Kvørkveggja
Kvørkveggjan (frøðiheiti - Turdus merula) er nær skyld við óðinshana og líkist honum í vøkstri, men ikki í liti. Steggin er kolsvartur við gulum nevi; bøgan og ungfuglurin eru svart- og brúnflekkut. Velið er langt, og ofta setur hon tað uppeftir. Vetur og vár eru einstakar at síggja í Føroyum. Tað er varugur fuglur, flýgur mest høgt fram yvir jørðini og dámar væl at fjala seg. Fyrst hon er komin, heldur hon seg mest við bøgarðar og úthús. Fær hon góðan frið, verður hon djarvari og kann koma inn millum húsanna. Urtagarðar dámar henni væl, men sjáldan situr hon í trøunum, smýgur mest um niðri á jørð og skavar eftir føði. Í kava kemur hon í køstarnar; bera fólk henni tá molar og eplaflus, verður hon rættiliga spøk. Av allarbestu sangarum er hon; men vit fáa ikki at hoyra hana, tí eftir summarmála rýmir hon av landi. Navn hennara verður sagt so ymist; summstaðni siga tey kverkveggja, summstaðni kvørkviski, og nú eru mong — eftir einari bók — farin at nevna hana rókur, men tað er heilt skeivt; rókur er ein nógv størri fuglur.[1]
Kvørkveggja | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Útsjónd
rættaEin av mest skiftandi og ljómvakrastu songunum stavar frá kvørkveggjuni, bert klingandi trøstalát hennara kemur stundum uppímillum. Krunkasvarti steggin við tí bjartgula nevinum situr ovast uppi í einum træ, á einari flaggstong ella á einari rygg-ás, og við songi sínum frøir hann maka sín, ið liggur og bølir, og okkum eisini, tá ið hann sigur hinum kvørkveggjusteggjunum í grannalagnum frá, at øki hansara ikki er tøkt.[2]
Útbreiðsla
rættaOg í dag kunnu ikki bert tey, ið búgva í Havn, frøast um hesa ljómandi gleði, men eisini tey, ið búgva í øðrum býum; eisini í fleiri bygdum er hann at hoyra, tí javnt og savnt hevur kvørkveggjan víðkað um øki sítt, síðani hon fór at eiga her á landi í 1940-árunum. Tá kom hon fyrst til Sandoyar, Kunoyar og Havnar. Ógvisliga ódnin í 1988 fór illa við flestu viðarlundunum í landinum og forkom verpingarmøguleikunum hjá teimum fuglum, ið halda til í trøum. Men áðrenn tann ódnin herjaði, var kvørkveggjan farin víðari um, so stovnur hennara var nógv betur fyri enn ein annar trøstur, óðinshanin, ið eftir ódnina nærum hvarv sum búfuglur. Kvørkveggjan er ein av teimum fuglunum, sum fullkomiliga hevur broytt vanar eftir góðari øld. Fyrr var hon styggur skógarfuglur, men so hvørt sum sethúsaurtagarðsmentanin breiddi seg, flutti hon inn, og í dag er hon munandi spakari og ein tann vanligasti fuglurin í Evropa. Hon hevur førkað seg norðureftir og eigur í dag í øllum oyggjabólkunum í Norðuratlantshavi, og enntá í Íslandi hevur hon átt nakrar ferðir. Kavaveturin í Skandinavia ger, at hjá kvørkveggjuni ber ikki til at finna føði og soleiðis hóra undan; um heystið flyta fuglarnir suðureftir og í ein útsynning. Tá hendir seg, at teir koma higar, og onkuntíð um heystið ýður hagin av ymiskum trastum, tí vanliga ferðast kvørkveggjan saman við øðrum trastum, oftast saman við fjallatrastum og óðinshanum. Tá hoyrist eitt annað lát frá kvørkveggjuni, nevniliga ferðalátið, ið ljóðar eins og eitt høgt, glintandi ljóð tjiiiip, og sum líkist ferðalátinum hjá øðrum trastum. Er veturin lýggjur, kunnu trastarnir steðga her í fleiri mánaðir, og tá kunnu teir fara at amast uppi í okkara egnu kvørkveggjum. Tí sjáldan liggur kavi so mikið leingi her, at kvørkveggjan ikki finnur sær føði, og hetta hevur havt við sær, at hon fær verið her alt árið, hon eru vorðin støðufuglar hjá okkum. Kvørkveggjan er løtt at kenna, steggin er svartur, allur sum hann er, við gulum nevi, meðan bøgan er veikari á liti, morreyð, bringan heldur ljósari við deplum, nevið brúnt. Kvørkveggjan er eyðkent trøstaslag, hon hevur hoppandi gongulag og er tung á flognum. Úr nevinum og út á tromina á velinum er hon 24 cm long. Hon byggir sær reiður húsanna millum, t.d. í einum bilhúsi, undir einum takskeggi ella í einum runni. Hon verpur 4 ljós, brúnblettut egg, og góð ár megnar hon at fáa 2 urptir undan. Nærkast ketta ella hundur reiðrinum ella teimum stóru ungunum, hoyrist ávaringarlátið á kvørkveggjuni, eitt máttmikið, hvølt, stutt lát sum tjiokk. Kvørkveggjan livir av reyðmaðki og smákyktum, og vanligt er at síggja kvørkveggju leggja høvdið á skák, so at hon sær reyðmaðkin betur, meðan hon dregur hann upp úr moldini.[3]
Sí eisini
rættaÚtvortis slóðir
rættaKeldur
rætta- ↑ Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
- ↑ Postverk Føroya[deyð leinkja]
- ↑ Postverk Føroya[deyð leinkja]