Svimjing á Summar-OL 2012, 400 metrar frí (menn)
Kappingin í 400 metrum frí í svimjing hjá monnunum á Summar-OL 2012 fór fram hin 28. juli 2012 í Aquatics Centre London.[1]
Met
rættaÁðrenn hesa kapping vóru heimsmetið og olympiska metið á 400 metrum frí hjá monnum hesi:
Heimsmet | Týskland, Paul Biedermann | 3:40.07 | Rom, Italia | 26. juli 2009 |
Olympiskt met | Avstralia, Ian Thorpe | 3:40.59 | Sydney, Australia | 16. september 2000 |
Hesi met vóru sett á Olympisku stevnuni:
Dagur | Kapping | Navn | Tjóðskapur | Tíð | OM (Olympiskt met) | HM (Heimsmet) |
---|---|---|---|---|---|---|
28 juli | Finala | Sun Yang | Kina | 3:40.14 | OM |
Úrslit
rættaOlympiski meistarin, Park Tae-Hwan, var kolldømdur eftir innleiðandi riðlarnar fyri feil í startinum, men henda avgerð var tó broytt seinni sama dag, og hann slapp at svimja finaluna hóast alt, hetta hendi eftir at Koreanska Svimjisambandi kærdi avgerðina, og varð hon sum sagt gingin á møti. Hetta merkir so fyri føroyska Pál Joensen, at hann ikki gjørdist nummar 9 men nummar 10. Hann var tó álíkavæl sera tætt uppá at koma í finaluna, bara 11/100 av einum sekundi.[2]
Innleiðandi
rættaFinalan
rættaNummar | Geil | Navn | Tjóðskapur | Tíð | Viðmerkingar |
---|---|---|---|---|---|
Gull | 4 | Sun Yang | Kina | 3:40.14 | Asiatiskt met, Kinesikt met, Olympiskt met |
Silvur | 6 | Park Tae-Hwan | Suðurkorea | 3:42.06 | |
Bronsa | 5 | Peter Vanderkaay | USA | 3:44.69 | |
4 | 7 | Hao Yun | Kina | 3:46.02 | |
5 | 3 | Conor Dwyer | USA | 3:46.39 | |
6 | 2 | Gergő Kis | Ungarn | 3:47.03 | |
7 | 8 | David Carry | Stóra Bretland | 3:48.62 | |
8 | 1 | Ryan Napoleon | Avstralia | 3:49.25 |