Jógvan Fríðriksson
Jógvan Fríðriksson (føddur 19. februar 1957 á Strondum) er núverandi bispur í Føroya fólkakirkju.
Sum ungur var Jógvan Fríðriksson sjómaður. Í 1985 nam hann guðfrøðiligt embætisprógv (cand.theol.) við lærda háskúlan í Aarhus í Danmark. Frá 1986 og til 2007 var hann sóknarprestur í føroysku fólkakirkjuni. Í 2007 varð hann valdur til Føroya bisp og hevur verið tað síðan.
Bókaútgávur
rætta- Kertur loga stillar løtur (2012)
- Ljós um lond og niðu (2013)
- Fevnandi er frelsari mín (2015)
- Mamman vil tær tað besta (2018)