Sornfelli

fjall í Føroyum

Sornfelli er fjall á Streymoynni, 749 m til hæddar. Tað liggur um 12 km frá Havnini (20 km eftir vegi).

Mynd av Skælingi, tikin av Sornfelli
Radarin á Sornfelli

Í 1958 gav Føroya Løgting NATO loyvi at byggja hernaðarliga eftirlitsstøð á Sornfelli, og á sumri 1963 - tá Kalda kríggið var í hæddini - byrjaði NATO at hava radareftirlit við skipaferðslu og flogferðslu í norðuratlantshavi frá radarum á Sornfelli. Tætt knýtt at virkseminum á Sornfelli var Natostøðin í Mjørkadali.

Radarin varð sløktur og steðgaður tann 1. januar 2007, og tann 15. november 2010 steðgaði samskiftisuppgávan á Sornfelli eisini, og gavst NATO tá við øllum virkseminum á Sornfelli.

Keldur

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið