Lat upp høvuðsmeny

Japanskt er alment mál í Japan. Verur kallað Nihongo (日本語) á japanskum, sum merkir "japanskt mál". "Nihon" merkir Japan, meðan "go" merkir mál. Egin málætt, ella møguligan skyldskap við koreiskt. Móðurmál hjá yvir 130 milliónum fólkum, meginparturin í Japan.

Japanskt
日本語 Nihongo
Tosað í: Meirluti: Japan
Tosandi íalt: 130 millión
Málætt: Japonic
 Japanskt
.
Málkotur
ISO 639-1: ja
ISO 639-2: jpn
ISO 639-3: jpn

.

Nihongo 日本語. Skal lesast uppi frá og niður.

Tað japanska málið hevur nógv lániorð frá Evropa, serliga úr Onglandi frá 19. øld. Til dømis, so eitur ein matstova á japanskum Resutoran (レストラン).

Japanska skriftmáliðRætta

Japanskt skriftmál verður skrivað við einari samanseting av trimum sløgum av stavraðum, kinversk tekin Kanji (漢字) og tvey sløg av fonetiskum stavraðum, rópt kana, sum einans vera brúkt í japanskum skriftmáli, Hiragana (ひらがな) og Katakana (カタカナ).


Nýmótans japanskt skriftmál hevur ofta latínskt bókstavarað, nevnt rōmaji (ローマ字). Til dømis, tá fyritøkur verða navngivnar, brúkt í lýsingum og tá japanskur tekstur verður tastaður inn í telduna.

Sí miðlasavnið