Torbjørn Egner (føddur 12. desember 1912, og deyður 24. desember 1990)er ein norskur rithøvundur, tónaskald og myndprýðari (illustrator). Hann er serliga kendur sum barnabókarithøvundur, og hevur millum annað skrivað bøkurnar um Karius og Baktus (1949), Klatremus og de andre dyrene i Hakkebakkeskogen (1953) og Folk og røvere i Kardemomme by (1955), sum allar eru umsettar til føroyskt. Bøkur hansara eru seldar í stórum tali runt um í heimunum, og umsett til fleiri mál.

Thorbjørn Egner doyði av hjartaslag, jólaftan 1990.

Í djóragarðinum í Kristiandsand í Noregi, varð Kardamummubýurin bygdur í fullum skala og opnaður í 1991. Í 2015 opnar Valbakkaskógurin í sama garði.

Lívsleið rætta

Árini 1912 - 1930 rætta

Thorbjørn er føddur sum tann yngsti av trimum systkinum, í eina keypmannsfamilju, í býarpartinum Kampen, í Oslo í 1912. Hann var 12 og 14 ár yngri enn eldru systkyni síni. Pápin, Magnus Egner, hevði ein kolonial handil, og hevði bakgrunn í landbrúki. Mamman Anna var frá býnum Frogn. Familjan var sera musikølsk. Pápin og beiggjin spældu violin, Thorbjørn og systir hansara spældu klaver, og øll sungu tey. Thorbjørn plagdi at fara út í gøtuna, saman við vinum sínum og starta gøtuorkestur, við floytu, trummum, horni, og sjálvur spældi hann banjo.

Sumrini nýtti Thorbjørn javnan hjá fastir síni Louisu, og familju hennara á einum garði í Sørum. Minningarnar frá barndóminum, bæði frá Kampen og frá Sørum, hava givið sín dám á skriv hansara seinni í lívinum.

Út á arbeiðsmarknaðin 1930 - 1940 rætta

15 ára gamal fekk Thorbjørn, í august 1928, eitt skrivstovu arbeiði sum hjálpari í fyritøkuni A. Nilson & Co, Coal Agents. Samstundis gekk hann á kvøldskúla í Oslo kommunale handelsskole, og fekk hann í handilsprógv frá tí skúlanum í 1930. Í Handilskúlanum møtti hann javngomlu Annie Eliasen, sum hann giftist í 1937. Í 1930 skifti hann starv, og fekk starv sum lýsingarteknari, í tí sambandi las hann eisini á einum lýsingarskúla í eitt tíðarskeið.[1]

Hann gavst í lýsingar lýsingarvinnuni í 1940, fyri at halda seg til at skriva bøkur. Tá var elsti sonur hansara, Bjørn, hálvtannað ára gamal, og næsta barn á veg.

Barnabókaskrivini 1938 - 1955 rætta

Frá heystinum 1939 hevði Thorbjørn eina fasta síðu, við figurunum "Truls og Kari" í vikublaðnum Illustrert Familieblad.

Undir seinna veraldarbardaga skrivaði og myndprýddi hann bøkur til vaksin.

Í 1946 fekk Thorbjørn starv hjá NRK, tí norska kringvarpinum, har hann kvøddi, las og fortaldi søgur. Fra februar til apríl í 1949 var Thorbjørn á lestrarferð í Fés, í Marokko. Upplivingar frá tí ferðini vórðu endurgivnar í jólaheftinum Juleglede 1949, og varð seinni, eftir eitt sindur av umskriving, grundarlagið fyri Kardamummubýin.

Thorbjørn skrivaði flest síni kendu verk í millum 1940 og 1955, og nýtti tíðina eftir tað, til at endurútgeva og víðari útvikla verk síni. Eitt dømi um hetta, er at um ein bók nú skuldi á pall og setast upp sum sjónleikur, so kundi hann finna uppá ikki bara at skriva leikritið, men skriva nakar sangir sum passaðu til leikin.[2]

1950 - 1990 rætta

Í 1950-árunum vóru fleiri av verkum Thorbjørns á palli. Karius og Baktus sum dukkusjónleikur í 1955. Kardamummubýurin á Nationalteatrinum í 1956, og Klatrimús og Valbakkaskógurin í Oslo Nye Teater og Riksteatret i 19591960, og Tjóðleikhúsinum í Reykjavík, og Det ny Teater í Keypmannahavn í 1962. Leikritið var sera væl mótikið í fleiri londum, og ein uppteljing frá 1972 vísti at Kardamummubýurin hevði verið á palli í 14 londum. Klintrimús og Valbakkaskógurin í 8 londum.[3]

Í 1987 var Thorbjørn við til at planleggja bygging av kardamummubýnum í djóragarðinum í Kristiansand. Tíverri náddi hann aldrin at síggja úrslitið, tí hann varð knappliga sjúkur og doyði jólaftan 1990.

Verk rætta

Barnabøkur rætta

  • 1940 – Barneboka 1940, skrivað saman við Sigurd Winsnes.
  • 1940 – Malermester Klattiklatt dypper kosten – og tar fatt
  • 1941 – Den nye barneboka, skrivað saman við Sigurd Winsnes.
  • 1941 – Hesten, kua og de andre. Nýggj útgáva 1945
  • 1941 – Truls og Kari, en liten bok for store og små
  • 1941 – Klattiklatt: malebok med bilder og vers
  • 1942 – Truls og Kari kommer til den store byen
  • 1942 – Ola-Ola som alle dyra var så glad i
  • 1942 – Småfolk. Barneboka nr. 3
  • 1942 – Malermester Klattiklatt gjør vinter til sommer
  • 1943 – Klattiklatt drar til negerland
  • 1943 – Truls og Kari i den store digre skauen
  • 1943 – Hva sier dyra?
  • 1943 – Lekene mine
  • 1943 – Svarten
  • 1943 – Store og små er ute og kjører
  • 1943 – Jumbo som dro ut i verden. Ny utgave 1976
  • 1943 – 1–2–3: Telleboka. Ny utgave 1976
  • 1945 – Klattiklatt i hjemmefronten
  • 1946 – Da Per var ku. Ny utgave 1976
  • 1946 – Stormen, ungdomsroman
  • 1948 – Ole Jakop på bytur. Ny utgave 1976
  • 1949 – Karius og Baktus. Ny utgave 1958
  • 1951 – Tretten viser fra barnetimen (sangbok)
  • 1952 – Nye viser fra barnetimen (sangbok)
  • 1953 – Klatremus og de andre dyrene i Hakkebakkeskogen. Ny utgave 1978
  • 1955 – Folk og røvere i Kardemomme by. Ny utgave 1980
  • 1971 – Bamsefar og andre viser fra barnetimen (sangbok)
  • 1973 – Kaptein Sorte Bill og andre viser (sangbok). Ny utvidet utgave 2007
  • 1978 – Musikantene kommer til byen
  • 1987 – Gode venner. (Tekster fra lesebøkene)
  • 2000 – Barna i Humlegata. (Tekster fra lesebøkene)
  • 2000 – Ola-Ola Heia. (Tekster fra lesebøkene)
  • 2000 – Ola-Ola i byen. (Tekster fra lesebøkene)
  • 2000 – Sommer på Heia. (Tekster fra lesebøkene)

Bøkur til vaksin rætta

  • 1943 – Gamle hus i Vågå
  • 1945 – Gamle hus i Rauland. Ny utgave 1970
  • 1945 – Hans E. Kinck. Hvitsymre i utslaatten og tre andre noveller. Med illustrasjoner etter fargetresnitt av Thorbjørn Egner. Ny utgave 1972
  • 2001 – Thorbjørn Egner, et selvportrett

Umsetingar / Upplesnaður rætta

  • 1952 – A.A. Milne: Ole Brumm – originaltittel: Winnie-the-Pooh, 1926.
  • 1953 – A. A. Milne: Ole Brumm og vennene hans – originaltittel: The house at Pooh Corner, 1928.
  • 1954 – Hugh Lofting: Doktor Dyregod – originaltittel: Doctor Doolittle, 1920. Sangene i boka er skrevet av Egner med melodi av Christian Hartmann. Nyillustrert av Egner.
  • 1956 – Astrid Lindgren: Lillebror og Karlsson på taket – originaltittel: Lillebror och Karlsson på taket, 1955.
  • 1958 – H.G. Wells: Tommy og elefanten – originaltittel: The Adventures of Tommy, 1929. Nyillustrert av Egner.
  • 1961 – Astrid Lindgren: Lilibet sirkusbarn – originaltittel: Lilibet, cirkusbarn, 1960.
  • 1975 – Egon Mathiesen: Katten med de blå øynene – originaltittel: Mis med de blå øjne, 1951.

Diskografi rætta

  • 1955 – Kardemommeviser
  • 1955 – Doktor Dyregod
  • 1957 – Karius og Baktus
  • 1957 – Egner-viser
  • 1957 – Kardemommefesten
  • 1957 – Kasper og Jesper og Jonatan
  • 1966 – Klatremus og de andre dyrene i Hakkebakkeskogen
  • 1970 – Karius og Baktus
  • 1970 – Kardemommubærinn
  • 1973 – Kardemommefesten
  • 1973 – Verkstæði jólasveinanna
  • 1974–76 – Ole Brumm og vennene hans (tre plater), med Yukon Gjelseth
  • 1974 – Nora i Egnerland, med Nora Brockstedt
  • 1975 – Folk og røvere i Kardemomme by
  • 1982 – De seksten beste Egnerviser – Pluss Karius og Baktus
  • 1993 – Musikantene kommer til byen
  • 1997 – Gode gamle Egnerviser
  • 2002 – Thorbjørn Egners viser fra Barnetimen
  • 2005 – Tommy og Elefanten – Karius & Baktus – Ole Jakop på bytur – Da Per var ku
  • 2012 – Muntre musikanter – Karius & Baktus møter Dyrene i Afrika
  • 2012 – Vi har den ære – en hyllest til Thorbjørn Egner

Útvortis leinkjur rætta

Thorbjørn Egner á norsku Wikipedia

Keldur rætta

  1. Egner. En dannelseshistorie (Biografi om Thorbjørn Egner) Anders Heger, 2012.
  2. Birkeland, Risa, Vold. Norsk barnelitteraturhistorie. 2. utg. Samlaget, 2005 ISBN 82-521-5933-8
  3. Øyvind Anker. «Bamsefar kan han selv være». I: En bok om Thorbjørn Egner, 1972.


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið