X Factor (Danmark)
X Factor er ein sjónvarpssending, har fólk sleppa at vísa, hvussu væl tey duga at syngja. X Factor verður framleitt í fleiri ymiskum londum, og varð upprunaliga framleidd í Stóra Bretlandi. Tað var sjónvarps og tónleika framleiðarin og tónleika dómarin Simon Cowell, ið fann uppá X Factor sendingina. Í Danmark hevur sendingin verði framleidd síðan 2008. Fyrsta sendingin varð víst í DR1 í januar, februar og mars 2008. Fyrst koma ein rúgva av fólki til tær sonevndu auditions, har tey syngja fyri trimum dómarum. Her hendur so ein grov sortering, har tey allar flestu verða send heim. Men rættiliga nógv verða tó vald út til at koma til tað tey nevna boothcamp, og har framføra tey fleiri ferðir og at enda velja dómarnir, sum hava fingið onkran at hjálpa sær, tey nýggju út, sum sleppa við til live framførslurnar. Hvør dómari sleppur at velja tríggjar luttakarar. Tá bootcamp byrjar verða teir tríggir bólkarnir tilvildarliga býttir út til dómararnar. Ein av teimum fær so tey ungu millum 15 og 24, ein fær tey meira tilkomnu, sum eru yvir 25 og ein dómari fær so bólkarnar. Fleiri ferðir hevur tað víst seg, at bólkarnir ikki hava nóg høga góðsku, og tí eru dómararnir farnir at gera sín egna bólk ella kanska fleiri við at seta einkultir sangarar, sum annar vóru blivin send heim, saman til ein sangbólk. Í 2009 hepnaðist henda mannagongd so mikið væl, at bólkurin Alien Beat Club gjørdist nummar tvey, sjálvt um tey øll fýra stillaðu upp sum solistar at byrja við. Tað var dómarin Remee, sum setti tey saman.
Føroyingar í X Factor (Danmark)
rættaFleiri føroyingar hava luttikið í og klára seg væl í X Factor sang kappingini í Danmark. Í 2009 luttók føroyska Linda Andrews í kappingini, og hon kláraði seg so mikið væl, at hon vann kappingina.[1] Í 2010 luttók Anna Nygaard, sum eftir at sendingin varð liðug fekk sær kunstnaranavnið Anna Faroe. Anna var millum tey 9 sum komu til live framførslurnar, men kom tó ikki í finaluna. Anna gjørdist nummar 5.
Í 2011 gjørdist vinnarin Sarah Skaalum Jørgensen, í X Factor kend sum Sarah. Sarah er ikki heilur føroyingur, og heldur ikki hálvur, men hon er kvartur føroyingur, ættað úr Hvalba, hagani millumnavnið Skaalum kemur.
Í 2012 luttók Sveinur Gaard Olsen úr Havn og Kristel Lisberg av Tvøroyri. Kristel kom víðari fleiri ferðir, men beint áðrenn tey allar seinastu skuldu veljast út til live framførslurnar, so bleiv hon vald frá og slapp ikki við. Sveinur Gaard Olsen kom allan vegin til finaluna. Hann gjørdist nummar trý. Beint áðrenn finaluna varð skipað fyri einum túri til Føroya, har DR1 fólkini fylgdu við honum. DR1, Norðurlandahúsið og Tórshavnar Kommuna skipaðu fyri móttøku av Sveini, og uttan at hann visti av tí, høvdu tey saman við familju hansara skipa fyri einari konsert í Norðurlandahúsinum. Brot frá móttøkuni og konsertini vóru síðan víst í næstu X Factor sendingini, har dómarin Thomas Blachman tosaði rættiliga ironiskt um tað at borgarstjórin í Havn (Heðin Mortensen) helt røðu fyri Sveini. Ein annar luttakari sum varð millum tey 9 sum komu við til live framførslurnar, var hálvur føroyingur og hálvur íslendari. Tað var Jean Michel, sum var helmingurin av einum bólki saman við Nicoline Simone. Tað bleiv rættiliga rokaligt, tá Jean Michel stutt árðenn finaluna, tá bara ein live framførsla var eftir, tók seg úr kappingini. Av tí at tey bæði vóru ein bólkur, so kundi Nicoline Simone ikki halda fram uttan Jean Michel.[2] Í seinastu framførsluni áðrenn finaluna bleiv tí ongin sendur heim. Sendingin helt tó á sum vanligt, og fólk sluppu at atkvøða álíkavæl, og tær atkvøðurnar komu so at telja við til sjálva finaluna.
Í 2014 varð ein bólkur samansettur av Anthony og Jasmin, bólkurin fekk navnið Anthony Jasmin og endaði við at vinna X Factor Danmark 2014. Jasmin er hálvur føroyingur, mamma hennara, Hannah Dahl, er ættað úr Vági. Mamman er dóttir Magnus Dahl úr Vági.[3][4][5]
Í 2015 luttók føroyski sangarin og tónleikarin Jógvan Joensen úr Fuglafirði. Hann fekk Lina Rafn til mentor. Hann kom til liveshow har bert 9 einstaklingar og bólkar sleppa at luttaka, Jógvan luttók í bólkinum 23 ár og eldri. Hann kom í vandabólkin til fyrsta liveshow saman við einum øðrum luttakara hjá Line, og tí slapp Line Rafn sjálv at velja, hvør skuldi sendast heim, hon valdi at senda Nanni heim. Í næsta liveshow slapp Jógvan víðari uttan at koma í vandabólkin. Jógvan kom allan vegin til seinastu finaluna, har bert trýggir luttakarar eru eftir. Hann gjørdist nummar tvey av øllum, meðan tann tá bert 15-ára gamla Emilie Esther vann kappingina.
