Eggjarnar (Skúvanes), sum eisini hoyrir til Vágsbjørg, er sera eyðkent forberg, um 200 m høgt, sunnanvert við Vágseið vestanfyri Vág í Suðuroynni. Tað er ofta at síggja avmyndað á natúrmyndum ella brúkt sum motiv í listarverkum. Vegur er niðan til Eggjarnar, hann byrjar í Vági og eitur Eggjarvegur, tað er síðugøta til Líðarveg á sunnaru síðu av Vágsfirði. Vegurin støðgar bert umleið 25 metrar frá eggini, bergið er steyrrætt niður í Atlantshavið. Útsýnið er einastandandi av Eggjunum. Øll vestursíðan av sunnaru helvt av oynni sæst. Móti suðuri sæst Beinisvørð, sum er hægsa forberg í Suðuroynni og næsthægsta forberg í Føroyum.

Skúvanes og Eggjarnar sæð frá Vágseiði, myndaevnið á føroyskum frímerki frá 1989.


Loranstøðin á Eggjunum rætta

Undir seinna heimsbardaga bygdu amerikanarar eina loranstøð á Skúvanesi og reistu 4 høgar meistrar har uppi; fyrsta signalið fór í luftina 15. okt 1943. Støðin, ið var peilistøð og hevði til uppgávu at leiðbeina skip og flogfør, varð drivin av bretum, ið høvdu Føroyar hersettar undir krígnum, men hon helt fram at virka aftan á kríggið eisini. Tá ið bretar tóku seg aftur í 1946, yvirtóku danir hana. Hon var í brúki til desember 1977.


Myndir rætta

 
Útsýni av Eggjunum suðureftir. Føroyskt frímerki.

Keldur rætta