Torkil Veyhe

føroyskur súkklari

801,86

Torkil Veyhe
Torkil Veyhe á DM í einkultstarti 2017
Persónlig kunning
Fult navn Torkil Eyðfinsson Veyhe
Fødd/ur (1990-01-09) 9. januar 1990 (aldur 34)
Hædd 1,86
Vekt 80
Kunning um lið
Núverandi lið Team ColoQuick-Cult
Disiplin Vegsúkklukapping
Leiklutur Súkklari
Amatørlið
2007–2012 Tórshavnar Súkklufelag
2012–2015 Odder Cykel Klub
2015–2016 Team WeBike-CK Aarhus
Professionel lið
2017 Team ColoQuick-Cult
2018 Team Virtu Cycling
Infoboksin seinast dagførd hin
2. juli 2017

Torkil Veyhe (føddur 9. januar 1990) er Føroya besti súkklari.[1] Torkil súkklar frá 2018 fyri danska kontinentalsúkkluliðið Team Virtu Cycling.[2] Í 2017 súkklaði hann fyri Team ColoQuick-Cult, hann súkklar eisini fyri Føroyar á Oyggjaleikum og fyri danska landsliðið. Í 2017 varð hann úttikin til danska landsliðið, ið kappaðist á EM í vegsúkkling 2017.[3] Hann hevur fyrr súkklað fyri Team WeBike-CK Aarhus í 2015-16,[4][5] Odder Cykel Klub 2012-15 og Tórshavnar Súkklufelag 2007-12.

Lívsleið innan súkkling rætta

Torkil flutti til Danmarkar í 2012 fyri at lesa til civilverkfrøðing og fyri at súkkla. Fyrstu árini súkklaði hann við liðum, ið ikki eru professionell, men síðan 2017 hevur hann súkklað fyri kontinentalliðið Team ColoQuick-Cult. Hann hevur vunnið fleiri ymiskar súkklukappingar bæði í Føroyum, Danmark og á Oyggjaleikum. Hann hevur eitt nú vunnið Pinsecuppen í Danmark, Kring Føroyar og FM. Í november 2015 gjørdi hann 2 ára stuðulsavtalu við P/F Wenzel í Havn, sum kann leingjast til at vara í 3 ár.[6] Tá ið Torkil í november 2015 skifti felag og fór frá Odder Cykle Club til Team WeBike-CK Aarhus, setti hann sær sum mál at vinna ein A-sigur og at vinna síni fyrstu UCI-stig.[7] Bæði hesi mál eydnaðust í april og mai 2016, tá ið hann vann tey fyrstu 3 UCI-stigini í Himmerland Rundt og tá ið hann vann Marcello Bergamo Cuppen 2016 (eisini kent sum Pinsecuppen).[8] Hann hevur fleiri ferðir verið millum topp-3 og topp-10 í kappingum í Danmark í 2016. Í 2017 hevur hann m.a. gjørt vart við seg í norsku UCI-kappingini Tour des Fjords, har hann var um reppið at vinna fjórða teinin, men var yvirhálaður stutt áðrenn málstrikuna av Edvald Boasson Hagen. Á 2. og 4. teini vann hann stríðssigurin og fekk laksatroyggjuna. Á Tour des Fjords 2017 gjørdist hann nummar fýra í fjallakappingini og nummar fimm í stigkappingini. Á Oyggjaleikum 2017 endurvann hann gullheiðursmerkið í tíðarkoyringini.

Úrslit í 2017 rætta

Tour des Fjords 2017 rætta

Torkil Veyhe luttók í kappingini Tour des Fjords í mai 2017, og har fekk hann sítt til tá størsta úrslit nakrantíð, tá talan er um UCI kappingar. Hetta hendi tvær ferðir, á fyrsta og fjórða teini, tá hann á báðum teinum var um reppið at vinna teinin. Á fjórða teininum endaði hann á 2. plássi, tá ið norski meistarin Edvald Boasson Hagen yvirhálaði hann stutt áðrenn málstrikuna. Torkil hevði verið í útbroti í fleiri tímar saman við Gijs Van Hoecke (LottoNL-Jumbo) og Kevin Van Melsen (Wanty-Groupe Gobert). Eftir 50 kilometrar høvdu teir 7 minuttir frástøðu til feltið, og Torkil var tá og ein stóran part av degnum virtuelt í føraratroyggjuni.[9] Torkil vann eisini fleiri spurtir um fjallastigini. Torkil byrjaði eisini kappingina væl, tað eydnaðist honum at koma í eitt útbrot ið slapp avstað, og fýra av teimum hildu á heilt fram til málstrikuna. Torkil royndi at sleppa avstað frá hinum, tá ið 2 km vóru eftir, men tað eydnaðist ikki, og hann gjørdist nummar fýra. Torkil endaði samanlagt sum nummar 27 og sum nummar fýra í fjallakappingini og nummar fimm í stigkappingini.

UCI bólkur 2.HC rætta

UCI bólkur 2.2 rætta

UCI bólkur 2.1 rætta

UCI bólkur 1.2 rætta

DCU-A kappingar í Danmark rætta

  • Vinnari av Rødekro hin 9. apríl 2017.[15]
  • Nr. 6 í GP Herning 22. apríl 2017.
  • Nr. 7 í Edlund Løbet hin 2. apríl 2017.

DM 2017 rætta

Aðrar kappingar í 2017 rætta

Oyggjaleikir
  • Gull i einkultstarti, 37 km.[16]
  • Silvur í býar-criterium.[17]
  • Bronsa í liðkappingini í vegsúkkling.
  • Bronsa í liðkappingini í einkultstarti.[18]
  • Nr. 5 í vegsúkkling.
Kring Føroyar
  • Samlaður vinnari av Kring Føroyar[19]
    • Vinnari av 1., 2. og 3. teini.
FM í vegsúkkling 2017
  • Gull í landavegsúkkling. Tað varð koyrt Runt Agnið i Runavík og á Toftum.[20]
  • Gull í criterium[21]
  • Gull í einkultstarti við tíðini 27 minuttir og 25 sekund. Teinurin var 10 km, koyrt varð úr Kollafjarðardali niðan á Sornfelli. Torkil vann við gott 3 minuttum frammanfyri Helgi Winther Olsen á øðrum plássi og Gunnar Dahl-Olsen á triðjaplássi.[22]

2016 rætta

Torkil skrivaði føroyska súkklusøgu, tá ið hann vann síni fyrstu UCI stig í mai 2016. Tað gjørdi hann, tá ið hann gjørdist nummar 7 av 198 í Himmerland rundt. Hetta vóru eisini fyrstu UCI-stigini í søguni hjá Team WeBike-CK Aarhus.

Á hvítusunnu í mai 2016 luttók hann á Pinsecuppen í Jútlandi, hvørs almenna navn er Marcello Bergamo Cuppen. Hann gjørdist nummar tvey leygardagin 14. mai 2016 í Silkeborg, bert aftanfyri Lasse Norman Hansen (HM vinnari í bana súkkling). Torkil vann tí silvur á teininum. Hvítusunnudag vann hann sterkasta bólkin í Danmark, A-bólkin.[23] 2. hvítusunnudag endaði kappingin, og Torkil gjørdist samlaður vinnari av kappingini og vann tí gulu troyggjuna. Hann vann sostatt á fulltíðarprofessionellum súkklarum sum Lasse Norman Hansen og WorldTour-súkklaran Matti Breschel.[24] Harvið skrivaði hann føroyska súkklusøgu. Tað er ongantíð fyrr eydnast einum føroyingi at vinna í bestu deildini í Danmark.[25]

Síðst í mai 2016 luttók Torkil í súkklukappingini Sønderborg-løbet. Hann gjørdist nummar tvey av A-liðnum hjá monnum.[26]

5. juni 2016 gjørdist Torkil nummar tvey í Post Cup 2016 á Bornholm, talan av um aðru av fýra Post Cup kappingum í 2016.[27]

Síðst í juli 2016 luttók Torkil í donsku kappingini PostNord Danmark Rundt, har hann umboðaði tað danska súkklulandsliðið. Talan var um kapping á fimm teinum. Triði teinur varð súkklaður ólavsøkudag, og tann dagin eydnaðist tað honum at koma við í eitt útbrot saman við fýra øðrum. Hann var tó so óheppin, at hann punkteraði stutt eftir, at teir vóru komnir nakað frá restini. Hann súkklaði eina løtu við fløtum bakhjóli, til ein servicebilur kom og hjálpti honum at skifta dekk, hann helt síðan fram men noyddist enn einaferð at støðga, tí dekkið sat ikki sum tað skuldi. Kappingin varð víst beinleiðis á Danmarks Radio, og teir báðir ið viðmerktu søgdu, at hann ongan møguleika hevði at náa hinum fýra í útbrotinum aftur, tí hann var komin umleið hálvan annan minutt frá teimum. Men Torkil kempaði, og eftir umleið einum hálvum tíma hevði hann vunnið fram aftur til hinir fýra. Viðmerkjararnir vóru bilsnir og róstu honum og tosaðu um sterkir føroyingar, um svimjaran Pál Joensen og um føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum, ið vann tveir dystir móti Grikkalandi og um at tað var føroyskur tjóðardagur. Torkil skiftist við hinum um at taka leiðsluna eins og vanligt er, og tá ið útbrotið varð innheintað meira enn hundrað kilometrar seinni, av einum øðrum bólki, so eydnaðist tað honum enn einaferð at koma við í eitt útbrot, men at enda dragnaði hann afturúr og endaði sum nummar 68 av 121.[28] Torkil varð kosin dagsins stríðsmaður og fekk troyggjuna fyri álopsheiður.[29][30] Eftir at súkklusesongin 2016 var liðug, varð kunngjørt, at Torkil Veyhe hevði skrivað undir sáttmála við danska kontinentalliðið ColoQuick-CULT.[31]

Danmarksmeistaraskapur rætta

  • Nummar 9 i einkultstarti, 23. juni 2016[32][33]

UCI bólkur 1.2 súkklukappingar rætta

  • Nr. 8 í Himmerland Rundt, strekki á 188,3 km, UCI-bólkur 1.2
  • Nr. 9 í GP Horsens, 12. juni 2016, UCI-bólkur 1.2
    • Nr. 1 í fjallakappingini í GP Horsens, 12. juni 2016.[34]
  • Nr. 31 í Fyen Rundt. 11. juni 2016. UCI-bólkur 1.2
  • Nr. 77 í Rent Liv Løbet Skive, strekki á 177,7 km, UCI-bólkur 1.2

A-lisens súkklukappingar í Danmark rætta

  • Nr. 1 í JE.DK Løbet Herning[35]
  • Nr. 2 í Sønderborg-Post Cup
  • Nr. 2 í Silkeborg
  • Nr. 2 í Post Cup í Hasle, Bornholm tann 5. juni 2016.[36]
  • Nr. 4 í Hjørring-Sparekassen Vendsyssel
  • Nr. 5 í Grenaa
  • Nr. 16 í HAC-løbet[37]
  • Nr. 23 í Aalborg Cykle-Ring
  • Nr. 51 í GP Herning, strekki á 186,0 km

Oyggjaleikir 2017 rætta

  • Gull í einkultstarti, 37 km við tíðini 46:06.61.[38]
  • Silvur í býarkoyringini.[39]
  • Bronsu í liðkappingini í landavegsúkklukappingini.
  • Bronsu í liðkappingini í einkultstarti.
  • Nr. 5 í landavegsúkklukappingini.

Oyggjaleikir 2015 rætta

Torkil vann fyrsta gullheiðursmerki fyri Føroyar á Oyggjaleikunum 2015, tá ið hann vann gull í einkultstarti 28. juni 2015.[40] Hann vann eisini eitt bronsuheiðursmerki í landavegssúkkling.[41]

  • Gull í einkultstarti, 35 km við tíðini 47 min og 30 sek
  • Bronsu í landavegssúkkling, 112 km við tíðini 2:51.20,076 [42]
  • Bronsu í liðkappingini.[43]

Oyggjaleikir 2013 rætta

Torkil vann tvey silvurheiðursmerki á Oyggjaleikum 2013 á Bermuda.[44]

  • Silvur í einkultstarti við tíðini 0:59:48
  • Silvur í landavegssúkkling við tíðini 2:49:40

Oyggjaleikir 2009 rætta

  • Silvur í liðkappingini í vegsúkklukapping, saman við Eli Christiansen, Gunnar Dahl-Olsen, Boga Kristiansen, Sigmund Olsson.[45]

Oyggjaleikir 2007 rætta

Torkil Veyhe luttók í fleiri súkklukappingum á Oyggjaleikunum á Rhodos í 2007. Besta úrslitið var eitt silvur heiðursmerki í Men's Team Road Race. Hann gjørdist nummar 8 í kappingini Men's Individual Time Trial.[46]

Vinnari av Kring Føroyar rætta

 
Torkil Veyhe í kappingini Kring Føroyar í 2010, han sæst í miðjuni.

