TB/FC Suðuroy/Royn
TB/FC Suðuroy/Royn er eitt føroyskt fótbóltsfelag, ið varð stovnað í desember 2016. Liðið er ein samanlegging av teimum trimum fótbóltsfeløgunum í Suðuroynni: Tvøroyrar Bóltfelag (TB), FC Suðuroy og Royn. Besta liðið hjá felagnum spælir í bestu deildini, Effodeildini, í 2017, og harumframt eisini í 1. og 2. deild hjá monnum. Árið 2017 er at síggja sum eitt royndarár og hetta árið er navnið TB/FC Suðuroy/Royn, men í miðlum og annað verður liðið ofta nevnt Suðuroyarliðið og fjepparar eru blivnir samdir um at rópa Suðringar, tá ið liðið spælir, tí TB/FC Suðuroy/Royn ið hevur átta stavilsir er alt ov langt at rópa.[1][2] Liðið spælir í myrkagrønum búna.
Hópurin
rættaPr. 4. apríl 2017:
Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.
|
|
Keldur
rætta- ↑ Thomsen, Rúni (10. mars 2017). "Rópa Suðringar". Suðuroyarportalurin. http://sudurras.fo/?p=55813. Heintað 4. april 2017.
- ↑ Petersen, Niels (12. februar 2017). "Suðuroyarliðið spældi søguligan dyst leygardagin". Portal.fo. http://portal.fo/suduroyarlidid+spaeldi+soguligan+dyst+leygardagin.html. Heintað 27. februar 2017.