Wikipedia:Mánaðargreinin/juni 2011

Føroysk landafrøði
Føroysk landafrøði

Føroyar liggja í Atlantshavi nøkurlunda miðskeiðis ímillum Norra, Skotland og Ísland. Her í Atlantshavi renna saman heitir og kaldir luftstreymar, og veðurlagið er skiftandi sól, regn og mjørki. Um summrini eru Føroyar rímiliga kaldar, við miðalhitanum 11°C (52°F). Miðalhitin í okkara kaldasta mánaði er 3°C (37°F). Veðurlagið er rímiliga vátt, við nógvum regni og toka, og onkuntíð stórum stormum eisini. Oyggjarnar eru 1 399 km2 til víddar. Fólk býr á 17 av teimum 18 oyggjunum.