Vágseiði er vestanfyri Vág í Suðuroynni. Ofta er nógv brim har vesturi, men hóast tað, so hevur Vágseiði verði nógv brúkt sum lending fyri útróðrarbátar fyrr í tíðini. Um aldarskiftið um ár 1900 komu 2/3 av tí fiski, sum kom uppá land í Vági, av útróðri av Eiðinum.[1] Bátarnir vórðu koyrdir á sjógv oman gjøgnum Kleivina.

Brim á Vágseiði

Kleivin

rætta

Kleivin byrjar har sum Eiðisvegur endar í dag. Kleivin kann sigast at vera ein náttúrlig lending, tó eru betringar gjørdar við mannahond. Í 1890 gjørdi Dánjal við Misá eitt spæl at hála bátarnar upp við. Lunnar vóru festir í stórar steinar. Har er sprongt burturúr helluni og stoypt omaná helluna í 1929, og stokkar úr viði eru lagdir omaneftir, so tað er lættari at draga bátar oman og niðan.

Tráðbanin

rætta

Í 1906 var tráðbani gjørdur á Vágseiði, soleiðis at bátar kundu verða drignir upp á land gjøgnum Múlagjógv, sum er eitt sindur longri vesturi. Tað var ein stórur fyrimunur, tá brimið stóð um Heltnarnar, sum er hella beint við Kleivina, har bátarnir annars løgdu at landi, tá kyrt var. Múlagjógv var sum oftast nógv kyrrari enn sjógvurin longri inni við Heltnarnar. Bátar og veiða var so heysað upp í loft við tráðbananum og ført úteftir inn á land á Eiðinum, veiðan fyri seg og báturin fyri seg. Onkuntíð var bara veiðan hivað upp á henda hátt. 22 bátar róðu út av Eiðinum, tá tráðbanin varð tikin í brúk.[2] Tann fyrsti tráðbanin virkaði við mannakraft, har var eitt spæl, sum menninir gingu runt um og fingu tað at mala runt, til báturin var komin heim á Eiði. Elektrisitet kom til Vágs í 1921, men tað vardi nøkur ár, áðrenn trábanin var rikin við elektrisiteti, tað hendi í 1930. Løgtingið hevði samtykt, at teir vildu gjalda 2/3 av kostnaðinum av tráðbananum, tó í mesta lagi 1800 krónur, og játtanin var treytað av, at forstandaraskapið í felagskommununi í Suðuroynni váttaði, at arbeiðið varð forsvarligt gjørt í tráð við kostnaðarætlanina. Hans Jacob Joensen úr Mikladali gjørdi tvey portur í einari smiðju við Ósagarð, hesi vórðu síðan flutt vestur á Eiðið og sett upp har við skrástívarum, sum vóru festir í helluna. Ein sverur jarntráður var spentur vestur í Múlagjógv.[3]

Neystini á Vágeiði

rætta

Har stóðu fleiri neyst vesturi á Eiðinum, men tey blivu ikki eins nógv brúkt seinast í 20. øld, sum í 19. øld og tíðliga í 20. øld. Tey seinastu neystini á Eiðinum fórust í einum stormi 14. januar 1989. Tað var so nógv brim og uppgangur, at øll neystini skolaðu burtur. Fleiri av neystunum vóru nýliga umvæld. Allir bátarnir uttan ein vóru bjargaðir, báturin sum fórst brotnaði í tvey orsakað av einari gravkúgv, sum stóð við tað vestasta neystið. Gravkúgvin var tikin av stormi og brimi og datt yvir neyst og bát, so báturin brotnaði í tvey.[4]

Myndir

rætta

Keldur

rætta
  1. Bókin: Vágs kommuna 1873 - 1929, eftir Poul Andreasen, Vágur 2000. Síða 46.
  2. Bók: Poul Andreasen "Elektrisitetsverkið í Botni", egið forlag, Tórshavn 1996.
  3. Bókin: Vágs kommuna 1873 - 1929, eftir Poul Andreasen, Vágur 2000. Síða 48.
  4. Sudurras1.com, 20 ár síðan neystini á Eiðinum fórust[deyð leinkja]

Útvortis ávísingar

rætta