Wikipedia:Mánaðargreinin/juli 2016
Íslendska fótbóltslandsliðið hjá monnum (íslendskt: Íslenska karlalandsliðið í knattspyrnu) er fótbóltslandsliðið hjá Íslandi, ið verður stýrt av Knattspyrnusamband Íslands (Fótbóltssamband Íslands). Sjálvt um Ísland er ein av smáu tjóðunum í Evropa, so hevur íslendska fótbóltslandsliðið klárað seg væl í 21. øld. Í undankappingini til HM í fótbólti 2014 náddi Ísland at koma til play-off umfarið, har teir taptu móti Kroatia. Ísland kom við til sína fyrstu stóru kapping, EM í fótbólti 2016, eftir eina undankapping har ið Ísland eitt nú vann bæði heima og úti ímóti Niðurlondum. Ísland gjørdist tá minsta landið ið nakrantíð hevur kvalifiserað seg til eina so stóra kapping sum EM í fótbólti. Ísland kom í bólk F saman við Eysturríki, Ungarn og Portugal. Birkir Bjarnason skoraði fyrsta málið hjá Íslandi í hesi fyrstu stóru kappingini, tað hendi í 50. minutti móti Portugal í fyrsta dystinum hjá Íslandi í bólkaspælinum, dysturin endaði við javnleiki 1-1. Ísland spældi eisini javnt 1-1 móti Ungarn og vann seinasta dystin í endaspælinum 2-1 móti Eysturríki. Eftir at liðið kom í knockout umfarið, vann Ísland 2-1 móti Onglandi í ottandapartsfinaluni, og kom víðari til kvartfinaluna. Ísland tapti kvartfinaluna 5-2 móti Fraklandi og kom ikki víðari. Heimafturkomnir varð íslendska landsliðið og venjrarar teirra fagnað av íslendska fólkinum. Viðhaldsfólkini og landsliðið gjørdist kent undir EM fyri teirra sermerkta HUHH herróp, ið tey róptu í kór ferð eftir ferð, meðan tey høvdu pausu imillum, har tey klappaðu einaferð, við ørmunum langt upp um høvd og øll í senn. Venjarar Íslands undir EM 2016 vóru Lars Lagerbäck og Heimir Hallgrímsson.