Strendur
Strendur eru syðsta bygdin á vestara armi á Skálafirði í Eysturoy. Sjóvar kommuna fevnir um bygdirnar Strendur, Innan Glyvur, Kolbanargjógv, Morskranes og Selatrað. Í kommununi búgva 1002 fólk, harav 789 á Strondum. Í skúlanum á Strondum ganga 238 næmingar. Umframt vanligan fólkaskúla fevnir skúlin eisini um eina framhaldsdeild.
Strendur | |
Strænder (danskt) | |
Bygd | |
Strendur sæddar av Raktanga. Fremst síggja vit málingarvirki Stranda Máling. Eisini sæst bygdarhúsið, skúlin, missjónshúsið, læknamiðstøðin og laksavirki Viking.
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Eysturoya sýsla |
Oyggj | Eysturoy |
Kommuna | Sjóvar kommuna |
Íbúgvar | 785 (2015)[1] |
Postnummur | FO-490 |
Markatal | 40-02-00 |
|
Búskapur
rættaFólkið í kommununi livir fyri stóran part av fiskiskapi og av at arbeiði í fiskiídnaðinum. Á Strondum eru seks størri fiskifør og fleiri smærri útróðrarbátar. Eitt vanligt fiskavirki er í kommununi og somuleiðis er eitt kryvjingarvirki. Har er bæði smoltaling og sjógvaling av laksi. Av øðrum ídnaðarvirkjum kunnu vit nevna grótídnað, málingavirki, spinnarí og eitt dátavirki. Í kommununi eru tveir bóndagarðar.
Tænasta
rætta- Kommunuskrivstova.
- Læknamiðstøð.
- Posthús.
- Banki: Eik hevur deild á Strondum.
- Bókasavn.
- Matvøruhandil.
- Bensinstøð.
- Málingahandil.
Útbúgving og ansing
rætta- Stranda skúli: 1-10. flokkur, næmingar í framhaldsdeildini koma úr Sjóvar kommunu, Skála, Skálabotni, Oyndarfirði og Hellunum.
- Lítlifløttur: vøggustova og barnagarður.
Frítíð og mentan
rætta- St.Í.F: Stranda Ítróttarfelag er hondbóltsfelag. Leikararnir eru av vestara armi á Skálafirði.
- Strálan: kappróðrarfelag við bátunum Stráluni, Stjørnuni og Strípuni.
- Stranda sjónleikarafelag.
- Svimjihylur.
- Pensjónistafelag.
- Bygdarhúsið á Strondum.
Átrúnaður
rætta- Sjóvar kirkja.
- Missiónshús.
Áhugavert at vitja
rættaÁ Strondum er kirkja, missiónshús, bygdarhús, banki, sparikassi, og posthús. Har er læknaviðtaluhøli, sjúkrakassi og kommunuskrivstova.
- Fjallið: lætt og skjótt at ganga niðaná (483 m). Frálíkt úsýni yvir Skálafjørð, Tangafjørð, til Nólsoyar, Streymoynna og heilt suður í Skálhøvda
- Snældan: ullarvirkið ið selur tógv og bundin pløgg
- Við Sjógv: elsti býlingurin og har finna vit eisini kirkjuna frá 1834. Landsvegurin er bygdur út á sjógv og hetta ger at neystini og bátarnir liggja í einum undarligum "dunnuhyli".
- á Tanga: Raktangi er sunnasti partur av Sjóvar kommunu og er væl vitjaður av gongufólki. Her stendur eisini minnisvarði teirra sjólætnu. Hægsta punktið eitur Abbin og haðani kanst tú skima í allar ættir.
- á Bergi: her standa leivdir av teimum barakkum og øðrum bygningum sum bretar bygdu undir seinna veraldarbardaga. Á hesum stað høvdu teir góðar umstøður at fylgja við ferðsluni inn og út av Skálafirði.
Kendir strandingar
rætta- Jógvan Fríðriksson, bispur.
- Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna.
- Edmund í Garði, lærari og sálmaskald.
- Christian Høj, lærari og høvundur.
- Jóhannes Jóhansen, plantufrøðingur og høvundur.
- Johan Poulsen, Løgtingsmaður og lærari
- Tónlist (tónleikabólkur), gav út Har bylgjan leikar í 1981, sum setti sølumet. Limirnir vóru: Poul Jacobsen, Andras Danielsen, Hans Nielsen og Regin Johansen.
Keldur
rættaSlóðir úteftir
rætta- Sjóvar kommuna.
- St.Í.F.
- Sjóvar kirkja.
- Missiónshúsið á Strondum Archived 2013-06-14 at the Wayback Machine.