Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum
Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum (Upprunatittul: Klatremus og de andre dyrene i Hakkebakkeskogen) er ein bók eftir Thorbjørn Egner. Valbakkaskógurin er ein lítil "heimur", sum onkur kanska vil siga, ikki er til, men sum í mangar mátar minnir um okkara egnu stóru verð. Og Klintrimús og Mortan og Bamsi og Mikkkjal og hini øll í skóginum eru ikki vanlig djór, men hugflogið hevur lænt teimum nøkur eyðkenni bæði frá dýrum og fólki. Tey hava nøvn av djórum og nakað væl av útsjóndini við, men hava eisini klæði uttaná sær og ganga á tveimum beinum og búgva í húsum og minna eitt sindur um okkum menniskju í mongum av tí, tey gera og siga og hugsa.