Wikipedia:Mánaðargreinin/februar 2015

Nigeria
Nigeria

Nigeria er eitt stórt land í Vesturafrika og tað fólkaríkasta í Afrika við umleið 174 milliónum íbúgvum. Í vestri hevur Nigeria mark við Benin, í norðri við Niger, í eystri við Kamerun og í suðri við Guinea-flógvan. Høvuðsstaðurin er Abuja. Nigeria hevur fyrr verið bretskt hjáland og gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1960, men sjey ár seinni var borgarakríggj í landinum, ið vardi í tvey ár. Síðan tá hava tað skift ímillum demokratiskt valdar stjórnir og hernaðarstýri. Í Nigeria búgva fleiri enn 500 ættarbólkar. Væntaði livialdurin í Nigeria er bert 52 ár. Gott helmingurin av fólkinum hevur atgongd til reint drekkivatn og passandi saniter viðurskifti. Pinkubarnadeyðiligheitin er høg, 97,1 pinkubørn fyri hvørji 1000 livandifødd doyggja. Í 2014 gjørdist búskapurin í Nigeria (GDP) tann størsti í Afrika, við einum virði á yvir $500 milliardir, og yvirhálaði harvið Suðurafrika ið at gerast heimsins 21. størsti búskapur. Oljuídnaðurin í landinum er við til at skapa búskaparliga vøksturin.