Kort er teknað framseting av parti av yvirflata jarðar. Á kortum verður heimurin teknaður, allur ella í pørtum. Elstu kortini, vit vita um, vóru ógvuliga óneyvar strikumyndir. Tí var ikki lætt at finna eftir teimum. Eitt av teim elstu kortunum, sum vit vita um, er meira enn 8000 ára gamalt. Tað er ein veggjamálningur í Turkalandi, sum vísir eitt býarkort. Í Egyptalandi og Irak eru kort, sum eru 3000 og 4000 ára gomul. Tey vóru ofta teknað á leirplátur. Fyri 2000 árum síðan gjørdu grikkar, sum vóru siglandi fólk og handilsfólk, kort yvir strandaøkini í Miðjarðarhavi. Rómverjar, sum tóku kortkynstrið hjá grikkum til sín, gjørdu landakort, sum vístu, hvussu landið sá út, og hvar vegir vóru. Nú á døgum nýta vit kort til so mangt. Býarkort sýnir til dømis, hvar gøturnar eru, og hvussu tær eita, so lættari er at finna í býnum. Veðurkort, sum vit síggja t.d. í sjónvarpi, sýna, hvussu veðrið verður ymsastaðni. Sjómenn sigla eftir sjókortum; á sjókortum eru m.a. dýpi og frámerki á landi.

Enskur prestur gjørdi hetta heimskortið mullim 1280 og 1300. Tað eitur Mappa Mundi. Tað sýnir, hvussu tey kristnu hugsaðu sær jørðina um tað mundið. Jerúsalem er í miðjuni, og eystur er ovast á kortinum.

Flestu kort hava málistokk, sum sigur okkum, hvussu nógv støddin í veruleikanum er minkað á kortinum. Hevur tú eitt kort í lut­ fallinum 1:100.000, merkir tað, at ein centimetur á kortinum svarar til 100.000 centimetrar í veruleikanum, t.e. ein kilometur. Eitt kort í einum heimsatlassi kann vera í lutfallinum 1:25 milliónir. Tá er ein centimetur tað sama sum 250 kilometrar. Fyri at vit kunnu skilja tekn, merki og litir, skal eitt kort eisini hava eina teknlýsing. Ymiskt littar linjur vísa ofta á vegir og jarnbreytir. Viðhvørt skilja vit millum vanligar vegir og motorvegir. Vøtn verða vanliga víst við bláum, og skógarøki verða víst við grønum. Hús eru oftast svartir smáir fýrkantar, og kirkjur verða teknaðar við einum krossi. Men tað er kortini týdningarmikið at minnast til, at tað, sum merkir eitt ávíst á einum korti, kann merkja okkurt heilt annað á einum øðrum korti. Á einum korti kann til dømis ein lítil svartur fýrkantur ímynda eini hús; á einum stórum heimskorti kann ein slíkur fýrkantur har aftur ímóti merkja ein býur við fleiri milliónum íbúgvum.

Kortniðurfellingar



rætta

Skal allur heimurin verða teknaður, mugu ávís øki vaksast. Tað verður nevnt kortniðurfelling. Kendastu kortniðurfellingina gjørdi týskarin Gerhard Mercator í 1569 (niðurfelling Mercators). Hon sýnir skapið á meginlondunum rætt, men víddin er avskeplað, til dømis er Evropa ov stórt. Avleiðingin er, at Grønland tykist vera eins stórt og Suðuramerika, hóast Suðuramerika er átta ferðir størri. 



Í 1974 gjørdi Arno Peter eina niðurfelling, sum avskeplar skapið á londunum, men sýnir røttu víddina. Her sært tú t.d., hvussu nógv størri Afrika er enn Evropa.



Fimm ymsar niðurfellingar

rætta

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið