Sølvi Vatnhamar
Sølvi Vatnhamar (føddur 5. mai 1986[1] í Føroyum) er ein føroyskur fótbóltsleikari, sum í løtuni spælir fyri Víking og Føroyar.[2] Hann er útbúgvin og starvast sum byggifrøðingur.
Persónlig kunning | |||
---|---|---|---|
Føðingardagur | 5. mai 1986 | ||
Føðistaður | Føroyar | ||
Pláss | Miðvallaleikari | ||
Kunning um feløg | |||
Núverandi felag | Víkingur | ||
Nummar | 10 | ||
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur* | |||
Ár | Felag | Dystir† | (Mál)† |
2003–2007 | LÍF | 76 | (22) |
2008- | Víkingur | 195 | (38) |
Landslið‡ | |||
2007-08 | Føroyar U21 | 3 | (0) |
2013- | Føroyar | 14 | (1) |
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 17. mai 2016. † Dystir (Mál). |
Lívsleið innan fótbóltRætta
Sølvi vaks upp í fótbóltsfelagnum LÍF úr Leirvík. Tá ið LÍF og GÍ løgdu saman í 2008 til Víking, fór hann at spæla fyri Víking og hevur spælt har síðan. Hann búði niðri í Danmark í nøkur ár, meðan hann las og spældi ikki á høgum støði tá.
Altjóða fótbólturRætta
Hin 13. juni 2015 leikti hann sín 5. landsdyst á føroyska A-landsliðnum, sum var ímóti Grikkalandi á Tórsvølli. Í dystinum legði Sølvi upp til bæði málini, ið Hallur Hansson og Brandur Olsen skoraðu, við avleveringum úr høgru síðu innfyri.[3]
- Altjóða mál
- Mál og úrslit hjá Føroyum vísast fyrst.
# | Dagur | Vøllur | Mótstøðulið | Mál | Úrslit | Kapping |
---|---|---|---|---|---|---|
1 | 28. mars 2016 | Estadio Municipal de Marbella, Marbella, Spania | Liktinstein | Vinadystur |
HeiðurRætta
- 2016 - Ársins leikari í føroyskum mansfótbólti.[4]
KeldurRætta
- ↑ faroesoccer.com
- ↑ fsf.fo
- ↑ kvf.fo, Landsliðshetja og byggifrøðingur.
- ↑ Petersen, Niels (28 October 2016). "Sølvi Vatnhamar og Rannvá Andreasen blivu ársins leikarar" (in Faroese). Portal.fo. http://portal.fo/solvi+vatnhamar+og+rannva+andreasen+blivu+arsins+leikarar.html. Heintað 28 October 2016.