Stefan Schlett (føddur 31. Januar 1962 í Kleinostheim við Aschaffenburg) er ein týskur ítróttamaður innan ekstreman ítrótt. Hann íðkar ultra-langrenningskappingar, fellskermsútolop, triatlon og fjallaklintran. Hann hevur fleiri ferðir verið í Føroyum. Í 2014 vitjaði hann Føroyar fyri at renna sítt maraton nummar 690 og fyri at vitja Lítla Dímun.

Stefan Schlett

Lívsleið innan ítrótt

rætta

Stefan Schlett er ein av tveimum persónum í heiminum, ið hevur megnað at krossað trý kontinent til gongu ella í rennikappingum: Amerika 1992[1], Avstralia 2001[2], Evropa 2003[3]. Harumframt er hann tann fyrsti týskarin, ið hevur runnið eitt maraton á øllum sjey kontinetunum, og hann eigut týska metið fyri ultramaraton frá 1.000 km til 1.300 míl.

Hann hevur runnið heimsins hægsta maraton (Everest Marathon), heimsins lægsta (Sea Genezareth Maraton), heimsins norðasta (Spitzbergen Marathon) og heimsins syðsta (Antartica marathon). Hann hevur eisini vunnið Chinese Wall Marathon (1998).

Hann hevur runnið 4723 kilometrar tvørtur um Amerika úr Los Angeles til New York. Hann hevur runnið 4292 kilometrar tvørtur um Avstralia úr Perth til Canberra. Hann hevur runnið tvørtur um Evropa úr Lissabon til Moskva (5.015 kilometrar), og so hevur hann eisini tikið Afrika upp á longs, úr Kairo til Cape Town, men tað var á fjallasúkklu.

Ztefan hevur lopið á falskýggja (skydiving) yvir Norðurpólin, hann hevur týska metið í 1000 kilometra renning (8 dagar + 3:51:27 tímar) í 1000 miles (13 dagar + 16:11:06 tímar), 2000 kilometrum (17 dagar + 6:28:02) og 1300 miles (17 dagar + 23:42:13).

Hann hevur runnið maraton á eini rennibreyt (155 metrar) umborð á einum skipi. Hevur runnið eitt ultra-maraton (50 km) í einum námi 700 metrar undir jørð. Hann hevur verið m.a. uppi á Pik Lenin (7134 metrar í Kirgisistan), Pik Korschenewskaja (7104 metrar í Tadsjikistan), Aconcagua (6959 metrar í Argentina), Kilimanjaro (5895 metrar í Tansania), Elbrus (5642 m í Russlandi) og Mount McKinley (6194 metrar í Alaska).[4]

Keldur

rætta
  1. The 1992 Runner's World Trans America Footrace
  2. "Trans-Australia Footrace". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2009-02-15. https://web.archive.org/web/20090215221753/http://coolrunning.com.au/ultra/transaustralia/index.shtml. Heintað 2014-06-04. 
  3. Transeuropalauf
  4. "aktuelt.fo, Lítla Dímun ovast á listanum hesaferð". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-07-01. https://web.archive.org/web/20140701142609/http://aktuelt.fo/litla+dimun+ovast+a+listanum+hesaferd.html. Heintað 2014-06-04.