Fahrenheitstigin

(Ávíst frá Fahrenheit)

Fahrenheitstigin verður enn nýttur sum hitastigi í nøkrum fáum londum. Bahamaoyggjar,[1] Belis,[2] Burma,[3] Caymanoyggjar,[4] Liberia, Palau[5] og USA við tilknýttum økjum brúka stigan.

Hitamálari við °F og °C.
  Lond sum brúka fahrenheitstigan burturav.
  Tey lond í heiminum har bæði fahrenheitstigin og celsiusstigin verða nýttir til at máta hitan.
  Lond sum brúka celsiusstigan burturav.

Hiti ella temperaturur er mál fyri, hvussu heitt okkurt er. Hiti, sum er givin upp í °F, er máldur eftir fahrenheitstiganum. Vatn frystir við 32 °F og kókar við 212 °F, tá trýstið er 1 atmosfera.

Stigin er nevndur eftir alisfrøðinginum Daniel Gabriel Fahrenheit, sum kom við honum í 1724. Fahrenheit var av týskari ætt, føddur í Póllandi, men búði størsta partin av lívi sínum í Hollandi.

Uppruni

rætta

Fahrenheit vitjaði danska stjørnufrøðingin Ole Christensen Rømer í 1708 og fór at arbeiða víðari við hitastiganum hjá Rømer. Hann brúkti ammoniumkloridlaka í staðin fyri natriumkloridlaka fyri at fáa eitt lægri nullpunkt. Hann býtti stigan hjá Rømer í 4, so at vatn frysti við 32 stig (32 = 2 × 2 × 2 × 2 × 2). Á henda hátt fekk hann munin millum frystipunktið á vatni og hitan í handarkulluni til at vera 64 stig (64 = 32 × 2). Seinni vísti tað seg, at handarkullan ikki hevur so støðugan hita, so hann endurskoðaði stigan og setti kókipunktið á vatni til 212 stig, meðan frystipunktið framhaldandi var 32 stig.[6][7][8]

Stigaumrokning

rætta

Soleiðis rokna vit stig Fahrenheit um til stig Celsius:[9] TC = (TF − 32)/1,8 = 5/9 TF - 17 7/9.

Soleiðis rokna vit stig Celsius um til stig Fahrenheit:[10] TF = TC × 1,8 + 32.

Umrokning til kelvin og til eldri eindir er í greinini hitastigar.

Keldur

rætta
  1. http://www.bahamas.com/weather
  2. http://www.hydromet.gov.bz/
  3. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-04-06. https://web.archive.org/web/20110406124728/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/appendix/appendix-g.html. Heintað 2011-06-03. 
  4. http://www.weather.gov.ky/
  5. http://palaugov.org/climate-statistics/
  6. "Fahrenheit temperature scale". http://sizes.com/units/temperature_Fahrenheit.htm#history. Heintað 2015-06-24. 
  7. Gyldendal - Den store danske: Fahrenheit
  8. "Rundetaarn: The thermometers of Ole Rømer". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-09-10. https://web.archive.org/web/20120910171658/http://www.rundetaarn.dk/engelsk/observatorium/tempeng.htm. Heintað 2015-06-24. 
  9. http://www.rapidtables.com/convert/temperature/fahrenheit-to-celsius.htm
  10. http://www.rapidtables.com/convert/temperature/celsius-to-fahrenheit.htm


Hitastigar
Celsius Fahrenheit Kelvin
  Delisle     Newton     Rankine     Réaumur     Rømer  
Hitastigar