Leikarafelag Føroya
Leikarafelag Føroya er fakfelagið hjá yrkissjónleikarum og yrkislærdum leikhúsfólki í Føroyum. Høvðusendamál felagsins er, at menna føroyska yrkisleiklist og styrkja um støðuna hjá leiklistini í samfelagnum. Eitt av málunum við fakfelagnum er at savna tey í eitt felag, sum hava fingið sær útbúgving innan sjónleikarayrki. Tað vil siga ljóð- og ljósteknikarar, leiklistafrøðingar, pallsniðgevar, leikstjórar og sjónleikarar. Uppgáva felagsins er, at umboða limir sínar í sáttmálasamráðingum, veita teimum hjálp og ráðgeving, og stuðla teimum í teirra rættindum, umframt at samskifta við útlendsk feløg og altjóða felagskapir á leiklistarliga økinum. Arbeiðsøkið hjá felagnum er allur yrkissjónleikur, leikstjórn, útvarpsleikir og upplestur, sjónvarpsleikir og upplestur, filmar, leiklistafrøði, undirvísing og skeiðvirksemi, lýsingar, undirhald og annað leikhúsyrki.
Søgan
rættaTá ið Leikpallur Føroya var settur á stovn tann 12. mars 1989, fór broyting fram viðvíkjandi hvussu peningurin, ið varð játtaður til sjónleik, skuldi útgjaldast.
Tað var rættuliga skjótt, at Meginfelag Áhugaleikara Føroya (MÁF) fekk eina pulju av játtanini til sjálvt at býta út, men Gríma, einasti yrkisleikbólkurin tá, møtti søkja til Leikpall Føroya til hvørt einstakt leikverk. Hetta kundi tykjast órættvíst og tí var Leikarafelag Føroya stovnað. Leikarafelagið skuldi verða eitt slag av meginfelag fyri yrkisleiklistina, eins og MÁF var meginfelag fyri áhugaleikin. Tá Leikarafelagið formelt var stovnað, var farið yvir til eitt helvtarbýti av játtanini, burtursæð frá einari lítlari pulju, ið Leikpallurin ráddi yvir til ávís onnur endamál sjónleikinum at frama.
Búmerkið - Sólin hjá William Heinesen
rættaÍ 1990 var eitt tiltak í Sjónleikarhúsinum, ið æt "WH 90" Williami Heinesen til heiðurs. Har hevði Ingi Joensen gjørt eina ljósbakgrund til pallin við ymiskum vignettum, ið William hevði teknað. Laura Joensen, ein av fyrstu limunum, fall fyri sólini, ið jú bæði er glað og sorgarbundin og soleiðis hevur elementini í teaturmaskunum í sær. Um Leikarafelagið skuldi hava eitt búmerki, so átti tað at verða sólin hjá Williami.
Tíðin gekk so. Leikarafelagið hevði nógvar fundir um, hvat fyri eitt felag tey skuldu verða. Greitt var, at tað kundi ikki gerast eitt fakfelag við almennum stuðli, men mátti verða eitt áhugafelag fyri yrkisleiklist. Innkallað varð síðan til ein breiðari fund saman við áhugaleikarum har felagið varð víðkað til at eisini kunna upptaka áhugaleikarar. Tá gjørdist m.o. Sverri Egholm limur.
Á einum fundi varð tosað um sjónligheit, sum vit felagið ofta framvegis ger, og tá kom sólin hjá Williami upp á tal, tá fingu Sverri og Laura til uppgávu at fáa loyvi frá Williami. Tey fóru niðan til hansara at spyrja, og tað var leyst og liðugt beinanvegin. Hetta var ikki so langt áðrenn William doyði, men hann var púra klárur og vælhýrdur hetta kvøldið, og var fegin um at kunna geva enn eitt íkast til leiklistina. Einki bleiv skrivað niður, men felagið hevur seinni tryggjað sær, í samráð við eftirkomarar Williams, at felagið enn tann dag í dag kann nýta sólina sum búmerki hjá Leikarafelag Føroya.[1]
Nevndin
rætta- Súsanna Tórgarð, forkvinna
- Laura Joensen, kassameistari
- Gunnvá Zachariasen, nevndarlimur
- Kristina S. Ougaard, tiltakslimur (virkandi nevndarlimur)[2]
Keldur
rætta- ↑ Leikarafelag Føroya
- ↑ "leikarafelag.fo - Nevndin". http://www.leikarafelag.fo/samband/nevndin. Heintað 2016-02-27.