Jón Krosslá Poulsen

Jón Krosslá Poulsen (føddur 17. februar 1988 í Vági) er føroyskur fótbóltsleikari sum spælir við TB/FC Suðuroy/Royn pr. apríl 2017. Hann hevur áður spælt við FC Suðuroy, VB/Sumba VB, HB og Víkingi. Jón skoraði fyrst málið hjá nýggja samanlagda suðuroyarliðnum, tað gjørdi hann í dystinum móti ÍF, sum suðuroyingarnir vunnu 2-1.[1]

Jón Krosslá Poulsen.

Mest skorandi leikari hjá FC Suðuroy, VB/Sumba og VB

rætta

Jón Krosslá Poulsen er mest skorandi leikari yvirhøvur hjá FC Suðuroy (íroknað VB og VB/Sumba). Í mars 2010 skoraði hann sítt mál nummar 50, tað var í dystinum móti HB, sum endaði 4-4.[2] 22. august 2010 skoraði hann sítt mál nummar 56 mál fyri felagið, og kom harvið framum Egill Steintórsson. Málið skoraði hann í dystinum móti B36 á heimavølli, sum FC Suðuroy vann 2-1.[3] Harumframt var Jón toppskorari fyri FC Suðuroy í 2010, hann skoraði 10 mál í Vodafonedeildini og 2 mál í dystum um Løgmanssteypið.[4] Jón var eisini millum toppskorarnir í Vodafonedeildini í 2010, við 10 málum var hann nummar 6 til 8 saman við Pól Jóhannus Justinussen og Sølvi Vatnhamar, toppskorarir gjørdist Arnbjørn T. Hansen og Christian Høgni Jacobsen við 22 málum hvør.

Ungdómslandsliðsleikari

rætta

Jón Krosslá Poulsen hevur fleiri ferðir verið við í hópinum hjá føroysku unglingalandsliðunum. Í 2003 var hann eyka á U-17 landsliðnum hjá Føroyum. Hann var við til EM undankappingina í Slovakia í oktober 2003. Hann spældi ein part av dystunum móti Slovakia og Grikkalandi. Føroyar tapti báðir dystirnir.[5]. Í 2006 var Jón Krosslá Poulsen við í U-19 landsliðshópinum hjá Føroyum, tá leikti hann 4 dystir og skoraði eitt mál fyri Føroyar. Í 2007 var hann við í U21 landsliðshópinum og spældi ein dyst móti Albania.[6]

Skoraði mál fyri Føroyar U19

rætta
 
Jón Krosslá Poulsen

31. juli 2006 spældi Føroyar U19 dyst móti Noregi og Føroyar vann 1-0. Tað var Jón Krosslá Poulsen sum skeyt málið.[7]

Keldur

rætta
  1. "TB/FCS/Royn - ÍF". In.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-09-29. https://web.archive.org/web/20200929001221/https://www.in.fo/matches/?tx_iklivescores_match%5Bmatch%5D=272&tx_iklivescores_match%5Baction%5D=show&tx_iklivescores_match%5Bcontroller%5D=Match&cHash=04d7b4274af290411b829e7ee8c6d7dd. Heintað 4. apríl 2017. 
  2. Sudurras.com[deyð leinkja]
  3. Sudurras1.com[deyð leinkja], Jón Krosslá Poulsen mestskorandi
  4. FaroeSoccer.com
  5. Áfrsfrágreiðing 2003pdf-fíla
  6. Soccerandequipment.comFaroe Islands U-21 National Team
  7. Football.fo

Slóðir

rætta
  • FCSuduroy.com Archived 2010-06-14 at the Wayback Machine.
  • Sportal.fo, sjónvarpsstubbi, samrøða við Jón Krosslá Poulsen eftir dystin í Runavík móti NSÍ 12. juni 2010. Jón skoraði eitt mál fyri FC Suðuroy, men NSÍ vann dystin 2-1. FC Suðuroy lá niðast í Vodafonedeildini, tá Portal.fo gjørdi samrøðuna.


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið