. http://www.ft.com/cms/s/2/f2135be4-8ac5-11e5-a549-b89a1dfede9b.html#axzz3rUMoUXgA. 
  11. Elgot, Jessica; Phipps, Claire; Bucks, Jonathan (14 November 2015). "Paris attacks: Islamic State says killings were response to Syria strikes". The Guardian. http://www.theguardian.com/world/live/2015/nov/14/paris-terror-attacks-attackers-dead-mass-killing-live-updates. "The group says the killings were in response to airstrikes against its militants in Syria, adding France would remain a “key target”." 
  12. 12.0 12.1 12.2 12.3 12.4 Rawlinson, Kevin (13 November 2015). "Fatal shootings and explosion reported in Paris – live". The Guardian. http://www.theguardian.com/world/live/2015/nov/13/shootings-reported-in-eastern-paris-live. Heintað 13 November 2015. 
  13. 13.0 13.1 13.2 13.3 13.4 13.5 "Paris attacks updates". BBC News. http://www.bbc.co.uk/news/live/world-europe-34815972. 
  14. 14.0 14.1 "Paris shootings: Casualties in city centre and explosion at the Stade de France". BBC News. 13 November 2015. http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-34814203. Heintað 13 November 2015. 
  15. "Paris shootings and explosions near the Stade de France kill 18". BBC News. 13 November 2015. http://www.bbc.com/news/world-europe-34814203. Heintað 13 November 2015. 
  16. 16.0 16.1 "Soudain, l'une des bombes explose en plein match" (in fr). http://www.20min.ch/ro/news/monde/story/Soudain--l-une-des-bombes-explose-en-plein-match-27994743. Heintað 14 November 2015. "On entend clairement, sur cette vidéo, la détonation de 21h16" 
  17. 17.0 17.1 17.2 17.3 17.4 "Hollande : «Un acte de guerre commis par une armée terroriste»". http://www.lefigaro.fr/actualites/2015/11/13/01001-20151113LIVWWW00406-fusillade-paris-explosions-stade-de-france.php. Heintað 14 November 2015. 
  18. "Scores killed in Paris terror attacks at six separate sites". http://www.usatoday.com/story/news/world/2015/11/13/multiple-deaths-reported-after-shootings-explosions-paris/75727746/. Heintað 14 November 2015. 
  19. Goldstein, Sasha (13 November 2015). "At least 26 dead after explosion, shooting reported in Paris". http://www.nydailynews.com/news/world/dead-explosions-shooting-reported-paris-article-1.2434381. Heintað 13 November 2015. 
  20. Stanglin, Doug (13 November 2015). "At least 46 dead in attacks in central Paris". http://www.usatoday.com/story/news/world/2015/11/13/multiple-deaths-reported-after-shootings-explosions-paris/75727746/. Heintað 13 November 2015. 
  21. "Paris Restaurant Shooting And Blasts Kill 26". Sky. 13 November 2015. http://news.sky.com/story/1587373/paris-restaurant-shooting-and-blasts-kill-26. Heintað 13 November 2015. 
  22. "26 confirmed dead in Paris attacks, 60 held hostage". Fox8. 13 November 2015. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 15 November 2015. https://web.archive.org/web/20151115230222/http://myfox8.com/2015/11/13/several-killed-in-shooting-outside-paris-restaurant/. Heintað 13 November 2015. 
  23. "'It's a horror': Hollande orders French borders closed after Paris terror attack leaves at least 149 dead". 13 November 2015. http://news.nationalpost.com/news/shootout-at-paris-restaurant-leaves-several-dead-police. Heintað 14 November 2015. 
  24. 24.0 24.1 Le Monde, Editors (14 November 2015). "Rue Bichat : " On pensait que c’étaient des pétards. C’étaient des scènes de guerre "". Le Monde. http://www.lemonde.fr/attaques-a-paris/article/2015/11/14/rue-bichat-on-ecoutait-de-la-musique-quand-on-a-entendu-ce-qu-on-pensait-etre-des-petards_4809562_4809495.html. Heintað 14 November 2015. 
  25. 25.0 25.1 25.2 "Paris attacks: What we know". BBC News. http://www.bbc.com/news/world-europe-34818994. 
