Trøllakampar

(Ávíst frá Trøllakampur)

Trøllakampar (frøðiheiti Asplenium) hoyra til tann bólkin av plantum, ið verður kallaður blómuleysar plantur. Tað finnast 20.000 sløg av trøllakampum í heiminum, og er hetta slagríkasta fylki, aftaná fylkið við blómuplantum, ið telur 250.000 sløg. Flestu sløgini av trøllakampum finnast í tropunum og trívast best har vátt er. Trøllakampar verða mettir at vera "primitivt" plantuslag, ið er nær í ætt við upprunaplanturnar. Teir hava ikki blómur og seta ikki fræ, men nørast við grókornum, ið hjá summum trøllakampum sita í gróhópum aftanfyri á blaðnum, vardir av einum skjøldri, sum opnar seg, tá grókornini eru búgvin, so at tey kunnu spjaðast. Hjá øðrum sita teir á blaðkantinum, sum er rullaður inneftir, so leingi grókornini ikki eru búgvin.

Eini 20,000 trøllakampasløg eru. Flestu vaksa í hitalondum, og summir viðartrøllakampar verða hægri enn 10 m.
Mynd: Strálhærdur trøllakampur
Trøllakampar eru blómuleysir. Trøllakampur hevur rættiligar røtur og leggstreingir, so væta setur upp í bløðini.

Summi trøllakampasløg hava tvey sløg av bløðum, eitt slag ið er “sterilt” og eitt sum er “fertilt”. Tað “fertila” blaðið kann hjá summum sløgum vera heilt ymiskt frá tí “sterila”. Trøllakampur kann hava grókorn í milliónatali, men bert fáar nýggjar plantur koma burturúr. Bløðini hava ymiskt skap. Tey kunnu verða innskorin eina, tvær og fleiri ferðir ella als ikki innskorin. Við sínum sermerkta vakstrarlagi líkist trøllakampur, áður enn hann er fullvaksin, einum fiólhøvdi ella tí evsta á fiólini.

Útbreiðsla

rætta
 
Svartur trøllakampur

Trøllakampar vóru nógv vanligari í Føroyum, áðrenn fólk settu búgv her. Hetta prógva sákornskanningar. Vøksturin í Føroyum er sum heild ávirkaður av seyðabiti, og hevur hann verið tað, síðan fólk settu búgv her. Seyðurin legðist beinanvegin eftir tí fruktagóða gróðri, sum landið var avvaksið við. Hesin gróðurin hvarv eftir stuttari tíð og broyttist til tættbitna gróðurin, sum vit kenna í dag. Sáðkornskanningar vísa, at trøllakampar sum heild fóru nógv aftur aftan á landnám. Teir eru av elstu plantusløgum á jørð og vuksu her fyri meira enn 300 mió árum síðan. Í koltíðini vuksu trøllakampur, javni og bjølluvísa sum stórir skógir.

Ikki allastaðni er seyður sloppin framat at bíta. Tí sæst enn tann mest upprunaligi gróðurin í gjáum og bakkum, har seyður ikki er sloppin framat. Her er gróðurin stórur og fjølbroyttur, og kanningar bera prógv um, at hann hevur verið støðugur í langa tíð av teirri orsøk, at seyður og fólk ikki sluppu framat. Av teimum trøllakampum, ið eru vanligir í Føroyum, eru fyrst og fremst tann stórvaksni trøllakalskampurin, tann heldur fínari mjúki kvennkampurin og dimmgrøni ekstur blóðkampurin. Hesir trøllkampar eru nógv vanligari í londunum sunnan fyri enn norðan fyri okkum.

Fleiri sløg av trøllakampum finnast í brattlendi. Lættast er at fáa eyga á tann stórvaksna trøllakallskampin og tann næstan líka stórvaksna mjúka kvennkampin. Sáðkornskanningar hava víst, at útbreiðslan av trøllakampum minkaði ógvuliga nógv, tá ið fólk settu búgv í Føroyum og høvdu húsdjór síni við sær.

Fimtan sløg av trøllakampum finnast í Føroyum. Flestu av teimum dámar best at vaksa í klettarivum, har vátt og skuggi er - men eisini í grýtutum lendi, brattlendi og gjáum. Ein tann mest vanligi trøllakampurin í Føroyum er fínur klettakampur, meðan svartur trøllakampur og strálhærdur trøllakampur eru sera sjáldsamir og bert finnast á einum stað.

Í 2007 varð nýtt trøllakampaslag funnið í brattlendi í Norðuroyggjum. Hetta er tungutrøllakampur (Asplenium scolopendrium). Hesin trøllakampur er eisini sjáldsamur í hinum Norðurlondunum.

Sí eisini

rætta