Har bylgjan leikar
Har bylgjan leikar er ein føroysk tónlekaútgáva hjá tónleikabólkinum Tónlist (tónleikabólkur) av Strondum, teir útgóvu kassettubandið í 1981, stutt áðrenn jól. Teir fýra ungu strandingarnir ið mannaðu bólkin vóru Andras Danielsen, sang, guitar, bass, kór, Poul Jacobsen, guitar, Hans Nielsen, sang, akkustiskan guitar, kór, Regin Johansen, trummur (andaðist í 1998). Sølan setti met við 6000 seldum eintøkum.[1] Í november 2013 sendi Kringvarp Føroya 6. part av sjónvarpsrøðini Minnist tú enn, sum Suni Merkisstein stóð fyri. Har kom eitt nú fram, at ein dagin hevði Útvarp Føroya spælt bandið hjá Tónlist í døgurðatímanum, tá tað júst var komið út, og sama dag bleiv kasettubandið Har bylgjan leikar hjá Tónlist útselt ella so gott sum útselt, og fleiri máttu fáast til vega. Fleiri av sangunum gjørdust hitt og vóru ofta at hoyra í útvarpinum.[2]
Sangir á útgávuni
rætta- A1 Nú skal eg aftur fara[3]
- A2 Vónsvikin
- A3 Tey fara framvið
- A4 Eg hevði ein vin
- A5 Føroyar tá sólin
- A6 Tónlist
- B1 Mangar kvinnur í huganum stirdar
- B2 Nú er hon komin til handa
- B3 Eins og áarstreymur rennur
- B4 Har bylgjan leikar
- B5 Alt hann átti á fold
Keldur
rætta- ↑ "Sjovarkommuna.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-09-03. https://web.archive.org/web/20140903043725/http://www.sjovarkommuna.fo/sjonew/images/stories/umsokn/dansurin%20a%20strondum%20i%20seinastu%20old.pdf. Heintað 2013-11-22.
- ↑ kvf.fo
- ↑ Rateyourmusic.fo