Vaðhorn
Vaðhorn er eitt fiskavirki á Strondum, ið er undir leiðslu av Jógvan Gregersen. Virkið hevur ídag staði á fótum í 42 ár, og koyrir ídag ógvuliga væl.
Søga
rættaVaðhorn var stovnað tann 29. Apríl í 1973 á Eiði. Í byrjanuni arbeiddi Vaðhorn einans við saltaðum brosmufløkum, eftir at Vaðhorn hevði staði væl á fótum í 11 ár, var tíðin langt um leingi komin, til at flyta inn í nýggjari og størri hølir. Vaðhorn fór tí frá Eiði, og flutti yvir til Skála, har teir búleikaðust í nøkur ár. men tíðin gekk, og longu í 1992, 19 ár eftir at virkið var stovnað, flutti Vaðhorn seg frá Skála, yvir til Strendur, har teir eisini búleikast í dag. í 2003 bleiv Vaðhorn viðurkent fyri tað harða arbeiði, ið var gjørt hesi árini, og fekk sostatt prísin, sum ársins virki. Men sum árini ganga, gerast krøvini fleiri frá kundunum, og Vaðhorn fer tí undir at framleiða saltan fisk í úr frystari rávøru 2007, og bleiv hetta eisini ein stór framgongd fyri teir. og av tí sama, so gert virkið alsamt størri, og í 2009 verður tí neyðugt at byggja eina enn og størri framleiðslu høll. ikki nokk við tí, í 2011 fer Vaðhorn yvirum fjørð, og yvir til Toftir, har teir eisini vóru í nøkur ár. men hetta var tó ikki leingi, tí í 2015 fóru teir aftur yvir til bara at framleiða vørur yviri á Strondum, men tó mistu tey, ið arbeittu á Toftum ikki arbeiði, tey vóru flutt yvir til Strendur við.
Heiður
rætta- 2003 - Ársins virki