St. Kitts og Nevis
| |||
Tjóðarslagorð: Country Above Self | |||
Tjóðsangur: God Save the Queen | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Basseterre | ||
Kongur | Charles III | ||
Forsætisráðharri | Denzil Douglas | ||
Fullveldi | 19. september 1983 (úr Bretlandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
261 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2014 - tættleiki |
51,538 164/km² | ||
Gjaldoyra | Eysturkaribiskur dollari | ||
Tíðarøki | UTC -4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .kn | ||
Telefonkota | +1869
| ||
Saint Kitts og Nevis (enskt; Saint Kitts and Nevis) eru eitt oyggjaríki í Karibiahavinum. Landið er oyggjaland, størsta oyggin er Saint Kitts og ein minni oyggj eitur Nevis. Íbúgvatalið er umleið 43.000. Bassaterre er høvuðsstaðurin í oyggjunum og liggur á oynni St. Kitts, sum er tann norðara oyggin. Landið er eitt kongsveldi við Elisabeth II drotning sum stjórnarovasta. Oyggjarnar hava eisini sítt egna ting og guvernør. Tað hægsta punktið er fjallið Mount Liamuiga, ið er 1.156 metrar yvir havinum. Tey flestu fólkini eru av afrikanskum uppruna.
St. Kitts og Nevis er minsta landið í Norðuramerika. Við sínum einans 261 km2 er landið á stødd við Suðuroynna og Borðoynna tilsamans.
Slóðir
rætta