Innan Glyvur
Innan Glyvur er ein bygd í Eysturoy. Innan Glyvur er ein lítil niðursetubygd á vestara armi av Skálafjørðinum, mitt millum Strendur og Skála. Her búgva 74 fólk. [2] Innan Glyvur er upprunanavnið á kongshaga, sum røkkur úr Stóruglyvur og inn til Markrá, sum í dag er markið millum Runavíkar- og Sjóvar kommunu. Fyrsti maður, ið setti búgv Innan Glyvur, er helst Jóhannes Poulsen (f. 1856, d. 1892 av lungabruna, 35 ára gamal), ættaður Innan úr Bø á Strondum, men uppvaksin á Bakka á Skála. Hann giftist 4. mai 1884 við Onnu Mariu, fødd Hendriksen (1856-1944), ættað úr Grógv á Skála. Tey fingu m.a. innlagt eina trøð, sum skuldi føða tvær kýr vetur og summar.[3] Tað er í 1884, sum er árið, bygdin Innan Glyvur verður grundað.
Innan Glyvur | |
Bygd | |
Innan Glyvur
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Eysturoya sýsla |
Oyggj | Eysturoy |
Kommuna | Sjóvar kommuna |
Íbúgvar | 79 (2015)[1] |
Postnummur | FO-494 |
Markatal | - |
|
Keldur
rætta- ↑ Hagstova.fo
- ↑ http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/ibugvar-og-val/folkatal
- ↑ Oluf Djurhuus. 2010. At loysa úr lagdi. Egið forlag. ISBN 9789991896311.