  26. "Paris Attack Witness". The Guardian. http://www.theguardian.com/world/2015/nov/14/paris-attack-witness-he-was-dressed-in-black-professional-shooting-and-killing. 
  27. Melander, Ingrid and Marine Pennetier (14 November 2015). "At least 120 dead in Paris attacks, Hollande declares emergency". Reuters. http://www.reuters.com/article/2015/11/14/us-france-shooting-idUSKCN0T22IU20151114. Heintað 14 November 2015. 
  28. 28.0 28.1 28.2 28.3 Randolph, Eric and Simon Valmary (13 November 2015). "More than 120 people killed in Paris 'terror' attacks". Agence France-Presse. Yahoo! News. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 16 November 2015. https://web.archive.org/web/20151116214553/http://news.yahoo.com/least-120-dead-paris-attacks-investigation-source-pta-013205822.html. Heintað 14 November 2015. 
  29. "A Nation, le kamikaze s'est fait sauter en passant la commande". L'Express. 14 November 2015. http://www.lexpress.fr/actualite/societe/fait-divers/a-nation-le-kamikaze-s-est-fait-sauter-en-passant-la-commande_1735885.html. 
  30. Dan Bilefsky (14 November 2015). "Paris Theater Had Been Owned by a Jewish Family". The New York Times. http://www.nytimes.com/live/paris-attacks-live-updates/paris-theater-had-been-owned-by-a-jewish-family/. Heintað 14 November 2015. 
  31. 31.0 31.1 31.2 31.3 Nossiter, Adam; Higgins, Andrew (13 November 2015). "'Scene of Carnage' Inside Sold-Out Paris Concert Hall". The New York Times. http://www.nytimes.com/2015/11/14/world/europe/paris-attacks.html. Heintað 14 November 2015. 
  32. "Attaques terroristes à Paris: des dizaines de morts, l'état d'urgence décrété". Le Figaro. http://www.lefigaro.fr/actualites/2015/11/13/01001-20151113LIVWWW00406-fusillade-paris-explosions-stade-de-france.php. "Selon plusieurs sources concordantes, l'assaut est terminé au Bataclan. Selon BFM-TV, deux terroristes auraient été tués." 
  33. Andrew Higgins and Milan Schreuer (14 November 2015). "France Confronts ‘Absolute Barbarity’". The New York Times. http://www.nytimes.com/2015/11/15/world/europe/paris-terror-attacks-a-display-of-absolute-barbarity.html. Heintað 14 November 2015. 
  34. "Eagles of Death Metal at Le Bataclan". Bataclan. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 15 November 2015. https://web.archive.org/web/20151115233115/http://www.bataclan.fr/events.php?id=1059&annee=2015&mois=11. Heintað 14 November 2015. 
  35. "Elif Dogan et Milko Jozic, deux Liégeois, ont perdu la vie dans les attentats de Paris [Elif Dogan and Milko Jozic, two people from Liège, lost their lives in the Paris attacks]" (in French). Copiepresse. 14 November 2015. http://www.lameuse.be/1423449/article/2015-11-14/elif-dogan-et-milko-jozic-deux-liegeois-ont-perdu-la-vie-dans-les-attentats-de-p. Heintað 14 November 2015. 
  36. 36.0 36.1 36.2 James, Mike (14 November 2015). "Names, nationalities of the dead emerge from Paris terror". USA Today. http://www.usatoday.com/story/news/2015/11/14/paris-terror-victims-names-of-the-dead/75802608/. 
  37. "Secretário de Estado das Comunidades nega morte de terceira portuguesa" (in Portuguese). Sábado. 16 November 2015. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 17 November 2015. https://web.archive.org/web/20151117165141/http://www.sabado.pt/mundo/europa/detalhe/secretario_de_estado_das_comunidades_nega_morte_de_terceira_portuguesa.html. Heintað 17 November 2015. "José Cesário confirma a morte de dois portugueses e quatro feridos tratados nos hospitais parisienses que já tiveram alta." 
  38. "KUNA : Algeria confirms two nat'ls among Paris attack victims". kuna.net.kw. 14 November 2015. http://www.kuna.net.kw/ArticleDetails.aspx?id=2471828&language=en. Heintað 14 November 2015. 
