Músvákur
Músvákur (frøðiheiti - Buteo buteo) er miðalstórur ránsfuglur, umleið sum veiðifalkur ella ravnur til støddar. Sum spurvaheykur, so er músvákur vanligur í skógarlendi í Evropa og Asia, men best dámar honum at vera á víðilsi í smáum lundum, tí hann tekur mest mýs. Í hesi øldini er hann komin víðari um í Norðuratlantshavi, og hann er vorðin búfuglur í Ytru Suðuroyggjum og er ikki óvanligur í Orknoyggjum. Í Hetlandi er hann framvegis javnan gestur. Líkt er til, at músvákur úr Noreg og Svøríki er ikki so nógv á okkara leiðum, sum nógvir aðrir ránsfuglar her norðuri. Slagið vil, so leingi sum gjørligt, sleppa undan at flúgva um havið.
Músvákur | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Á flogi síggjast veingirnir at vera breiðir og heldur langir. Velið er breitt og stutt. Høvdið er breiðvaksið og kubbut eftir støddini á fuglinum. Tá ið hann sveimar, og veingirnir eru eitt sindur hevjaðir, er hann ikki lítið átøkur ørn. Hann kann vera torførur at kenna frá býváki og fjallváki. Óheppið er at nýta litin og litsetingina sum eyðkenni at greina músvák eftir, av tí at fuglarnir eru so ójavnir á liti. Summir eru ljósir, aðrir heilt dimmmorreyðir. Hann er oftast dimmur undir kvørkrunum og hevur ljósa rond um kjósina. Hann er vanliga dimmur um liðirnar kanska allan búkin. Upp undir vongin síggjast flogfjaðrarnar og velfjaðrarnar, mest oman á velinum, tætt hjá at vera settar við smølum tvørrípum.