Lat upp høvuðsmeny

David Carry (føddur 8. oktober 1981 í Aberdeen) er ein skotskur svimjari, sum er kvartur føroyingur. Omma hansara er úr Klaksvík.[1] Hann svimur best í frísvimjing. Hann hevur umboða Skotland á Commonwealth Games í 2002, 2006 og 2010. Í 2006 vann hann gull á hesum leikum í 400 metrum frí og í 400 metrum blandað. David hevur umboða Stórabretland á Summar-OL 2008 í 400 metrum frí og 4x200 metrar frí og á Summar-OL 2012 í 400 metrar frí. Hann gjørdist nummar 7 í innleiðandi við tíðini 3:47.25 og kom í finaluna. Hann svam við tíðini 3:48.62 í finaluni og gjørdist nummar 7. Føroyski Pál Joensen svam í somu kapping, hann gjørdist nummar 10.

Persónligu bestu tíðir og metRætta

Kapping Á langgeil Á stuttgeil
100 m frísvimjing 50.64 49.66
200 m frí 1:46.47 NR 1:45.63
400 m frí 3:47.17 NR 3:40.51
400 m blandað, einstaklinga 4:15.98 4:13.83
Lykil NR:Bretsk met

KeldurRætta

Slóðir úteftirRætta