Wikipedia:Mánaðargreinin/oktober 2016
Helgi Dam Ziska (føddur 27. juli 1990 í Havn) er besti føroyski telvarin nakrantíð. Hann er einasti føroyingur, ið hevur vunnið sær stórmeistaraheitið. Tað gjørdi hann á Talvolympiaduni 2016 í Baku, tá ið hann vann á Jose Daniel Gemy úr Bolivia. Helgi byrjaði at telva sum smádrongur. Tá ið táverandi heimsmeistarin í talvi, Garry Kasparov, vitjaði í Føroyum, var Helgi 10 ára gamal og longu sera áhugaður í talvi. Helgi var líka við at súkkla á heimsmeistaran, tá ið Karparov og táverandi føroyski mentamálaráðharrin, Tórbjørn Jacobsen, og táverandi formaður í Talvsambandi Føroya gingu yvirum vegin á Niels Finsensgøtu við Viðarlundina í Havn. Helgi vann unglinga FM í talvi í 2004, tá var hann 13 ára gamal. Hann segði í samrøðu við Suna Merkisstein í útvarpssending hjá Kringvarpi Føroya, at hann minnist, at hann tá hevði sagt við Tórð Mikkelsen hjá Kringvarpinum, at hann setti sær sum mál at gerast altjóða stórmeistari í talvi. Tveir av vinmonnum hansara, ið sótu beint við, hildu hann vera øran í høvdinum at seta sær so høg mál. Í august 2013 vann Helgi sín fyrsta GM norm, tá hann luttók í kapping í Riga í Lettlandi. Tað var fyrsta stigið á leiðini móti stórmeistaraheitinum. Fyri at gerast stórmeistari skuldi hann vinna GM normin tríggjar ferðir, tó telur ein GM-normur, ið verður vunnin á Talv-PL dupult. Ongin annar føroyingur hevur nakrantíð vunnið henda normin fyrr, so Helgi skrivaði søgu í føroysku talvsøguni við at gerast fyrsti føroyingur nakrantíð, ið hevur vunnið ein GM norm í talvi. Tá ein dagur var eftir av kappingini í Riga, hevði Helgi fingið 5,5 stig, vunnið trý talv og spælt fimm ferðir javnt. Hetta var nokk til at tryggja honum fyrsta GM normin. Annan normin vann hann á Talv-OL 2016, og taldi hesin dupult og tryggjaði honum stórmeistaraheitið.