Rókur
Rókur (frøðiheiti: Corvus monedula) líkist kráku í vakstrarlag, men er nógv minni, ikki størri enn ein lítil dúgva, og klænri upp á seg. Vanligi rókurin er vakurt gráur um hálsin og vangarnar, annars er hann svartur omaná og dimmgráur í neðra; eyguni eru hvít. Eitt annað slag er alt svart við dimmum eygum; tað er nevnt rókurin svarti. Vanligi rókurin eigur í Norðanlondunum, rókurin svarti í Onglandi og Skotlandi.
Rókur | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Rókur er vitugur fuglur; altíð væl hýrdur fær hann lív í, har hann kemur. Hann livir helst í stórum flokkum, ofta saman við hjaltakrákum ella starum. Ongum fugli ger hann ónáðir, tekur hvørki egg ella ungar. Hann heldur seg nógv at bygdum, og eigur ofta uppi á klokkutornum ella hústekjum og skorsteinum; flestu eiga tó í skógum. Áður kom hann ikki so sjáldan til Føroyar — tó ikki so nógvur sum hjaltakrákan. Eisini hann er nógv fækkaður, men enn hendir tað at síggja bæði hin vanliga rókin og rókin svarta.
Sí eisini
rættaKeldur
rætta- Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.