Nashyrningur
Fyrstu nashyrningarnir (frøðiheiti á latíni: Rhinocerotidae) vórðu til fyri 30 mió. árum síðan, og teir eru millum størstu súgdýr, ið livað hava á landi. Nú eru fá dýrasløg, ið eru verri fyri enn nashyrningur. Hann verður dripin í túsundatali fyri hornið á snáðini, og øll nashyrningasløg eru í altjóða yvirlitinum við dýrasløgum í vanda.[1] Fimm sløg eru: Hvítur nashyrningur (breiðsnáðaður nashyrningur) og svartur nashyrningur í Afrika, indianashyrningur í Noðurindia, javanashyrningur í Indonesia og sumatranashyrningur í Eysturásia.[2] Nashyrningar liva vanliga stakir. Hann sær illa longri enn 30 m. frá sær. Teir síggja stutt frá seg, men hava góða hoyrn og frálíkt tev. Tapirur í Amerika er nær skyldur við nashyrning. Nashyrningar eta gróður. Við tjúkku, breiðu vørrunum roytir hann gras og aðrar plantur.
Nashyrningur | ||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Svartur nashyrningur (frøðiheiti Diceros bicornis)
| ||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||
|
Hornið er úr hárkendum tægrum, ið eru persaðar saman til hart evni. Sló er ikki í horninum. Indianashyrningur og javanashyrningur hava bara eitt horn. Hini sløgini hava øll tvey. Nashyrningur hevur tjúkka og seiga húð. Á summum er húðin skift í stórar húðarplátur, rukkur og faldir um bein og háls. Húðin á indianashyrningi er átøk brynju. Flestu nashyrningar eru snøggir, hava ikki hár á kroppinum, bara sumatranashyrningur er loðin.[3]
Veiðitjóvar skjóta nógvan nashyrning fyri hornið, tí summi halda, at góður heilivágur er í tí. Hornið í nashyrningi er vert sína tyngd í gulli í m.a. Vjetnam og Kina. Og tískil eru allar fimm nashyrningsgreinarnar millum heimsins sjáldsamastu og ábærast staddu dýr.
Ovurveiða
rættaDúgliga verður stríðst at fáa steðgað óløgliga handlinum við nashyrningshorni. Óløglig skjóting hevur gjørt, at nógvar nashyrningsgreinar hava verið um at doyggja út.[4] Veiðutjóvar fanga og drepa dýrini. Hornini verða sagað av, og ræini verða liggjandi. Hornið verður eftir smuglaraleiðum flutt til marknaðirnar í Eysturásia.[5] Ávísir handilsmenn har hava stórvinning av at selja tað í mjølvaðum líki. Tað eru hornini, ið er orsøkin til at nashyrningar eru so nógv eftirspurdir. Heimsnáttúrugrunnurin WWF fekk fyri nøkrum árum síðan eitt virki, ið ger “heilivág”, at vita, hvussu hornið í nashyrningi royndist móti ymsari sjúku. Í Eysturásia er hornið á nashyrningum meira vert enn gull. Hetta millum annað tí at fólk trúgva, at hornið hevur grøðandi evnir.[6] Viðskiftafólkini halda, at hornið eigur í sær kynsliga eggjan, ella at tað grøðir ymiskar sjúkur. Økt upplýsing hevur hesi seinastu árini fingið nýtsluna av hesum sjáldsama “heilivági” at minka í Ásia, og nógvir kundar eta nú mjølvað horn av øðrum dýrum, sum betur eru fyri, til dømis saigaantilopuni.
Nashyrningar verða tó dripnir sum aldrin áður í Suðurafrika í 2014.[7] Í 2013 vóru 1004 nashyrningar dripnir í Suðurafrika. Tá var tað eitt nýtt met. Men árið 2014 hevur longu sligið tað metið. 20. november eru 1020 nashyrningar dripnir og árið er enn ikki liðugt. Hetta, sjálvt um man hevur roynt, at vart tey frá veiðumonnum. “Vit óttast, at ólógliga veiðan er bara ein partur, av eini størri heimsumfatandi milliarda ídnaði, ið umfatar ólógligan handil við villum dýrum. Tað er als ikki ein løtt støða, at fáast við", segði suðurafrikanski ráðharrin í umhvørvismálum, Edna Molewa, í 2014.[8]
Kelduávísingar
rætta- ↑ http://www.dagbladet.no/2013/06/18/nyheter/utenriks/neshorn/organisert_kriminalitet/dyrenes_nyheter/27186938/
- ↑ http://www.britannica.com/EBchecked/topic/501391/rhinoceros
- ↑ https://snl.no/neshorn
- ↑ http://www.nytimes.com/2006/07/11/science/11rhin.html?_r=2&
- ↑ http://www.dagbladet.no/2014/11/20/nyheter/utenriks/neshorn/neshornmafiaen/krypskyting/36333581/
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-03-26. https://web.archive.org/web/20150326005451/http://www.folkebladet.no/utenriks/article10367366.ece. Heintað 2014-11-21.
- ↑ http://www.telegraph.co.uk/news/worldnews/africaandindianocean/southafrica/11243559/South-Africa-rhino-deaths-hit-record-high-in-2014.html
- ↑ http://www.theguardian.com/environment/2014/nov/20/record-1020-rhino-killed-in-south-africa