Torkil Veyhe hevur vunnið súkklu kappingina Kring Føroyar fimm ferðir: 2009, 2010, 2012, 2014 og 2015. Kring Føroyar verður av sponsororsøkum eisini verður rópt Volvo Kring Føroyar (fyrr Statoil kring Føroyar og Effo kring Føroyar). Torkil brúkti tilsamans 9:45:11 tímar um teir 341 kilometrarnar ið m.a. vóru súkklaðir í Klaksvík, Eysturoynni, Suðuroynni, Vágum og Streymoynni. Liðið Team PE, sum Torkil var partur av í 2010, vann kappingina Statoil Kring Føroyar 2010. Umframt Torkil Veyhe vóru hinir á liðnum Guðmundur Joensen og Gunnar Dahl-Olsen.[47]

Føroyameistari rætta

Í 2015 gjørdist Torkil trýfaldur føroysmeistari, tá hann vann allar trýggjar FM-kappingarnar í súkkling ið vóru frá 13. til 15. august 2015. Kappingarnar vóru í landavegsúkkling, einkultstarti og býarsúkkling og Torkil vann allar.[48] Torkil hevur fleiri ferðir vunnið FM heitið, í 2008 vann hann gull á 30 km teininum, hann gjøgnumførdi ikki 100 km teinin vegna vánaligt veður. Í 2007 vann hann gull í 30 km og silvur í 100 km. Í 2006 vann hann gull á 40 km teininum og silvur á 100 km teininum og gull í FM Býarkoyring, menn. Í 2005 var Torkil so ungur, at hann súkklaði í kappingunum fyri unglingar. Hann vann gull í 100 km og 30 km teinunum umframt at hann eisini vann Ólavsøku súkklukappingina fyri unglingar. Torkil gjørdist føroyameistari í landavegssúkkling í 2009 við tíðini 3 tímar og 3 minuttir, teinurin var 100 km.