  39. ProTV (15 November 2015). "Lacramioara si Ciprian, romanii morti la Paris, omagiati in biserica in care si-au botezat copilul: "Suntem terminati"". http://stirileprotv.ro/stiri/atentat-in-paris/lacramioara-si-ciprian-romanii-morti-la-paris-omagiati-in-biserica-in-care-si-au-botezat-copilul-suntem-terminati.html. 
  40. TVR (14 November 2015). "MAE: Doi români, un bărbat şi o femeie, au murit în atentatele de la Paris. Alţi doi români au fost răniţi". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 16 November 2015. https://web.archive.org/web/20151116143934/http://stiri.tvr.ro/mae--doi-romani--un-barbat-si-ofemeie--au-murit-in-atentatele-de-la-paris--un-alt-roman-este-ranit-usor_67429.html. Heintað 17 November 2015. 
  41. "Two Egyptians Killed, One Severely Injured in Paris Attacks". Egyptian Streets. http://egyptianstreets.com/2015/11/16/two-egyptians-killed-one-severely-injured-in-paris-attacks/. Heintað 17 November 2015. 
  42. 42.0 42.1 42.2 "Paris attacks: Who were the victims?". BBC. http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-34821813. Heintað 16 November 2015. 
  43. "Ein Deutscher bei Attentaten von Paris getötet". http://www.welt.de/incoming/article148859443/Ein-Deutscher-bei-Attentaten-von-Paris-getoetet.html. 
  44. "Anschläge in Paris: Zweites deutsches Todesopfer bestätigt". http://www.spiegel.de/politik/ausland/terror-in-paris-zweites-deutsches-todesopfer-bestaetigt-a-1063103.html. 
  45. Agnese Ananasso. "Strage Parigi, i parenti: Valeria Solesin tra le vittime del teatro Bataclan". http://www.repubblica.it/esteri/2015/11/15/news/valeria_solesin_attentato_bataclan-127399230/. 
  46. "Parigi, tra i feriti due italiani di Senigallia - l'Espresso". Espresso.repubblica.it. http://espresso.repubblica.it/internazionale/2015/11/14/news/parigi-tra-i-feriti-due-italiani-di-senigallia-1.239034. Heintað 16 November 2015. 
  47. "Rajoy solo confirma la muerte de un español, Juan Alberto González Garrido" (in Spanskt). ABC. 15 November 2015. http://www.abc.es/espana/galicia/abci-gallego-alberto-pardo-casado-francesa-fallecio-sala-bataclan-paris-201511151517_noticia.html. Heintað 15 November 2015. 
  48. "Gobierno de Venezuela confirma la muerte de Sven Alejandro Silva Perugini en los ataques a París" (in es). http://www.bbc.com/mundo/noticias/2015/11/151117_america_latina_venezuela_/. Heintað 17 November 2015. 
  49. "Identifican a venezolano muerto en ataques de París" (in es). telesurtv.net. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 18 November 2015. https://web.archive.org/web/20151118143135/http://www.telesurtv.net/news/Venezolano-muerto-en-Paris-era-Sven-Alejandro-Silva-Perugini-20151117-0030.html. Heintað 17 November 2015. 
  50. EFE. "Embajador francés confirma que tres venezolanos fueron heridos en ataques". http://www.elnuevoherald.com/noticias/mundo/america-latina/venezuela-es/article45019224.html. 
  51. N1 Beograd. "U Parizu povređeno 14 srpskih državljana". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-11-17. https://web.archive.org/web/20151117081248/http://rs.n1info.com/a109521/Vesti/Srpski-drzavljani-povredjeni-u-Parizu.html. Heintað 2015-11-17. 
  52. AAP. "Hobart woman shot in Paris attacks 'in good spirits' and recovering after surgery". http://www.9news.com.au/world/2015/11/16/04/54/australian-terror-victim-doing-well. 
  53. APA/AFP/dpa/Reuters. "Anschläge in Paris: Österreichisches Opfer außer Lebensgefahr". https://diepresse.com/home/politik/aussenpolitik/4866787/Osterreichisches-Opfer-ausser-Lebensgefahr. 
