Wikipedia:Mánaðargreinin/oktober 2022
Sands kirkja er ein gomul trækirkja frá 1839. Henda kirkjan stóð til 1988, tá ein partur av kirkjuni vanlukkutíð brann av ásettum eldsbruna. Kirkjan varð umvæld og liðug til 150 ára dagin hjá kirkjuni í 1989.
Elsta kirkjan
Ilt er at siga, hvar fyrsta føroyska kirkjan hevur staðið. Sambært søgnini var tann sokallaði Sigmundarsteinurin partur av teirri kirkjuni, sum Sigmundur Brestisson skuldi hava reist í Skúvoy. Tað var sum kunnugt Sigmundur, ið kristnaði Føroyar. Reint ítøkiligt er tað tó á Sandi, at vit finna elstu kirkjuna. Undir einum útgrevstri undir Sands kirkju funnu fornfrøðingarnir leivdir frá ikki minni enn fimm eldri kirkjum. Í niðastu flánni vóru steyrahol, steinseting og grundarsteinur frá einari stavkirkju, sum verður mett at stava frá teirri fyrstu kristnu tíðini, t.e. frá umleið ár 1000. Sjálvt kirkjurúmið var 5 x 4 m og kórið 2,5 x 2 m. Dyr vóru í vestara endanum.
Onnur kirkjan
Onnur kirkjan var nakað størri enn hin fyrra. Hetta var eisini ein stavkirkja, við grótgarði uttanum tó ikki í vestara enda. Kirkjan hevði sama snið sum grønlendsku miðaldarkirkjurnar úr 11. – 13. øld, og verður tí mett at vera frá tí tíðarskeiðinum. Í hesi kirkjuni funnu tey ymsar kirkjulutir frá katólsku tíðini, m.a. eitt vígivatnsfat, eitt roykilsiskar úr bronsu og eina lítla oljulampu úr royðugróti. Undir trægólvinum funnu fornfrøðingarnir eisini 26 miðaldargravir. Har vóru bæði menn, kvinnur og børn, og hildið verður tí, at kirkjan hevur verið ættarogn, og at líkini stava frá teirri ætt, ið átti kirkjuna. Fleiri myntir vóru eisini funnar, 33 av teimum frá tí tíðarskeiðinum, tá kirkjan var í nýtslu. Flestu myntirnir eru norskir og stava frá tíðini millum 1220 og 1300. Tað var í hesi kirkjuni, at hin illa gitni sandoyarpresturin Kálvur lítli virkaði.