Perfume
Perfume (japanskt: パフューム, Pafyūmu) er ein elektropopp-gentubólkur úr Hiroshima, Japan. Limirnir eru Ayano Ōmoto, Yuka Kashino og Ayaka Nishiwaki. Bólkurin kom á pallin í 2001. Í 2005 fekk bólkurin sáttmála við eitt stórt plátufelag, Tokuma Japan Communications. Fram til juni 2009 hevur bólkurin útgivið níggju stakfløgur, sum allar eru væl móttiknar. Fyrst í 2012 fekk bólkurin eitt nýtt samstarv við Universal.
Uppruni: | Hiroshima, Japan |
Tónleika grein: | Elektropop |
Spælt síðani: | 2001 |
Plátufelag: | Universal Music Group |
Almenn Heimasíða: | Perfume-global |
Yasutaka Nakata hevur verið framleiðari hjá Perfume síðani 2003. Hann hevur eisini stovnað bólkin Capsule og stovnað plátufelagið Contemode. Upprunaliga post-shibuya-kei-ljóðið hjá Perfume broyttist til elektro og teknopopp, tá bólkurin kom í samstarv við stóra plátufelagið.
Fyrrverandi gittaristurin í Megadeth, Marty Friedman, segði: "Bólkurin hevur havt ta størstu ávirkanina á japanska tónleikaídnaðin í 2008". Oftani verður Perfume samanborið við Yellow Magic Orchestra og Aira Mitsuki.
Søga
rættaStovnanin
rættaBólkuri Perfume varð stovnaður í 2001 og teir upprunaligu limirnir vóru Ayaka "A-chan" Nishiwaki, Yuka "Kashiyuka" Kashino og Yuuka Kawashima. Eftir stutta tíð fór Kawashima úr bólkinum fyri at brúka tíð uppá lestur og var útskift við Ayano "Nocchi" Ōmoto. Navnið á bólkinum kemur frá tí japanska Kanji skriftmálssúmbolinum 香, sum merkir "angi", tað er í øllum nøvnunum hjá teimum upprunaligu limunum. Perfume var skrivað í hiragana "ぱふゅーむ" á teimum fyrstu stakfløgunum. Um hesa tíð hitti bólkurin dansilæraran MIKIKO, sum hevur arbeitt við bólkinum líka síðani.
Tvær stakfløgur, "Omajinai Perori" og "Kareshi Boshūchū", vóru útgivnar í 2002 í avmarkari nøgd og einans seldar í Hiroshima gjøgnum plátufelagið Momiji. Í 2003 flutti bólkurin til Tokyo og fekk framleiðaran Yasutaka Nakata. Í 2004 vórðu 3 stakfløgur útgivnar: "Sweet Donuts", "Monochrome Effect" og "Vitamin Drop", sum allar vórðu givnar út á plátufelagnum Bee-Hive. Um hesa tíðina gav bólkurin sína fyrstu framførslu á palli og fekk skjótt nógvar fjepparar.
Stórútgáva: Complete Best
rættaTá Perfume kom í samstarv við stóra plátufelagið Tokuma Japan Communications, gav bólkurin út stakfløguna "Linear Motor Girl". Eftir at tvær aðrar stakfløgur vóru útgivnar, "Computer City" og "Electro World", skýrdi bólkurin seg sjálvan sum ein "framtíðar teknopoppbólk". Fyrsta plátan, Perfume -Complete Best-, hevði seks tær seinastu stakfløgurnar og kom upp á 33. pláss á sølulistanum Oricon, tá hon fyrst kom út á marknaðin. Plátan kom upp á nr. 25, tá næsta plátan varð útgivin.
Framhaldandi viðgangur
rættaStørsta gjøgnumbrotið higartil er, at Universal, hvørs tónleikaframleiðsla hevur globalan týdning innanfyri sølu og marknaðarføring, nú hevur tikið Perfume undir sínar veingir. Fyri fyrstu ferð nakrantíð fór Perfume konsertferðir uttanfyri Japan í Ásiu í 2012.
Útgávur
rættaCD
rættaDVD
rætta- 2008 Perfume First Tour "GAME"
- 2009 Perfume BUDOUKaaaaaaaan!!
- 2010 Perfume Second Tour 2009 "Chokkaku Nitohen Sankakkei Tour"
- 2011 Perfume live @Tokyo Dome "1234567891011"
- 2012 Perfume Third Tour "JPN"
- 2013 Perfume WORLD TOUR 1st
- 2014 Perfume Fourth Tour "LEVEL 3"
- 2014 Perfume WORLD TOUR 2nd
- 2015 Perfume Fifth Tour "Gurun Gurun"
- 2015 Perfume WORLD TOUR 3rd
- 2016 Perfume Anniversary 10 days "PPPPPPPPPP"
Slóðir
rætta- http://www.perfume-global.com/ almenn heimasíðu fyri Perfume hjá framleiðslufyritøkuni Universal
- Amuse almenn heimasíða hjá Perfume (japansk).