  54. "Canadian confirmed injured in Paris attacks". CBC News. The Canadian Press. 16 November 2015. http://www.cbc.ca/news/world/canadian-paris-attacks-1.3322192. Heintað 16 November 2015. 
  55. "中国驻法大使馆:确认有中国公民在巴黎恐袭中受伤" (in Chinese). Xinhua. 15 November 2015. http://news.xinhuanet.com/world/2015-11/15/c_128430636.htm. Heintað 15 November 2015. 
  56. Semana. "El hijo de un colombiano resultó herido en los atentados de París". http://www.semana.com/nacion/articulo/atentados-en-paris-el-colombiano-que-resulto-herido-en-el-ataque/450029-3. 
  57. "Irishman undergoes surgery after Bataclan attack". Raidió Teilifís Éireann. 15 November 2015. http://www.rte.ie/news/2015/1114/741957-ireland-paris-attacks/. Heintað 15 November 2015. 
  58. 58.0 58.1 58.2 58.3 "Ibrahim and Salah Abdeslam, Bilal Hadfi ID'd as Three of the Paris Terrorists". The Epoch Times. 15 November 2015. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 19 November 2015. https://web.archive.org/web/20151119070940/http://www.theepochtimes.com/n3/1900015-ibrahim-and-salah-abdeslam-bilal-hadfi-idd-as-three-of-the-paris-terrorists/. Heintað 17 November 2015. 
  59. "Who Are Ismaël Omar Mostefai And Abbdulakbak B.? Paris Attackers Responsible For France Bombings, Shootings". International Business Times. 14 November 2015. http://www.ibtimes.com/who-are-ismael-omar-mostefai-abbdulakbak-b-paris-attackers-responsible-france-2184325?ft=95p2z. Heintað 15 November 2015. 
  60. 60.0 60.1 60.2 60.3 "Paris attacks: Who were the attackers?". BBC News. 17 November 2015. http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-34832512. Heintað 19 November 2015. 
  61. "Holder of Syrian passport found near Paris gunman crossed Greece". Reuters. http://www.reuters.com/article/2015/11/14/us-france-shooting-greece-idUSKCN0T312W20151114#ZWXWb3Yt8sAkXiqm.97. 
  62. "Fingerprints from Paris bomber match man registered in Greece says prosecutor". Reuters. 16 November 2015. http://www.reuters.com/article/2015/11/16/us-france-shooting-bomber-greece-idUSKCN0T50U420151116#A5lYf3tX3k3kLEk4.97. 
  63. Buchanan, Rose Troup (14 November 2015). "Paris terror attacks: Syrian passport found on body of suicide bomber at Stade de France". The Independent. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 14 November 2015. https://web.archive.org/web/20151114225614/http://www.independent.co.uk/news/world/europe/paris-terror-attacks-syrian-passport-found-on-body-of-suicide-bomber-at-stade-de-france-a6734491.html. Heintað 19 November 2015. "A Syrian passport has been found on the body of one of the suicide bombers at the Stade de France, French police have told Reuters. ... Witnesses described one attacker as "white", "European type" according to BFMtv." 
  64. Malnick, Edward (15 November 2015). "Paris terror attack: Everything we know so far on Sunday afternoon". The Telegraph. http://www.telegraph.co.uk/news/worldnews/europe/france/11995246/Paris-shooting-What-we-know-so-far.html. Heintað 15 November 2015. 
  65. "Prosecutor: 3 teams of extremists carried out attacks". CBS News. 14 November 2015. http://www.cbsnews.com/news/paris-attacks-teams-extremists-france-prosecutor/. Heintað 15 November 2015. "However, a U.S. intelligence official told CBS News the Syrian passport might be fake. The official said the passport did not contain the correct numbers for a legitimate Syrian passport and the picture did not match the name." 
  66. "Police Conduct Raid Near Paris in Search for Planner of Attacks; 5 Arrested". The New York Times. 18 November 2015. http://www.nytimes.com/2015/11/19/world/europe/paris-attacks.html. Heintað 18 November 2015. "The passport was probably stolen, and the identity on the passport page—Ahmad al-Mohammad, 25, of Idlib, Syria—may be that of a dead Syrian soldier, the French official said." 
  67. "Doubts about Syrian passport dropped by Paris attacker". DW. 17 November 2015. http://www.dw.com/en/doubts-about-syrian-passport-dropped-by-paris-attacker/a-18856760. Heintað 18 November 2015. "Police in France have been trying to discern whether a passport used by one of the Paris suicide bombers was stolen from a dead Syrian soldier. Germany's interior minister has suggested it was a ploy to set up refugees." 
  68. On the run from Isis: Jihadists ‘targeting Paris attacker Salah Abdeslam for chickening out of killings’, Independent. Retrieved 20 November 2015.
  69. "Samy Amimour, kamikaze du Bataclan, faisait l'objet d'un mandat d'arrêt international". BFM TV. 15 November 2015. http://www.bfmtv.com/societe/attentats-a-paris-qui-est-samy-amimour-kamikaze-au-bataclan-930464.html. Heintað 15 November 2015. 
  70. "France begins to work out the identities of the Paris attackers". The Economist. 17 November 2015. http://www.economist.com/news/europe/21678714-president-hollande-vows-destroy-islamic-state-france-begins-work-out-identities. Heintað 18 November 2015. 
  71. DR ved terroristens hjem: Gardinerne er trukket for, dr.dk, 15. november 2015
  72. Safi, Michael (15 November 2015). "Paris attacks: severed finger found at Bataclan theatre identifies attacker". The Guardian. http://www.theguardian.com/world/2015/nov/15/paris-attacks-severed-finger-found-at-bataclan-theatre-identifies-attacker. Heintað 15 November 2015. 
  73. "Ismaël Omar Mostefaï, profil d'un kamikaze français". Paris Match. 16 November 2015. http://www.parismatch.com/Actu/Societe/Ismael-Omar-Mostefai-profil-d-un-kamikaze-francais-866191. Heintað 16 November 2015. 
  74. "Paris attacks: Bataclan assailant named as Ismail Omar Mostefai". The Sydney Morning Herald. http://www.smh.com.au/world/paris-attacks-bataclan-assailant-named-as-ismail-omar-mostefai-20151115-gkzeq3.html. 
  75. "Paris attacks were carried out by three groups tied to Islamic State, official says". The Washington Post. 14 November 2015. https://www.washingtonpost.com/world/string-of-paris-terrorist-attacks-leaves-over-120-dead/2015/11/14/066df55c-8a73-11e5-bd91-d385b244482f_story.html. Heintað 15 November 2015. 
  76. - Paris attacks: 3rd Bataclan bomber identified
  77. Fransk politi lod efterlyst terrorist gå, dr.dk, 15. november 2015
  78. "Attentats à Paris : Le groupe Etat islamique revendique les attaques de vendredi à Paris" (in French). 20 Minutes. http://www.20minutes.fr/societe/1730283-20151114-direct-attentats-paris-plus-120-tueshuit-terroristes-morts-attentats. Heintað 14 November 2015. 
  79. "L'Etat islamique revendique les attentats de vendredi à Paris" (in French). liberation.fr. http://www.liberation.fr/france/2015/11/14/l-etat-islamique-revendique-les-attentats-de-vendredi-a-paris_1413412. Heintað 14 November 2015. 
  80. Max Fisher. "Here is ISIS's statement claiming responsibility for the Paris attacks". Vox. https://www.vox.com/2015/11/14/9734794/isis-claim-paris-statement. 
  81. Katrin Bennhold and Michael S. Schmidt (15 November 2015). "Paris Attackers Communicated With ISIS, Officials Say". http://www.nytimes.com/2015/11/16/world/europe/paris-attackers-communicated-with-isis-officials-say.html?action=click&pgtype=Homepage&clickSource=story-heading&module=span-abc-region&region=span-abc-region&WT.nav=span-abc-region&_r=0. Heintað 15 November 2015. 
  82. Frankrig: Belgier beordrede Paris-angreb, Information 16. november 2015
  83. http://www.kristeligt-dagblad.dk/udland/frankrig-belgier-beordrede-paris-angreb Frankrig: Belgier beordrede Paris-angreb, Kristeligt Dagblad 16. november 2015]

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo