Jón Áki Jacobsen
Jón Áki Jacobsen (føddur 2. november 1995) er ein føroyskur fótbóltsleikari, sum í løtuni (2017) spælir við besta mansliðnum hjá TB/FC Suðuroy/Royn. Hann hevur fyrr spælt við U19 landsliðnum og U17 landsliðnum hjá Føroyum.[1]
Ungdómslandsliðsleikari
rættaU-19 landsliðsleikari
rættaJón Áki varð úttikin til U19 landsliðið í september 2012. Hann luttekur í kapping í Ukraina í september 2012.[2]
U-17 landsliðsleikari - skoraði einasta málið hjá Føroyum
rættaJón Áki hevur eisini spælt á U17 landsliðnum. Hann spældi sín fyrsta dyst móti Fraklandi hin 28. oktober 2011.[3] Tann dystin vann Frakland 5-0. Hann spældi eisini við í dystinum móti Luksembourg, har tað eydnaðist Føroyum at fáa eitt stig, dysturin endaði 1-1. Tað var Jón Áki ið skoraði málið hjá Føroyum, og var hetta einasta málið ið Føroyar fekk í hesi undankappingini.[4]