Kynsleyst hjúnalag

(Ávíst frá Samkynt hjúnalag)

Kynsleyst hjúnalag (ella samkynt hjúnaband) er eitt hjúnalag millum tvey fólk av sama kyni. Fyrsta hjúnabandið millum tveir menn verður í 27 f.Kr. skrásett í Rómverska fullveldinum [1]. Hjúnalag millum samkynd nú á døgum, bleiv loyvt í summum londum í tí fyrsta tíggjuárinum av 2000-árunum. Hjúnalag millum tvey av sama kyni er ikki loyvt í Føroyum, heldur ikki skrásett parlag. Í Danmark hava samkynd í fleiri ár havt møguleika fyri at liva saman í skrásettum parlagi, men hin 7. juni 2012 samtykti danska Fólkatingið eina nýggja hjúnabandslóg fyri Danmark við 85 atkvøðum fyri og 24 ímóti. Lógin er ikki galdandi fyri Føroyar og Grønland [2]. Í november 2014 vóru tað 18 lond, ið loyva hjúnabandi millum tvey av sama kyni: Argentina, Belgia, Brasil, Danmark, Finnland, Frakland, Ísland, Kanada, Luksemburg, Niðurlond, Noreg, Nýsæland, Portugal, Spania, Stórabretland, Suðurafrika, Svøríki, Uruguei og harafturat eru tað fleiri minni partar av londum, ið loyva tí, eitt nú partar av Meksiko og USA.

  Samkynt hjúnaband
  Udenlandske ægteskaber anerkendes
  Onnur sløg av parlagi (ella pappírsleyst samlív)
  Ingen anerkendelse af homoseksuelle par

Í kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri LGBT Føroyar í apríl 2013, taka heili 68 % undir við, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúnaband. Tað vil siga, kunnu vígast á ráðhúsum og sýsluskrivstovum, men ikki í kirkjum og samkomum. Harafturímóti siga einans 27 % seg vera móti hesum. 5 % siga seg ikki vita hvat tey halda um málið. Tá spurningurin verður býttur út á kyn, siga heili 72 % av kvinnum ja til at javnseta samkynd og hinskynd í hjúnabandslógini, meðan tað eru 65 % av monnum, sum siga ja. Størsta stuðulin fáa tey samkyndu í Norð­streymoy, har 81 prosent av borgarun­um siga ja til samkynt hjúnarlag. Í øllum økjum í landinum, í øllum aldursbólkum, í øllum útbúgvingar- og lønarbólkum er meiriluti fyri eini broyting í hjúnabandslógini, soleiðis at samkynd verða javnsett við aðrar borgarar [3].

Keldur

rætta
  1. http://books.google.no/books?id=JoS4ffPU1-0C&pg=PA279&lpg=PA279&dq=Epigram+1.24+12.42+rome&source=bl&ots=A_I4HM8iDP&sig=99HgEx2B8hOqQZLkA1T3wG64e70&hl=en&sa=X&ei=d2TRUYq0N9SL4gTC3ICIBw&ved=0CCgQ6AEwAA#v=onepage&q=Epigram%201.24%2012.42%20rome&f=false
  2. "Folketinget vedtager homovielser - TV 2 Nyhederne". http://nyhederne.tv2.dk/article.php/id-50947219:folketinget-vedtager-homovielser.html. Heintað 2013-04-29. 
  3. http://dimma.fo/Default.aspx?ID=16&PID=16&NewsID=8863&M=NewsV2&Action=1
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið