Kekenia
(Ávíst frá Lýðveldi Kekenia)
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: "Anthem of the Chechen Republic" | |||
Alment mál | Russiskt, Kekenskt | ||
Høvuðsstaður | Grosny | ||
Forseti | Muslim Huchiev | ||
Løgmaður | Ramzan Kadyrov | ||
Fullveldi | 11. januar 19911 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
15,647 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
1 268 989 81/km² | ||
Gjaldoyra | Rubul (RUB) | ||
Tíðarøki | UTC +3 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ru | ||
Telefonkota | +7
| ||
1Kekenia hevur sjálvstýri, men er undir russiskum yvirræði. |
Kekenia er landslutur í Russlandi. Síðan Sovjetsamveldið fall, hava kekenar stríðst fyri tjóðskaparligum frælsi, men Russland, ið er samveldisríki, er hart ímóti hesum. Teir kvíða fyri, at fer ein landspartur burturúr, verður alt tað russiska samveldið syndrað. Kekenia hevur sjálvstýri, men er undir russiskum yvirræði.
Søga
rættaTá ið russiska samveldið gjørdist frælst í 1991, kravdu ymsar tjóðir í ríkinum at loysa frá Russlandi. Kekenia lýsti seg sjálvstøðugt ríki í desember 1991. Russisk herlið tóku seg inn í landið fyri jól í 1994 og bumbaðu høvuðsstaðin Grosny í sor. Kekenar hildu ímóti, og geriljakríggið stóð við í 1995-1996, og 90 000 fólk lótu lív. Vápnahvíld varð undirskrivað í august 1996 - Russland skuldi taka herlið síni aftur.