Keldur rætta

  1. in.fo - Torkil Veyhe vann Volvo Kring Føroyar, Hallur av Rana 27.07.2015
  2. Lillelund, Benjamin (31. oktober 2017). "Skelde om ny rytter: Jeg ser et kæmpe potentiale". Feltet.dk. http://www.feltet.dk/nyheder/skelde_om_ny_rytter_jeg_ser_et_kaempe_potentiale/. Heintað 1. november 2017. 
  3. Pedersen, Andy (3. juli 2017). "Danske landshold til EM i Herning offentliggjort". Feltet.dk. http://www.feltet.dk/nyheder/danske_landshold_til_em_i_herning_offentliggjort/. Heintað 3. juli 2017. 
  4. portal.fo - Torkil Veyhe skiftir í størri felag
  5. cykelmagasinet.dk
  6. Portal.fo - Torkil Veyhe gjørt stuðulsavtalu við P/F Wenzel, 24. nov. 2015
  7. cykelmagasinet.dk - Færøsk mester håber på sejr, skrivað hevur Steffen Mogensen hin 22. nov. 2015
  8. feltet.dk - Se slutstillingerne i Marcello Bergamo Cuppen, skrivað 18.05.2016 av Jesper Johannesen.
  9. "Veyhe hentet på stregen i ny Boasson Hagen-sejr". Feltet.dk. 27. mai 2017. http://www.feltet.dk/nyheder/veyhe_hentet_paa_stregen_i_ny_boasson_hagen-sejr/. Heintað 29. mai 2017. 
  10. "Torkil Veyhe". Firstcycling.com. http://firstcycling.com/rider.php?r=22295. Heintað 14. april 2017. 
  11. Jensen, Nikolaj Corfitz (24. maj 2017). "Veyhe tæt på sejren i Tour des Fjords". Feltet.dk. http://www.feltet.dk/nyheder/veyhe_taet_paa_sejren_i_tour_des_fjords/. Heintað 24. maj 2017. 
  12. Pedersen, Andy (30. april 2017). "Toft kører solo til sejren i Skive". Feltet.dk. http://feltet.dk/nyheder/toft_koerer_solo_til_sejren_i_skive/. Heintað 30. apríl 2017. 
  13. Berg, Christian (11. juni 2017). "Casper Pedersen vandt GP Horsens Posten". Feltet.dk. http://www.feltet.dk/nyheder/casper_pedersen_vandt_gp_horsens_posten/. Heintað 11. juni 2017. 
  14. Jensen, Nikolaj Corfitz (11. juni 2017). "Nordmand vandt Fyen Rundt". Feltet.dk. http://www.feltet.dk/nyheder/nordmand_vandt_fyen_rundt/. Heintað 11. juni 2017. 
  15. Hebsgaard, Nikolaj (10 April 2017). "Dobbelt ColoQuick i søndagens A-løb". Cykelmagasinet. http://cykelmagasinet.dk/nyheder/artikel.aspx?artikelid=39268. Heintað 14. april 2017. 
  16. Rana, Danjal av (26. juni 2017). "Aftur gull til Føroyar". in.fo. http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/aftur-gull-til-foeroyar/. Heintað 26. juni 2017. 
  17. islandgames2017results.com
  18. islandgames2017results.com - Men's Time Trial Team Award
  19. "Torkil vann Volvo kring Føroyar". Dimma.fo. 24. juli 2017. http://dimma.fo/basic-content/torkil-vann-samlad/. Heintað 24. juli 2017. 
  20. "0-0 á Tórsvølli og Torkil gjørdi hattrick". Tórshavnar Súkklufelag. 8. oktober 2017. http://tsf.fo/news-00+a+torsvolli+og+torkil+gjordi+hattrick.htm. Heintað 9. oktober 2017. 
  21. Egholm, Sverri (5. oktober 2017). "Myndir: FM í Kriterium 2017". Portal.fo. http://portal.fo/myndir+fm+i+kriterium+2017.html. Heintað 6. oktober 2017. 
  22. "Torkil gjørdist “King of the mountain” – og føroyameistari". Tórshavnar Súkklufelag. 6. oktober 2017. http://tsf.fo/news-torkil+gjordist+ldquoking+of+the+mountainrdquo+ndash+og+foroyameistari.htm. Heintað 7. oktober 2017. 
  23. cykelmagasinet.dk - Sejr til Team WeBike-CK Aarhus i Pinsecuppen, 15. mai 2016
  24. cykelmagasinet.dk - DCU hold snyder de professionelle
  25. "tsf.fo - Fyrst skrivaði hann søgu. Tvær vikur seinni tók Torkil øll á bóli". http://tsf.fo/news-fyrst+skrivadi+hann+sogu+tvaer+vikur+seinni+tok+torkil+oll+a+boli.htm. Heintað 2016-05-18. 
  26. elite.ckaarhus.dk - Resultater fra Sønderborg-løbet
  27. feltet.dk - Overraskende andenplads: Jeg er stolt, eftir Benjamin Lillelund, 05.06.2016.
  28. "dcu-jr.dk - PostNord Danmark Rundt 2016". http://dcu-jf.dk/pndr/pndr2016/PNDR2016%20-%20Stage%203,%20Etape%203.html. Heintað 2016-07-30. 
  29. dr.dk - VIDEO Dagens færing i skysovs: Rigtig fedt at jeg kan gøre det her, 29. juli 2016
  30. portal.fo - Torkil helt ólavsøku við at vísa stóra styrki
  31. Samuelsen, Ingi (4. november 2016). "Torkil Veyhe flytir felag og eina deild upp". Portal.fo. http://portal.fo/torkil+veyhe+fyltir+felag+og+eina+deild+upp.html. Heintað 4. november 2016. 
  32. Albinus, Pætur (23 June 2016). "Torkil enn eitt gott úrslit" (in færøsk). in.fo. http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/torkil-enn-eitt-gott-urslit/. Heintað 24 June 2016. 
  33. Penning, Lasse Wededge (23 June 2016). "Bornholmsk overraskelse snyder de store favoritter". Feltet.dk. http://feltet.dk/nyheder/bornholmsk_overraskelse_snoed_de_store_favoritter/. Heintað 24 June 2016. 
  34. Felstet.dk - Kamp slog til i Horsens
  35. firstcycling.com
  36. tv2bornholm.dk - Post Cup: Troels Vinther vinder anden afdeling
  37. feltet.dk - Resultater fra HAC løbet 2016, 10. april 2016
  38. Rana, Danjal av (26. juni 2017). "Aftur gull til Føroyar". in.fo. http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/aftur-gull-til-foeroyar/. Heintað 26. juni 2017. 
  39. islandgames2017results.com
  40. Kvf.fo, Torkil vann fyrsta oyggjaleikagullið.
  41. kvf.fo, Torkil Veyhe bronsu í landavegssúkkling.
  42. jn.fo, Torkil Veyhe vann bronsu á 112 km.
  43. Feltet.dk - Odder-rytter vinder guld ved Island Games, skrivað hevur Lasse Wedege Penning hin 6. juli 2015.
  44. natwestislandgames2013results.com
  45. alandresults2009.com -Competitor Details
  46. rhodesresults2007.com
  47. Sportal.fo
  48. "tsf.fo - FM 2015 - Torkil gjørdist trífalt FM vinnari". http://www.tsf.fo/news-fm+2015+torkil+gjordist+trifalt+fm+vinnari.htm. Heintað 2016-05-19. 

Slóðir úteftir rætta