Yvirlit
rættaSesongyvirlit
rætta Luttekur í (ella er mentor fyri) "Undir 25"-bólkinum ("Undir 24" í sesong 6, "Undir 23" í sesong 7)
Luttekur í (ella er mentor fyri) "Yvir 25"-bólkurin ("Yvir 24" í sesong 6, "Yvir 23" í sesong 7)
Luttekur í (ella er mentor fyri) "Bólkar"-bólkin
- Viðmerkingar
|
|
|
Bólkarnir og finalistarnir hjá dómarunum
rættaLykil:
- – Vinnandi dómari/bólkur. Vinnarar eru við feitari skrift, tey ið blivu stemmaði út eru við lítlari skrift.
Sesong | Thomas Blachman | Lina Rafn | Remee |
---|---|---|---|
Eitt | Yvir 25 Heidi Svelmøe Herløw Lisa Maria Birkekvist Frederik Konradsen |
Bólkar Vocaloca RaiDen Søren & Anne |
15-24 Martin Hoberg Hedegaard Laura Arensbak Kjaergaard Basim Moujahid |
Tvey | 15-24 Mohamed Ali Sidsel Lieknins Vestertjele Lucas Francis Claver |
Yvir 25 Linda Andrews Claus Seest Claus Lillelund |
Bólkar Alien Beat Club Asian Sensation Tårnhøj |
Sesong | Soulshock | Pernille Rosendahl | Remee |
Trý | Bólkar The Fireflies 8210 In-Joy |
Yvir 25 Thomas Ring Petersen Daniel Vengsgaard Peter Søborg |
15-24 Tine Midtgaard Madsen Jesper Boesgaard Anna Nygaard |
Sesong | Thomas Blachman | Pernille Rosendahl | Cutfather |
Fýra | Yvir 25 Annelouise Patricia Ercan |
Bólkar Rikke & Trine JR Deevibez |
15-24 Sarah Skaalum Jørgensen Babou Rasmus |
Fimm | Bólkur Nicoline Simone & Jean Michel Tandberg & Østenby Phuong & Rasmus |
15-24s Ida Østergaard Madsen Line Morten Benjamin |
Yvir 25 Sveinur Gaard Olsen Mulila Katrine |
Sesong | Thomas Blachman | Ida Corr | Anne Linnet |
Seks | 15-23 Karoline Amanda Zaina |
Yvir 24 Chresten Falck Damborg Stephanie Jonas |
Bólkar Wasteland Anna & Lusanda Lotus |
Sesong | Thomas Blachman | Lina Rafn | Remee |
Sjey | Bólkar Anthony Jasmin ManBand lickety-split |
14-22 Henriette Haubjerg Fie Winther Mathias Chrøis |
Yvir 23 Lucy Mardou Pernille Nordtorp Steffen Gilmartin |
Átta | Bólkar Ivarsson, Bang & Neumann Citybois Finn & Rie |
Yvir 23 Jógvan Joensen Sophia Nanni |
15-22s Emelie Esther Baraa Qadoura Tannaz Hakami |
Keldur
rætta- ↑ Planet.fo, Linda kemur til Føroya mikudagin[deyð leinkja]
- ↑ BT.dk, Chok i X Factor - Jean Michel og Nicoline Simone trækker sig
- ↑ "Aktuelt.fo - Jasmin visti at pápi hennara er drápsmaður". http://aktuelt.fo/jasmin+visti+at+papi+hennara+er+drapsmadur.html. Heintað 2015-02-21.
- ↑ aktuelt.fo - Føroyskar atkvøður til X-Factor?[deyð leinkja]
- ↑ bt.dk - X Factor-gruppe: Måske kan Færøerne hjælpe os
- ↑ Maria Haarbye Pedersen (10. desember 2015). "VIDEO X Factor-dommerne er klar til kamp i ny sæson". DR. http://www.dr.dk/event/xfactor/video-x-factor-dommerne-er-klar-til-kamp-i-ny-saeson. Heintað 25. februar 2015.
- ↑ Kasper Madsbøll Christensen (13. februar 2015). "X Factor-finale i Boxen 27. marts". DR. https://www.dr.dk/event/xfactor/x-factor-finale-i-boxen-27-marts. Heintað 25. februar 2015.
- ↑ http://ekstrabladet.dk/flash/filmogtv/tv/article1118666.ece
- ↑ 9.0 9.1 9.2 http://www.dr.dk/DRPresse/Artikler/2010/01/22/111803.htm
- ↑ 10.0 10.1 10.2 Hove, Jacob (24. januar 2011). "X Factor: Her er gæstedommerne". Jyllands-Posten. http://kpn.dk/popmusik/article2315523.ece. Heintað 12. februar 2011.
- ↑ 11.0 11.1 11.2 http://www.dr.dk/DR1/xfactor/Artikler/2012/0125092451.htm
- ↑ 12.0 12.1 12.2 "Archive copy". http://www.seoghoer.dk/Nyheder/FilmOgTv/FilmOgTv%20Arkiv/2013/01/X%20Factor%20dommere%20kategorier.aspx. Heintað 2015-08-23.
- ↑ http://www.dr.dk/DR1/xfactor/Artikler/2014/venner-om-blachman-han-spiller-som-en-uregerlig-lille-mogunge.htm
- ↑ http://www.dr.dk/DR1/xfactor/Artikler/2014/linas-hjaelpedommere-uden-et-brand-er-du-ingenting.htm
- ↑ http://www.dr.dk/DR1/xfactor/Artikler/2014/chief-one-remee-havde-det-vildeste-golfhaar-i-92.htm
Slóðir úteftir
rætta