Páll Holm Johannesen

Páll Holm Johannesen er føroyskur rithøvundur, føddur í 1980, og hevur lokið BA- prógv í stjórnmálafrøði og MA - prógv í Evropavísund. Í 2005 var Páll í starvsvenjing á føroysku ES-sendistovuni í Brussel, og hann hevur eisini roynt seg sum tíðindamann á Sosialinum og í sjón- og útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Saman við Heina í Skorini ritstjórnaði hann Krossvegir, sum er eitt essay-savn um átrúnað og politikk í Føroyum.

Útgávur rætta