Gunnvá Zachariasen
føroyskur sjónleikari
Gunnvá Zachariasen (fødd 21. mars 1973) er ein føroysk sjónleikarinna og leikstjóri. Umframt at hava virkað sum yrkissjónleikari í mong ár, hevur Gunnvá eisini undirvíst og leikstjórnað, eitt nú Útileikur á Ólavsøku, Grýlan við Willieboys. Hon samskipaði Barnasjónleikarastevnuna 2007. Hon hevur lisið Dramaturgi á Århus Universitet í 1995-96 og í 2000 varð hon útbúgvin sjónleikari frá Statens Teaterskole í Keypmannahavn. Gunnvá hevur virkað sum sjónleikari í Danmark, Føroyum og USA.[1]
Nakrir leikir í úrvali rætta
Í Føroyum rætta
- Fundamentalisturin, Juha Jokela - TVAZZ, 2007
- Í Óðamansgarði, Dánjal Hoydal og Sunleif Rasmussen - Tjóðpallur Føroya og Norðurlandahúsið, 2006
- Køksdrotningarnar, Werner Schwabb - TVAZZ, 2006
- Limbo, Margareta Garpe, Tjóðpallur Føroya 2006
- Ginu Søgur, Eve Ensler - Leikhúsið Gríma 2002
- Risans Hjarta, Tórgarð/Zachariasen - Leikhúsið Gríma 2002
- Ísbjarnirnar, Jonas Gardell - Havnar Sjónleikarafelag 2001
- Don Juan fra Tranhuset, Usenkev, Norðurlandahúsið, Listastevnan 2001
- Balladen om bøledrengen - Parentes og Sjónleikarahúsið 1997
- Húsið hjá Bernardu Alba - Gríma og Norðurlandahúsið 1995
Í Danmark rætta
- Gøglerens hjerte, Jesper Carlsen - Egnsteatret Masken 2004-05
- En gæst, Ole Bornedal - Aveny-T 2004
- Faust, Jesper Carlsen, Theatre La Balance & Det Lille Turnéteater 2002-03
- Knive i høns, David Harrower - Statens Teaterskole 2001
- Don Juan fra Tranhuset, William Heinesen - Usenkev og Odense Teater 2000
- Peer Gynt, Henrik Ibsen - Statens Teaterskole 2000
- Bornedal’s Macbeth, Ole Bornedal - Gladsaxe Teater 1998
Í USA rætta
- Saltwater, International Theatre Collective, turné í Montana, St. Louis, Seattle og Victoria Fringe Festival, Vancouver Fringe Festival, Kanada 2004-05
Filmsleiklutir rætta
Gunnvá hevur spælt við í tveimum filmum, tí føroyska filminum Bye Bye Bluebird og tí danska barnafilminum Flyvende farmor. Hon spældi brúður í Bye Bye Blue Bird og kvinnuligan politist í Flyvende farmor.[2]
- 2001 - Flyvende farmor[3]
- 1999 - Bye Bye Bluebird